Birgar gav í 2007 og 2008 út tvær rúgvusmiklar bøkur Havnin-fólk og yrki, gav út Havnin- fyrr og nú í 2010 og gav út tríggjar bøkur Havnin, har hann lýsir persónar fyrst í 1900-talinum. Harnæst skipaði hann fyri óteljandi framsýningum serliga í SMS við forvitnisligum myndum og lutum. Nú evnar Birgar stóran myndil av gomlu Havnini, sum ómetaliga væl úr hondum greiddur. Birgar er ein einari, og slíkur undangongumaður eigur at heiðrast. – Alt byrjaði við Lonveitsluni í 1991, har vit umframt veitsluna skipaðu fyri framsýning við lutum og myndum úr øllum húsunum í Lon, sigur Birgar.
– Eftir Lonveitsluna í 1991 fekk eg veruligan hug at savna saman gamlar lutir og myndir. Hans Mortensen í SMS spurdi meg, um eg hevði hug at sýna fram í SMS, tí hann visti, at eg lá inni við nógvum lutum og myndum. Tólini at avmynda gamlar myndir vóru nú so góð g skjót at arbeiða við, at tað bar til at fáa nógvar stórar myndir til vega. Eg var tá virkin í B36, og vit komu næstu árini at hava nógvar framsýningar í SMS á ólavsøku. Stórur áhugi var millum manna fyri framsýningunum, og hetta var drívmegin at halda fram.

Her síggja vit millum annað gamla kirkjugarðin. Birgar veit ómetaliga nógv um øll húsini. (Mynd Vagnur)
– Tá ið fólk sóu nógvu forvitnisligu myndirnar, søgdu tey við meg, at eg átti at givið út bók við myndunum. Tað var startskotið til bøkurnar Havnin-fólk og yrki í 2007 og 2008, og síðani til Havnarmyndir-fyrr og nú í 2010. Í 2007 minnist eg, hvussu spentur og ikki sørt bangin eg var útgávudagin í Sjónleikarhúsinum, tá ið fyrsta bókin kom út. Hvussu fóru at móttaka fyrstu bókina? Eg hevði bara 60 bøkur við í Sjónleikarhúsið, men undirtøkan gjørdist so mikið stór, at fólk stóðu í bíðurøð ein tíma, áðrenn latið varð upp. Eg var tikin av fótum, tí túsund bøkur vórðu seldur í Sjónleikarhúsinum henda dagin. Øll 5000 eintøkuni vórðu seld næstu vikurnar

Her eru vit Úti í Bakka, har millum annað Wenzel Petersen seldi bilar og hevði maskinverkstað. (Mynd Vagnur)
– Tú spyrt meg, hví eg gjørdist bitin at savna inn myndir, lutir og at skriva myndabøkur. Eg var nakað váttligur á ungum árum, men15. juli 1987 gjørdi eg knappliga av, at nú var “slutt” við rúsdrekka, men okkurt mátti eg fylla tíðina við, sum eg hevði sitið við fløskuni. Eg keypti mær ein Chevroletcaprice fyri 348.000 krónur, har eg lænti størsta partin av peninginum, keypti sjónvarp og sjónvarpsupptakara. Okkurt mátti henda, nú er var givin at drekka.
– Tú spyrt meg eisini, hvussu eg havi fíggjað allar útgávurnar. Hetta var eitt pusluspæl, skal eg siga tær. Eg fekk 100.000 krónur í stuðli frá Tórshavnar kommunu til fyrstu bókina, 50.000 krónur til næstu bókina, men so stuðlaði kommunan ikki fleiri útgávum. Til næstu útgávurnar heitti eg á persónar, sum eg kenni ómetaliga væl, sum flestu eiga fyritøkur, um at stuðla mær við 1000 krónum um mánaðin í lítið ár. Búmerkið hjá fyritøkunum komu at standa í bókunum. Við hesum átaki fekk eg frið fíggjarliga at skriva bøkurnar, og tað eri eg takksamur fyri, sigur Birgar.
Eg standi eina løtu og eygleiði meistaraverkið hjá Birgari og hugsi um, hvussu hann fær skipað arbeiðið. Hevur hann tekningar ella hevur hann gingið millum húsini við tummastokkinum? Hvussu hevur hann funnið røttu litirnir til húsini? Hvussu við tilfarinum til húsini, garðarnar og lendið?
– Eg byrjaði fyrst at gera húsini úr timbri, men hetta bar slett ikki til. Men so gjørdi eg royndir við flamingo og serligum pappi, og nú riggaði og var nógv lættari hjá mær. Í fyrstu royndini metti eg um mátini, men so fór eg at brúka sokallaðan lasara og tummastokk, tekningar havi eg ongar. Tú spyrt, hvussu nógvir tímar fara til slíkt arbeiði? Eg eri í gongd alla tíðina men í smáum bitum, eg fari frá og komi aftur til arbeiðsborðið. Tað er sum at skriva eina bók, tú kanst ikki skriva alla tíðina. Tú leitar í huganum eftir hugskotum, og so fert tú knappliga aftur til borðið og arbeiðir víðari. Tað torførasta er at evna til lendið millum húsini.
– Myndilin verður um fimm metrar langur og tveir metrar breiður. Ætlanin er at koma niðan á Vaglið, gamli bókhandilin skal við, og so enda vit niðri í Vágsbotni, har gamla Perlan stóð. Hvar myndilin einaferð skal standa, veit eg einki um, sigur Birgar at enda.
Birgar er flaggvørður í Tinganesi, og kanska fekk hann hugskotið til myndilin, tá ið hann dagliga gongur millum húsini úti á Reyni og í Tinganesi. Sum tað stendur í fororðinum í eini bókini, Birgar hevur útgivið. Birgar kann ikki flokkast, hann er ein einari. Tað er mín vón, at Tórshavnar kommuna á ein ella annan hátt heiðrar Birgar fyri dyggiliga arbeiði um Havnina bæði fyrr og nú. Birgar er føddur út á Reyni, og tí hevur hann serligan áhuga í økinum. Áhugavert var, tá ið hann vísti mær húsið hjá Birgari og teimum. Eg havi stóra virðing fyri Birgari og gleði meg at síggja, tá ið hann er komin niðan á Vaglið. (Vagnur)




