
Her síggja vit fýra útlendskar kvinnur, sum veruliga hava sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt.
Hondbóltskappingin er av, og føroyameistaranir funnir. Spælararnir, sum vunnu FM-heitið eru fegnir og hava óivað ikki enn fingið armarnar niður. Upplivilsi fyri lívið at vinna FM-heitið í bestu deildini. Sum fjølmiðlarmaður sært tú altíð inn í framtíðina og leitar eftir næstu søguni at skriva um. Nú bíða vit eftir at hoyra, um feløg skifta venjarar, og hvørjir spælarar skifta felag ella halda fram. Henrik Gerster heldur fram at venja menninar hjá VÍF, og Bogdan Florea sigur farvæl í Hoyvík og spælir við Team Klaksvík næsta kappingar. Í næstum koma fleiri slík tíðindi.Skulu hondbóltsfeløg gera seg galdandi í føroyskum topphondbólti, má útlendskur styrkur fáast til vega, tí tað er útlendski styrkurin, sum ger av, hvat liðið vinnur FM-heitið. Sjón fyri søgn um hetta seinastu fimtan árini og eisini í 2014. Tí er eingin ivi um, at feløg, sum ætla sær at spæla um “gullið” í 2015 mugu í hesum døgum fáa at vita, hvørjir spælarar halda fram næsta kappingarár, tí hvørt ár fara ungfólk av landinum í lestrarørindum. Ja, longu nú veit eg um lyklaspælarar, sum ikki spæla næsta kappingarár.
Fara vit fyrst til mansliðini, so vita vit, at útlendsku spælararnir hjá Kyndli halda fram, tó er óivist um málverjan. Eingin ivi um, at útlendingarnir í Vestmanna halda fram, og at Niklas Selvig eisini næsta kappingarár spælir við KÍF. Havi hoyrt frá hoyvíksingi, at venjararnir halda fram, men Rúni Højgaard fer av landinum. Hvør verður so kósin hjá H71, eftir at Bogdan er farin til Klaksvíkar. StÍF hevur gott manslið, sum við núverandi manning kann gera seg galdandi. Hvat ætlar Neistin, sum í núverandi løtu ikki hevur manning til FM-finalupláss?
Heldur øll manningin hjá Kyndli fram í kvinnudeildini, spælir Kyndil eisini í FM-finalunum í 2015. VB má finna sær toppmálverja, skal liðið spæla um FM-heitið, og Stjørnan spælir ikki í FM-finalunum uttan meira útlendskan styrk, og StÍF má eisini fáa styrk, um liðið skal longur upp á stigatalvuna. Spælir Durita Ljósstein eisini við VÍF næsta kappingarár, og halda venjararnir fram og øll manningin. Við núverandi manning er VÍF eisini næsta kappingarár eitt topplið.
So er tað Neistin, sum við Barbaru Braur vann trý FM-heitið á rað. Tað er ikki nóg mikið, at Jacklin Durhuus gerst toppskjútti, Eg veit, at Neistin leitar eftir málverja og einum útlendskum útispælara, men enn veit eg ikki, hvussu gongst við hesum. Ætlar Neistin at spæla um FM-heitið næsta kappingarár, so má nýggj kós setast, sum ger mun. Spennandi at fylgja við næstu dagarnar ella vikurnar, hvørja kós liðini í bestu hondbóltsdeildini seta til tess at fáa góð úrslit næsta kappingarár. (Vagnur)