Samanhaldið og royndirnar tryggjaðu KÍF meistaraheitið

Mansfinalurnar vóru bæði væl spældar og harvið eisini spennandi. (Mynd Álvur)

Mansfinalurnar vóru bæði væl spældar og harvið eisini spennandi. (Mynd Álvur)

Óróið í KÍF hópinum herfyri førdi til, at KÍF spælarar, venjarar og leiðsla veruliga funnu saman og settu málið at endurvinna FM-heitið. Og hetta eydnaðist. Claus Rasmussen sær allar hondbóltsdystir, og sá eisini báðar mansfinaludystirnar. Eg havi spurt Claus, hví júst KÍF vann FM-heitið og ikki VÍF. – Eg eygleiddi báðar finaludystirnar á mín hátt, og eg sá tíðuliga í báðum dystunum, at KÍF spælararnir allir í felag vildu meira enn summir VÍF spælarar. Um tað var spenningurin , sum darvaði VÍF spælarum, veit eg ikki, sigur Claus og heldur fram.

– Tað var ógvuliga áhugavert at fylgja beinkinum hjá KÍF, har eg sá, hvussu nakrir lyklarpersónar á vøllinum og lyklapersónar á beinkinum arbeiddu saman. Spæligleðin, og tað at loysa hesa stóru uppgávu, lýstu úr øllum KÍF hópinum bæði á beinkinum og úti á vøllinum. KÍF spælararnir høvdu serliga í Vestmanna eitt sindur meira yvirskot enn VÍF. Nú skulu vit minnast til, at KÍF spælarar hava seinnu árini verið í fleiri  FM-finalum og steypafinalum, og seinasta ár vann liðið greipuna. Royndirnar hava ómetaliga stóran týdning júst í slíkum tøttum finaludystum, sigur Claus.

– Tá ið tað er sagt, so kundi VÍF vunnið FM-heitið, tí javnleikur var í Vestmanna, og KÍF tryggjaði sær FM-heitið í seinastu sekundum í Kollafirði. Men vit skulu minnast til, at KÍF í Kollafirði var á odda við fimm málum um miðjan seinna hálvleik, og at VÍF í Vestmanna fekk javnleikin í seinastu sekundunum. Eg merkti bæði í Vestmanna og í Kollafirði, at KÍF hevði alla tíðina lítið yvirtak og fór at fara við FM-heitinum. Tað er henda kenslan, tú situr við alla tíðina, og mangan veitst tú ikki, hví tú hevur hesa kenslu, hon er bara har.

– Eg fái ótrúliga nógv burturúr at eygleiða spælarar og venjarar á beinkinum og sjálvandi úti á vøllinum. Kropsmálið, og hvussu venjarar og spælarar laga taktikkin til ávísu løturnar í dystinum. At enda kann eg siga, at eg framvegis siti við kensluni eftir at hava sæð báðar finaludystinar, at KÍF hópurin samanlagt í báðum dystunum vildi meira enn VÍF-hópurin. Orsøkin er kanska, at KÍF spælararnir hava roynt hesar støður so mangan ferðir seinnu árini bæði í viðgangi og mótgangi, sigur Claus at enda.

Heimasíðan ynskir KÍF hjartaliga til lukku við FM-heitinum. Tit funnu saman eftir óró í hópinum, hetta er ein dygd í hondbóltsspælinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *