Kyndilskvinnur vunnu uppiborið FM-heitið 2014, men hví?

Simona , Agnas og Liljan í seinna FM-finaludystinum.

Simona , Agnas og Liljan í seinna FM-finaludystinum.

Lat vera sagt beinanvegin, at eg sá ikki FM-finalurnar, men lurtaði eitt sindur í útvarpinum. Mínir tankar fyri FM-finalurnar vóru, at Kyndil fór at vinna FM-heitið, tí álopsspælið hjá VÍF er slett ikki nóg gott til tess at vinna á góðu kyndilsverjuni og góða kyndilsmálverjanum. Álopsspælið hjá Kyndli er ikki betri enn í fjør, men Andreas og Sophus hava skipað verjuspælið hjá Kyndli betur í hesum kappingarárinum, tí vinnur Kyndil FM-heitið. Fekk hugskotið at skriva hesa grein, tá ið eg fekk sendandi málfátækasta dómaraseðilin, eg nakrantíð havi sæð í einum kvinnudysti.Tá ið eg sigi, at Kyndil vinnur uppborið FM-heitið, so hyggi eg at hagtølunum, sum siga, at Kyndil og VÍF hava í vetur spælt átta dystir hvør ímóti øðrum. Fýra dystir í grundspælinum, tveir í steypakappingini og tveir FM-finaludystir. Kyndil vinnur seks dystir og VÍF tveir dystir. Eg haldi, at vit øll sóu skriftina á vegginum longu fyrsta dystin millum Kyndil og VÍF. Kyndil vann 19-13 í Havn. Nakað seinni spældi Kyndil og Neistin 15-15, so vit fingu her longu ábendingina av góðu kyndilsverjuni og góða kyndilsmálverjanum.

Tankarnir leita nú fyrst til ein hálvleik, eg sá í Gundadalshøllini millum bestu gentuliðini hjá Kyndli og Neistanum. Nógvir frálíkir spælarar, men okkurt var spinnandi galið á báðum liðunum. Eg sá ikki eitt veruligt langskot ella hopskot allan hálvleikin. Tað vóru bara skjótálopsmál og mál eftir gjøgnumbrot ella frá veinginum. Spælarar vóru spældir upp til skot, men teir skutu ikki, sjálvt um kanska ein einsamallur verjuspælari stóð á 6-metirinum. Okkurt má vera spinnnandi galið við venjingini og hugburðin til hondbóltsspælið nú á døgum.

So hyggi eg niður á dómaraseðilin frá seinna FM-dystinum millum Kyndil og VÍF í gjár. Fátækur dómaraseðil serliga í fyrra hálvleiki. Hálvleikstøðan 5-4 til Kyndil. Hetta vóru hálvleikstøður, tá ið kvinnuliðini í vátveðri spældu á grúsvøllum uttandura í 1960-árunum. Eg hoyrdi útvarpsviðmerkjaran siga ferð eftir ferð, at spælarar brenna ov nógv og missa ov nógvar bóltar. 75% av øllum kvinnuspælarum í Føroyum duga ikki at lesa málverjan av, tá ið tær eru fríar við honum. Tær duga ikki at bíða til tess at vita, um málverjin hoppar upp ella hann bíðar á linjuni eftir skotinum. Nógvir spælarar duga heldur ikki at skjóta bóltin í gólvið ella undir málverjan, sum hoppar upp. Tær skjóta mest beinleiðis skot, sum eru løtt hjá góðum málverjum at lesa av. Tí verða so nógv skot “brend”.

Eg hevði unt VÍF at vunnið dystin í gjár, so vit fingu enn eina spennandi triðju FM-finalu, sum Kyndil óivað hevði vunnið. Men VÍF tekur ikki av. Má siga, at tá ið eg hoyrdi í fjør summar, at Durita Ljósstein og Durita Christophersein skulu spæla við VÌF og Agnas Olsen koma aftur, so talaði alt fyri eini sterkari VÌF bakketu, tí Liljan var framvegis har. Men VÍF kann ikki vinna eina FM-finaludyst ímóti Kyndli, tá ið Durita L og Durita C bara skjóta eitt mál hvør. Simona Petersen hjá Kyndli skjýtur tíggju mál í Vestmanna og fimm mál í gjár. Her er munurin.

Síðani endi eg við at venda aftur til ein spælarar sum Barbaru Brauer. Tá ið bestu kvinnuliðini í gjár ikki megna at skjóta nøkur langskot, so gerast dystirnir ein “bardagi” inni í 3-metrinum við fáum málum, har vit síggja flatar verjur, hondbóltsspælið slett ikki koyrir, og dysturin gerst keðiligur at hyggja at. Øðrvísi er við skjúttum sum Barbara Braur. Vardu liðini flatt ímóti Neistanum, so hoppaði Barbara upp uttan fyri 3-meturin og langaði bóltin í málið. Royndi lið at mansverja Barbaru, so skræddi hon seg leysan og fekk mótspælara útvístan. Ja, og vantaði Neistin nøkur mál, so varð stilla upp til 3-metrar. Slíkir spælarar finnast ikki í Føroyum.

Mín niðurstøðu er eftir at hava sæð kvinnuliðini seinnu árini, at okkurt er spinnandi galið við hondbóltsvenjingini. Nógvir “bóltflytarar”, men eingir skjúttar. Simona Petersen, Kyndil, hevur nú vunnið FM-heitið við tveimum ymsum feløgum Stjørnuni og Kyndli og steypafinaluna við Tjaldri. Kristina Griksaite vinnur FM-heitið í tveimum feløgum Stjørnuni og Kyndli. Eg spyrji meg sjálvan, hvussu tað ber til, at líka síðani 1998 hava tað verið útlendskir spælarar, sum hava gjørt av, hvar FM-heitið endar. Liðini, sum finna sær bestu útlendingarnar, vinna FM-heitið. Duga vit ikki nóg væl at uppala okkara egnu spælarar. Her er veruliga nakað at hugsa um í okkara hondbóltsverð? Til lukku enn einaferð til kyndilskvinnur. Tit vóru væl fyrireikaðar til kappingarárið, tit hava verið óførar allan vetur og tí standa tit við FM-steypinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *