Neistagentur eru farnar umborð á 5-mannafarið Sílið

Sílið gentur. (Mynd Vagnur)

Sílið 5-mannafar gentur. Bakborð nærmast Unnur Weihe, so Barbara Nólsoy og Rannvá á Dunga. Fremst róðurskvinnan Durita Augustinussen. Stýriborð nærmast: Súsanna Mørk, so Rannvá Eyðunardóttir og Sigrid Ísheim. (Mynd Vagnur)

Hondbóltskappingin í yngru deildunum er av, men venjarin Regin Holm Poulsen hevur eggjað neistagentum at fara umborð á kappróðrarbát í summar, so tær eru væl fyri, tá ið hondbóltsvenjingin byrjar aftur í august mánað. Genturnar eru í góðari hondbóltsvenjing, men eingin hevur áður róð. Tær hava vant innandura í nakrar vikur, og í seinastu viku vóru tær fyrstu ferð í bátinum. Illa hevur viðrað, tí sluppu tær ikki í bátin aftur fyrr í kvøld mánakvøldið.

Eg var á Álekeri, tá ið hesar ungu fegnu genturnar fóru í bátin fyri aðru ferð. Afturi í rong sat róðurskvinnan, men frammi í rongini sat hondbóltsvenjari, sum vann FM-heitið við Sílinum fyri nøkrum árum síðani. Einar Martin Hjalt Jacobsen legði gentunum lag á í kvøld, men tað er Regin Holm Poulsen, sum hevur høvuðsábyrgdina av gentunum. Bæði Einar Martin og Regin eru hondbóltsvenjarar og hava eisini róð sjálvir. Áralagið hjá gentunum var bara heilt gott. Havnar Róðrarfelag hevur tvær gentumanningar við í summar.

Neistagenturnar manna Sílið, og genturnar, sum róðu barnaróður í fjør við Títlingi, manna Drekan. Hesar gentur rógva væl, men eru sjálvandi ungar. Treytirnar at rógva við 5-mannafari við gentum er, at rógvari skal ikki fylla átjan ár í róðrarárinum. Genturnar umborð á Drekanum og Sílinum kunnu eisini rógva við bátunum næsta ár.

Á Havnarvág síggjast nú fleiri og fleiri bátar bæði hvítir, reyðir og bláir. Havnar Róðrarfelag hevur altíð ársaðalfund flaggdagin, og áður vórðu bátarnir eisini flotaðir henda dagin. men hetta var broytt fyri nøkrum árum síðani. Bátarnir verða vanliga flotaðir fyrst í apríl mánað alt eftir, hvussu róðrarlíkindini eru. Felagið eigur nógvar bátar, men eins og hjá øðrum róðrarfeløgum kring landið, stendur á at fáa manna allar bátarnar.

Havnarbáturin er mannaður, eisini er Gongurólvur mannaður við monnum og eldri kvinnum. Drekin er mannaður við dreingjum, síðani eru áðurnevndu gentumanningarnar umborð á Drekanum og Sílinum,  og so barnamanningar. Eins og í fjør vónar felagið at fáa manna eitt 5-mannafarið Drekan við kvinnum, sum róðu nakrar stevnur í fjør. Seinni í summar síggja vit eisini Havnarbátin við eldri monnum rógvu um FM – heitið og kanska kemur onkur manning aftrat seinni. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *