
Her síggja vit fýra útlendskar kvinnur, sum veruliga hava sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt.
Hondbóltskappingin er av, og føroyameistaranir funnir. Spælararnir, sum vunnu FM-heitið eru fegnir og hava óivað ikki enn fingið armarnar niður. Upplivilsi fyri lívið at vinna FM-heitið í bestu deildini. Sum fjølmiðlarmaður sært tú altíð inn í framtíðina og leitar eftir næstu søguni at skriva um. Nú bíða vit eftir at hoyra, um feløg skifta venjarar, og hvørjir spælarar skifta felag ella halda fram. Henrik Gerster heldur fram at venja menninar hjá VÍF, og Bogdan Florea sigur farvæl í Hoyvík og spælir við Team Klaksvík næsta kappingar. Í næstum koma fleiri slík tíðindi. Læs resten








