370 ross eru í Føroyum, og 65 av teimum eru føroysk

Føroyska rossið við fyli avmyndað við Vesturkirkjuna. (Mynd Vagnur)

Eingi hagtøl finnast um ross í Føroyum, tí setti eg mær fyri at kanna, hvussu nógv ross í veruleikanum eru í landinum. Eg kom fram til, at umleið 370 ross eru í Føroyum, har størsti parturin eru íslendsk ross. Nøkur ross eru blandaði, nøkur eru norsk, og so hava vit hesi 65 føroysku rossini, sum fólk vilja varðveita. Í 60 árunum góvust føroyingar at brúka rossini sum vinnuross. 

Eg ringdi til Royndarstøðina í Kollafirði at spyrja, um tey vistu, hvussu nógv ross eru í Føroyum, men tað vistu tey ikki rættiliga at siga mær, men bóðu meg spyrja hjá Føroya Ríðingarfelag, Føroysk Íslandsrossafelag, Vága Ríðingarfelag, leggja 60 ross aftrat, sum eru aðrastaðni í landinum, og síðani telja tey 65 føroysku rossini við í roknistykkið, so hevur tú umleið talið av rossum í Føroyum, var svarið. Og eg so gjørdi.

Rossini avmyndað í Bø í Vágum. (Mynd Vagnur)

Eg fekk at vita, at úti í Havnardali eru 180 ross, har 140 ross eru íslendsk, 20 eru norsk og 20 eru blandaði ross. Úr Vágum fekst at vita, at 65 ross eru í oynni, har flestu rossini eru íslendsk, men eisini einstøk blandaði ross. Leggja vit so tey 60  rossini, sum eru aðrastaðni í Føroyum og leggja aftrat tey 65 føroysku rossini, so eru umleið 370 ross í Føroyum.

Sum ungur plagdi eg onkuntíð at vera á Velbastað hjá Brekkstein og hjálpa til at koyra gras í súrhoyggjabrunn. Hjá Brekkstein var alt gras koyrt av bønum við hestavogni og síðani í brunnin. Fyri arbeiðið slapp eg at lána ryssuna, og nakrar ferðir reið eg til Havnar eftir loknan arbeiðsdag.

Eg minnist eisini Kornelius Reinert koma heim eftir Landavegnum á veg heim á Meiaríið við mjólkadunkum í hestavongi. Hetta var vanlig mynd at síggja kring landið í 50 árunum og fyrst í 60 árunum.

Men tíðir broytast, og maskinur tóku yvir arbeiðið hjá rossunum. Traktorurin kundi fara allastaðni í bønum, og nú síggja vit nýmótans sláimaskinur og ballumaskinur gera skjótt av í bønum. Eftir stuttari tíð er bøurin sligin, grasið raka saman og ballað í stórur ballir.

Fólk hava tikið seg saman at varðveita føroyska rossið. (Mynd Vagnur)

Tey 370 rossini, sum eru í Føroyum, verða øll brúkt í frítíðarvirkseminum hjá fólki. Stór felagsfjós eru tildømis bygd úti í Havnardali við stórum virksemi, og tú kanst læra at ríða hjá Berg hestum í Maknagili. Í Vágum er nógv virksemi, og koyrir tú kring landið, sært tú fólk á rossabaki.

Vágamaður segði mær, at tað eru mest ung ross, sum verða slept í hagan um summarið, men tey royna altíð at fáa rossini heim um heystið, áðrenn menn fara á fjall. Fyrr í tíðini kundu ross ganga í haganum alt árið, og tað eru frá hesi tíðini, føroysku rossini stava. Síðani í 1985 hevur eingin greðingur gingið í haganum í Vágum til tess at sleppa undan at blanda rossini. Ella rættari sagt, at vit sjálvi stýrar, hvørji fyl koma undan.

Á heimasíðuni hjá “Føroysk ross” stendur at lesa: “Føroyar hevur enn sítt egna rossaslag. Føroyska rossaslagið, sum hevur verið í Føroyum óblandað í eini 1000 ár, mundi útdoyð. Nú eru íalt 63 livandi rein føroysk ross. Helst skal talið upp á eini 200 aliross, áðrenn tey eru rímiliga trygg ikki at doyggja út”.

Føroyingar hava keypt nógv ross úr Íslandi, og mær er sagt, at tú kanst fáa íslendskt ross fyri 25.000 krónur ella 50.000 krónur, men skalt tú hava tær veruligt úrsvalsross, mást tú gjalda 100.000 krónur.

Við Vesturkirkjuna í Havn ganga tvey føroysk spøk ross við fyli, og sum eg havi tikið mynd av. Ikki eri eg nóg kønur til tess at síggja allar munir á føroyska rossinum og øðrum rossum, men føroysku rossini eru minni og meira lágbeint, og fylini eru lodnari enn onnur fyl, eg havi sæð. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply