Frálíkur snarróður á Havnarvág í grimdarregni

Klaksvíkingur, Hoyvíkingur, Havnarbáturin, Suðuroyingur og Ormurin nærkast málinum. (Mynd Vagnur)

Klaksvíkingur, Hoyvíkingur, Suðuroyingur, Havnarbáturin og Ormurin nærkast málinum. (Mynd Vagnur)

Leygarkvøldið var snarróður fyriskipaður á Havnarvág. Í august mánað í fjør skein sólin bæði oman og niðan, men leygarkvøldið fór at oysregna, júst sum snarróðurin byrjaði. Klokkan var farin av hálvgum sjey, tá ið íslendska farmaskipið fór út um Molan, og tá nústani kundu menn leggja fasta startin. Hetta førdi til, at mistir vóru tjúgu minuttir, og tí brast skotið fyri fyrsta róðrinum klokkan 19.20. Síðani gekk væl at avgreiða róðrarnar. Hugaligt at síggja kappróðrarbátarnar aftur á Havnarvág, og fólk vóru fegin um tiltakið. Ùrlitini og tíðirnar eru allar niðast í greinini.

Klokkan var farin av hálvgum sjey, tá íslendska farmaskipið fór út um Molan, og starturin kundi leggjast út. (Mynd Vagnur)

Klokkan var farin av hálvgum sjey, tá íslendska farmaskipið fór út um Molan, og starturin kundi leggjast út. (Mynd Vagnur)

Eftir snarróðurin var heiðursmerkjahandan í neystinum í Álakeri, og hetta avgreiddu høvuðsfyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen. Eg tosaði við fleiri rógvarar eftir snarróðurin, og allir hildu, at snarróðurin riggar betri á middegi ella seinnapartin. Rætt hava teir, men loyvi skal fáast frá Tórshavnar Havn, og tá ið íslendska farmaskipið ikki kundi fara frá bryggja fyri enn um hálvgum sjey tíðina, var eingin annar møguleiki henda dagin. Umframt Teit og Fróða vóru roynd fólk til arbeiðis, sum vanliga standa fyri ólavsøkuróðrinum. Tá er talan bæði um Magni Nielsen, sum stendur fyri ólavsøkustartinum og so dómarar og eftirlitisfólk. Helgi Jacobsen segði frá snarróðrinum, sum hoyrdist væl á bryggjuni.

Málið var millum bryggjuna og uppsetta tjaldið úti í Bakka. (Mynd Vagnur)

Málið var millum bryggjuna og uppsetta tjaldið úti í Bakka. (Mynd Vagnur)

Teitur og Fróði takkaðu rógvarunum fyri luttøkuna og eisini teimum, sum stuðlaðu tiltakinum. Nevndini í Havnar Róðrarfelag, sum tók sini tøk, Tórshavnar Havn og fyritøkum í býnum. Undir snarróðrinum stóð eg turrur afturundir umborð á garnabáti, sum lá við Vestaru bryggju. Tók synd í rógvarum, sum í grimdarregni hitaðu upp á vágni ella bíðaðu eftir startskotinum. Sjálvur var eg mest spentur, hvørjar ábendingar vit fingu í snarróðrinum, sjálvt um tríggjar vikur eru til norðoyastevnu, og at fleiri bátar kring landið ikki vóru við í snarróðrinum. Jú, vit fingu nakrar heilt tíðuligar ábendingar.

6-mannafør menn. Nærmast Lómur, síðani Romvlvs, Sølmundur, Hvessingur og Gongurólvur. (Mynd Vagnur)

6-mannafør menn. Nærmast Lómur, síðani Romvlvs, Sølmundur, Hvessingur og Gongurólvur. (Mynd Vagnur)

Fara vit fyrst til 10-mannaførini, so er eingin ivi um, at Klaksvíkingur og nýggja 10-mannafarið hjá Argja róðrarfelag fara at kappast um fyrsta plássið á norðoyastevnu. Tey royna at manna Klaksvíking fyrst til norðoyastevnuróðurin, tí eftir hetta broytistl alt, tí fleiri av manningini fara aftur av landinum í arbeiðsørindum. Men teir vóru allir har sjálvt Rógvi Svein Nielsen, sum í fjør fekk blóðtøpp og fekk boð frá lækna um ikki at rógva. – Eg rógvi bara norðoyastevnuróðurin, segði Svein Rógvi mær. Sum vanligt reyk Klaksvíkingur úr “startholini”, men serliga Hoyvíkingur gav Klaksvíkingi skarpan gang inn í Vágsbotn.

Erla Kongsdóttir og Teistin 5-mannafør kvinnur. (Mynd Vagnur)

Erla Kongsdóttir og Teistin 5-mannafør kvinnur. (Mynd Vagnur)

Bara tvey 5-mannafør við kvinnum róðu á Havnarvág, og spell, at vit nýggja Havfrúgvin ikki var við og eisini onkur bátur úr Vágum tildømis Frúgvin ella Ørnin, sum óivað rógva á norðoyastevnu. Manningin umborð á Erlu Kongsdóttir vóru kvinnur, sum í fjør róðu við 6-mannafarinum Rádna og gentur, sum í fjør róðu við Erlu Kongsdóttur. Áhugavert var at síggja 8-mannaførini, tí nú er Kvívíkingur við, sum er mannaður við monnum úr Kvívík og úr Vestmanna. Kvívíkingur er væl mannaður, Knørrur, Argjabáturin, Gullbrandur og Ørvur eru har. So er spurningurin, hvussu er við Miðvingi og kanska Heiðabátinum, sum ikki vóru við í snarróðinum. Rokni við at vit fara at síggja eini fimm, seks 8-mannafør í summar.

8-mannaførini nærmast Knørrur,

8-mannaførini nærmast Knørrur, síðani Gullbrandur, Argjabáturin, Ørvur og Kvívíkingur. (Mynd Vagnur)

6-mannaførini við kvinnum vóru tríggir bátar Jarnbardur, Herningur og Sølmundur. Jarnbardur tikist at vera heilt væl fyri og eisini Herningur, og so er Sølmundur við. Veit, at Lómur av Argjum er mannaður, og vónandi koma eitt ella tvey 6-mannafør við kvinnum aftrat. Ikki sørt spentur var eg at síggja 5-mannaførini við gentum, tí tveir bátar frá Havnar Róðrarfelag vóru við. Har var tætt millum Drekan, Blik og Sílið. Genturnar umborð á Drekanum róðu barnaróður í fjør, og rógva væl, men tær eru fyrsta árs gentur. Genturnar umborð á Sílinum hava ikki áður róð kappróður, og tær mistu eisini nógv í startinum. Tær umborð á Bliki av Argjum róði heilt væl, og tá ið Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði ikki er við í summar, so talar alt fyri spennandi gentukapping.

Jarnbardur er sum vanligt heilt frammi í oddinum. Jarnbardur, Herningur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)

Jarnbardur er sum vanligt heilt frammi í oddinum. Jarnbardur, Herningur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)

Eg haldi, at fyrireikararnir eiga at vera væl nøgdir við snarróðurin, veðrið kunnu vit einki gera við, og íslendska farmaskipið hevði leygardagin fyrsta møguleikan til Molan. Nógv kann gerast um vilji er til tess, tí við málið í Vágsbotni mátti trolarin Rankin flytast. Realurin eigur Rankan, men loyvi fekst at flyta Rankan við hjálp frá Mest. Mín vón er, at vit eisini seinast í august mánað síggja snarróður á Havnarvág. Snarróður er frálíkt róðrartiltak. Sjálvandi vilja øll vinna, men tú merkti á rógvarum, at hetta ikki er róður um FM-heitið. Rógvararnir vóru sum “druknaðar mýs”, tá ið teir komu aftur at landið, men lagið var frálíkt, har eingin fór keddur til húsa. Rógvarar høvdu ikki roknað við grimdarregninum, og tí høvdu fleiri ikki eykaklæði. Hetta var óheppið fyri serliga ungu rógvararnar, men teir kunnu læra av hesum til eina aðru ferð, tí veðrið er stórur leikpartur í føroyskum kappróðri..

Takk fyri frálíkt róðrartiltak øll somul. Vit síggjast vónandi aftur til snarróður seinast í august mánað. Og tá vóni eg, at øll róðrarfeløgini kring landið eggja øllum manningum at vera við. (Vagnur)

Tøttt kapping millum Drekan fremst, síðani Blik og Sílið nærmast. (Mynd Vagnur)

Tøttt kapping millum Drekan fremst, síðani Blik og Sílið nærmast. (Mynd Vagnur)

Bllllll

Bllllll

Heiðursmerkjahandan. Teitur uttast til vinstru og Fróði á stólinum. (Mynd Vagnur)

Heiðursmerkjahandan. Teitur uttast til vinstru og Fróði á stólinum. (Mynd Vagnur)

 Ùrslitini og tíðirnar 

Seksmannafør menn

1 Sølmundur 2.10,07

2 Hvessingur 2.10,18

3 Gongurálvur 2.14,06

4 Romvlvs 2.16.20

5 Lómur 2.17,04

 

Fimmannafør kvinnur

1 Erla Kongsdóttir 2.23.02

2 Teistin 2.28.14

 

Áttamannafør menn

1 Knørrur 2.01.11

2 Kvívíkingur 2.02.07

3 Argjabáturin 2.03.10

4 Gullbrandur 2.04.18

5 Ørvur 2.08.06

 

Fimmmannafør gentur

1 Blikur 2.28.07

2 Drekin 2.28.14

3 Sílið 2.31.07

 

Seksmannafør kvinnur

1 Jarnbardur 2.19.04

2 Herningur 2.22.05

3 Sølmundur 2.28.20

 

Tíggjumannafør menn

1 Klaksvíkingur 1.58.03

2 Hoyvíkingur 1.58.10

3 Suðringur 2.01.10

4 Havnabáturin 2.03.19

 

Fimmmannafør dreingir

1 Blikur 2.26.11

 

Áttamannafør blandað

1 Gullbrandur 2.10.24

2 Argjabáturin 2.13.01

3 Heiðabáturin 2.13.07

 

Ódnartak 140 metrar Tíggjumannafør menn

1 Klaksvíkingur

2 Ormurin Langi

3 Hoyvíkingur

4 Eysturoyingur

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *