Leygarkvøldið var snarróður fyriskipaður á Havnarvág. Í august mánað í fjør skein sólin bæði oman og niðan, men leygarkvøldið fór at oysregna, júst sum snarróðurin byrjaði. Klokkan var farin av hálvgum sjey, tá ið íslendska farmaskipið fór út um Molan, og tá nústani kundu menn leggja fasta startin. Hetta førdi til, at mistir vóru tjúgu minuttir, og tí brast skotið fyri fyrsta róðrinum klokkan 19.20. Síðani gekk væl at avgreiða róðrarnar. Hugaligt at síggja kappróðrarbátarnar aftur á Havnarvág, og fólk vóru fegin um tiltakið. Ùrlitini og tíðirnar eru allar niðast í greinini. Læs resten
Eysturoyingur er við í FM-kappingini í summar

Tað verða ikki hesir menninir, sum mannað Eysturoying í summar, men aðrir ungir garpar. (Mynd Christopher)
Tá ið eg hoyrdi, at nú var 10-mannafarið Eysturoyingur mannaður, ringdi eg til forkvinnuna í NSÍ kappróðri Karhild Johansen til tess at fáa váttað tíðindini, og hon sigur. – Tað er rætt, at Eystuoyingur er mannaður, og báturin er við í snarróðrinum leygardagin í Havn. Teir, sum rógva við bátinum, hava ikki áður róð við Eysturoyingi, men við øðrum bátum í felagnum. Møguleiki er eisini, at vit í summar fáa mannað 8-mannafarið Heiðabátin, sigur Karhild í stuttari viðmerking. Klaksvíkingur er við í snarróðrinum leygardagin, og úr Klaksvík verður sagt, at hetta er roynd at fáa eggjað monnum at fáa mannað bátin eisini til FM-róðrarnar í summar. Higartil eru fimm 10-mannafør við í snarróðrinum leygardagin. Eysturoyingur, Ormurin, Hoyvíkingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. Gott hevði verið, um vit eisini sóu øll fimm 10-mannaførini í fyrsta FM- róðinum á norðoyastevnu. (Vagnur)
Meiningahornið – Føroyingurin ynskir ikki stættamun
Herfyri varð kunngjørd veljarakanning, sum sjálvandi altíð skal takast við fyrivarni. Eitt er veljarakanning, sum er ein støðumynd, annað er, tá ið veljarin skal seta krossin valdagin. Tú skalt ikki vera serkønur í politikki at síggja, at núverandi samgonga missir undirtøku. Hetta byrjaði longu við flatskattaskipanini, har tey “ríku” fingu enn meira. Sálarklárt, at Sambandsflokkurin missir mest í veljarakanningini, tí flokkurin hevur framt nøkur smá sjálvmál í seinastuni, og at veljarar tí “fyribils” venda flokkinum bakið og flyta seg serliga yvir í Javnaðarflokkin, tí hvar skulu veljararnir annars fara? Læs resten
KÍF heiðursmerkið endaði uppi á Skælingi
Í grannalagnum arbeiða tveir kollfirðingar, sum báðir hava spælt á besta liðnum hjá KÍF. Friðrik Torbjørnsson og Jóan Pauli Olsen eita handverkararnir. Av tilvild gjørdist Jóan Pauli hjálparvenjari hjá KÍF til FM-finaludystirnar, tí Jóan Pauli býr í Danmark og var bara heima í arbeiðsørindum. Eg prátaði við teir báðar fyri FM-dystirnar, og sum teir vóru spentir, um KÍF megnaði at endurvinna FM-heitið. Eftir FM-finalusigrarnar mátti eg fara um ánna at ynskja Fríðrikki og Jóan Paula til lukku við FM-heitinum. – Heiðursmerkið hjá mær endaði upp á Skælingi, segði Jóan Pauli. Læs resten
Sá sjaldsama vakra villdunnu “Seglont” í Havnará
Eg gangi hvønn dag framvið Havnarrá frá Sjónleikarhúsinum og niðan til Hvíldarheimið og har um leiðir. Í ánni ymsastaðni halda nøkur villdunnupør fast til. Hesi pørini kenni eg. Men sunnudagin seinnapart svam litføgur villdunna skamt við listaverkið evnað av Trónda Patursson. Dunnan, sum eg ikki havi sæð áður, var ikki trygg við støðuna og fór á flog niðaneftir. Dunnan flýgur nakað øðrvísi enn hinar dunnurnar í ánni. Læs resten
Ussa Hansen er ein heilt serlig eldsál í Kyndli
Líka síðani Ussa Hansen byrjaði sum smágenta at spæla hondbólt í Kyndli, havi eg fylgt hesi blíðu og fyrikomandi eldsálini. Hon er nevndarlimur í felagnum, venur gentulið og skipar fyri ymsum tiltøkum. Maðurin Andreas venur kyndilskvinnur, dótturin Bára spælir á besta liðnum, og yngra dótturin Súna spælir við gentum 14 ár. – Hondbólturin fyllir mest sum alt í okkara familju, og drívmegin hjá mær eru upplivilsini at vera saman við ungdóminum, har eg kann geva teimum góðar løtur í hondbóltinum og nakað fyribyrgjandi á lívsleiðini, sigur Ussa. Læs resten
Meiningahornið – Flytið Strandferðsluna aftur til Havnar

Skilji væl, at borgarstjórin í Skúvoy er vónsvikin av Strandferðsluni. Silberin við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)
Tá ið eg las samrøðu við Harry Jensen borgarstjóran í Skúvoy, var mín niðurstøðan, at nú var tíðin komin at flyta Strandferðsluna aftur til Havnar. Tað er undir alt lágmark, at tá ið Teistin ber við land úti í Hesti og ikki kann sigla í fleiri mánaðir, so skulu millum annað skúvoyingar líða. Tá ið nýggi Selberin er keyptur at sigla millum Sand og Skúvoy, so skal báturin ikki sigla millum aðrar oyggjar, tí Strandferðslan ikki fær kabálina at ganga upp og rumbul kemur í alla sigling millum oyggjarnar. Sjálvandi skuldi annað skip verið leigað uttanlands fyri Teistan at sigla millum Skopun og Gomlu rætt. Læs resten
Tórshavnar kommuna átti heldur at longt høllina á Hálsi

Tórshavnar kommuna hevði sloppið lættast at bygt venjingarjhøll upp í høllina á Hálsi. Har er pláss. (Mynd Vagnur)
Nú nýggi byggingurin hjá Fótbóltssambandinum er um at taka skap, og tú sært veggin suðureftir við nógva glasinum, eri mín meining, at skeivt er kroysta eina nýggja ítróttahøll upp í Gundadalshøllina norðureftir. Heldur skuldi økið verður brúkt til parkeringspláss til nýggja húsið hjá FSF, Dansifrøi, Gundadalshøllina og barnagarðin. Síðani skuldi kommunan heldur bygt venjingarhøll upp í høllina á Hálsi norðeftir. Har er pláss, og byggilendið er klárt at byggja á. Læs resten
Birgar Johannessen ger vakran myndil av gomlu Havnini
Birgar gav í 2007 og 2008 út tvær rúgvusmiklar bøkur Havnin-fólk og yrki, gav út Havnin- fyrr og nú í 2010 og gav út tríggjar bøkur Havnin, har hann lýsir persónar fyrst í 1900-talinum. Harnæst skipaði hann fyri óteljandi framsýningum serliga í SMS við forvitnisligum myndum og lutum. Nú evnar Birgar stóran myndil av gomlu Havnini, sum ómetaliga væl úr hondum greiddur. Birgar er ein einari, og slíkur undangongumaður eigur at heiðrast. – Alt byrjaði við Lonveitsluni í 1991, har vit umframt veitsluna skipaðu fyri framsýning við lutum og myndum úr øllum húsunum í Lon, sigur Birgar. Læs resten
Søgan um, hví Suðuroyingur ikki er mannaður í summar
Ì róðrarumhvørvinum í Havn ganga ymsar søgur, hví 10-mannafarið Suðuroyingur ikki er mannaður, og at trý 6-mannafør úr Suðuroy rógva í summar og einki 10-mannafar. Eisini verður sagt, at róðrarsamarbeiðið millum Tvøroyri og Vág er slitnað. Eg havi vent mær til Bjarna Hammer og spurt hann, hvussu leikur fer í Suðuroy. Og Bjarni sigur soleiðis: Læs resten






