Myndin omanfyri er av 8-mannfarinum Gullbrandi úr Fuglafirði. Báturin er á veg út á málið at rógva snarróður. Umborð sita fýra kvinnur og fýra menn við árarnar. Blandaður snarróður er fyri 8-mannafør, og leygardagin fóru trý 8-mannafør um málið. Fyrst Gullbrandur, síðani Argjabáturin og Heiðabáturin. Rógvarar halda tað vera stuttligt at royna blandaðan snarróður, og serliga kvinnurnar halda tað vera forkunnugt at sita í 8-mannafari. Eg havi sjáldan sæð slíkt grimdarregn á Havnarvág. Droparnir stukku úr aftur sjónum. Veðrið kunnu vit einki gera við, og tað sýntist, sum rógvarar ikki vóru so nógv ávirkaðir av veðrinum, tí veðrið er stórur viðspælari í kappróðrinum. Men eg helt, at serliga ungu rógvararnir ikki høvdu latið seg í eftir veðrinum, sum kom óvart á teir. Hetta skulu tey ungu læra, nú FM-róðrarnir standa fyri durum. Á toftini í bakborð umborð á Gullbrandi situr Betina Toftegaard forkvinna í ÌF kappróðri. Hana fekk eg orð á, sum kemur í seinni grein. (Vagnur)
