Søgan um, hví Suðuroyingur ikki er mannaður í summar

Suðuroyingur vinnur norðoystevnuróður í 2014. (Mynd

Suðuroyingur vinnur norðoystevnuróðurin í 2014. (Mynd Hvannrók)

Ì róðrarumhvørvinum í Havn ganga ymsar søgur, hví 10-mannafarið Suðuroyingur ikki er mannaður, og at trý 6-mannafør úr Suðuroy rógva í summar og einki 10-mannafar. Eisini verður sagt, at róðrarsamarbeiðið millum Tvøroyri og Vág er slitnað. Eg havi vent mær til Bjarna Hammer og spurt hann, hvussu leikur fer í Suðuroy. Og Bjarni sigur soleiðis:

Suðuroyingur kemur afturíaftur, sigur Bjarni. (Mynd Vagnur)

Suðuroyingur kemur afturíaftur, sigur Bjarni. (Mynd Vagnur)

– Longu í fjør høvdu vit nakrar trupulleikar at fáa mannað Suðuroying. Tá ið vit tóku saman um í vetur og hugleiddu um næsta róðrarár, kundu bara einir seks mans rógva, tí onkur fór til skips og aðrir uttanlands í lestrarørindum. Ja, so breyt ein rógvari eisini bein. Vit avgjørdu tí ikki at manna bátin. Í sambandi við tey trý 6-mannaførini er søgan henda:

– Dreingirnir, sum í fjør róðu við Royndini Fríðu vildu manna 6-mannafarið Smyril, og bátur varð bílagdur frá Sámali Hansen. Gamli Smyril varð seldur, men tað vísir seg, at báturin ikki verður klárir til róðrarárið, tí er 6-mannafarið Romvlvs lánt úr Nólsoy. Eingin av ungu dreingjunum hava róð við Suðuroyingi, tó skal sigast, at tveir tvøradreingir rógva við 6-mannafarinum.

– Tá ið vit koma til 6-mannafarið Tvørabátin, so heldur báturin fram í sama spori, sum seinasta róðrarár. Fýra rógvarar halda fram, og eingin av manningini hevur róð við Suðuroying. So er tað triða 6-mannafarið. Martin, sum vit kenna frá inniróðrinum í Boston, vildi rógva í summar, og tí tóku nakrir seg saman og hava lánt 6-mannafarið Hvessing. Umborð eru tríggir rógvarar, sum hava róð við Suðuroyingi.

– Eg havi sagt teimum, at eg eri til at taka, tá liggur fyri, um teir vanta rógvara, tí allir rógvararnir kunnu ikki rógva allar stevnurnar í summar. Trupulleikin er eisini, at tveir av manningini arbeiða í Havn, tí mugu vera meira enn seks rógvarar. Tá ið tú spyrt, um samarbeiðið millum Tvøroyri og Vág er slitnað, so er einki hald í tíðindinum. Rokni við, at Suðuroyingur longu er við aftur næsta ár og árini framyvir, sigur Bjarni at enda.

Suðuroyingur avmyndaður á Argjum á sumri í 2013. (Mynd Vagnur)

Suðuroyingur avmyndaður á Argjum á sumri í 2013. (Mynd Vagnur)

6-mannafarið Romvlvs smíðaði bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen av Kjalnesi í 2008. Á norðoyastevnu í 2009 róðu kvinnur úr Nólsoy fyrstu ferð við bátinum. Tær róðu bara eina árið við bátinum. Hvørji 10-mannafør rógva so í summar? Higartil kenni eg bara til nýggja 10-mannafarið av Argjum og Havnarbátin. Graml er um, at Ormurin eisini er við, men eingin váttan er enn at hóma. Men eitt kunnu vit staðfesta, og tað er, at nógv 6-mannafør við monnum eru við í summar.

Eg eri ómetaliga keddur um, at hvørki Suðuroyingur, Klaksvíkingur, Vestmenningur og onnur 10-mannafør ikki síggjast í summar. Kanska eini tólv/fjúrtan 6-mannafør við monnum, men bara tvey/trý 10-mannafør. Eisini eri eg ómetaliga keddur um, at átta róðrarfeløg í Føroyum við hjálp frá RSF hava blakað handklæðið í ringin og hava valt at strikað 1500 og 2000 metrar teinarnar. Hetta eru tekin um máttloysi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *