Seinasta umfarið í bestu mansdeild hevði ikki tann heilt stóra áhuga millum manna, tí einki lið flytur niður, og KÍF og VÍF spæla FM-finalurnar. Tó var eitt sindur av spenningi um bronsuheiðursmerkið, tí StÍF skuldi vinna á Neistanum til tess at tryggja sær bronsuna, og KÌF spældi til tess at tryggja sær fyrsta plássið í grundspælinum og harvið tryggja sær møguligan til ein eyka heimadyst í FM-finalunum. Alt fall á pláss, sum vit roknaðu við fyri dystirnar. KÍF vinnur grundspælið, tí liðið er betri enn VÍF í innanhýsis stigum, sjálvt um VÍF hevur størri málmun.
Longu á nýggjárinum metti Hvannrok.fo, at KÍF og VÍF komu at spæla FM-finalurnar. Men øll mansliðini standa og falla við einstøkum spælarum. Bæði KÍF og VÍF komu í mótvind í seinnu hálvu, og knappliga vóru FM´- finaluplássini í vanda. Áki Egilsnes hjá VÍF bleiv skaddur, og VÍF tapti tríggjar dystir á rað. Óró var í KÍF hópinum, har Jacob Jónsson millum annað varð uppsagdur sum venjari. Men bæði KÍF og VÍF fótaðu sær aftur og vunnu sær trygd FM-finaluplássini.
Niðast er endaliga støðan í grundspælinum, men eg havi til stuttleika funnið støðuna fram seinasta umfar fyri jól. Og her eru tað KÍF og VÌF, sum liggja á FM-finalukós. Á jólum sær ikki gott út hjá Kyndli og Neistanum, men H71 og StÍF eru framvegis við. H71 viknaði eftir nýggjár, men longu frá kappingarbyrjan sást, at liðið vantaði spælstýraran Rógva Sørensen, sum var farin av landinum. StÍF var ógvulig skiftandi alla kappingina, og eg øtaðist, tá ið StÍF tapti 38-25 á heimavølli fyri Kyndli.
Neistamenn hava ikki nóg góða manning til tess a liggja í toppinum. Eins og í fjør argar Neistin hini liðini, og serliga hevur Neistin havt gott tak á Kyndli, ja, og liðið vann á útivølli á VÍF. Kyndil kláraði seg betur eftir nýggjár enn fyri nýggjár. Sigtór er komin aftur á Kyndilsliðið, og liðið sýnist at vera væl fyri nú grundspælið er av. Eg vil siga tað soleiðis, at vann Kyndil ikki steypakappingina, so var kappingarárið hjá Kyndli eitt vónbroyt, tí liðið hevur spent seg út við trimum útlendskum spælarum.
Hvør vinnur FM-heitið? Torført at spáa um, men KÍF sýnist at hava fótað sær aftur. Men eg haldi tó, at KÍF má spæla upp til sítt allar besta til tess at endurvinna FM-heitið. Liðini hava spælt tríggjar dystir hvør ímóti øðrum í grundspælinum. KÍF vann tríggjar dystir á VÍF 30-27, 31-26 og 30-29. VÍF vann ein dyst 38-30 á KÍF í grundspælinum. Latum okkum vedda: VÌF er lítil favorittur at vinna FM-heitið (55-45)%. Beint niðanfyri sæst støðan 20. desember 2013.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 11 | 314 | 250 | 64 | 17 |
| 2 | VÍF | 11 | 300 | 256 | 44 | 15 |
| 3 | H71 | 11 | 306 | 274 | 32 | 14 |
| 4 | StÍF | 12 | 307 | 275 | 32 | 13 |
| 5 | Kyndil | 11 | 284 | 276 | 8 | 12 |
| 6 | Neistin | 11 | 254 | 276 | -22 | 7 |
| 7 | Team Klaksvík | 11 | 213 | 371 | -158 | 0 |
KÍF – H71 31 – 28 (18-16) Dómarar: Ragnar Simonsen og Birgir Sondurm
Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 7, Nicklas Selvig 6, Janus Jacobsen 4, Magnur Müller 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Rúni Jensen 2, Teitur Joensen 1, Rógvi Weihe 1, Jákup Trygvason 1 og Ási Dam 1
Málskjúttar H71: Bogi G. Davidsen 7, Rúni Højgaard 5, Bogdan Florea 5, Hans Kári Hansen 3, Jónas Djurhuus 3, Sigmundur Dahl 2, Hallur Biskopstø 2 og Sigmundur Nolsøe 1
Kyndil – Team Klaksvík 37 – 23 (23-9) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum
Málskjúttar Kyndils: Hørður SigÞórsson 10, Bjarni Sørensen 9, Finnur Hansson 6, Høgni Klein Olsen 4, Andrias Sólsker 3, Hans Áki Dal Christiansen 2, Ludvík Súnason 1, Bárður Abrahamsen 1 og Torvald Abrahamsen 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11, Dusko Petrusic 5, Beinur Heðinsson 4, Vilhelm Vilhelmsen 1, Andrias Ellingsgaard 1 og Beinir Johanesen 1
StÍF – Neistin 31 -26 (13-10) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justiunussen 12, Allan Norðberg 5, Marius Joensen 4, Jóhannus Olsen 3, Kjartan Johansen 2, Borgar Danielsen 2, Steinar Prestá 2 og Pauli G. Hansen 1
Málskjúttar Neistans: Herbjørn Lava 6, Andras Joensen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Terji Mørk 5, Jugoslav Djumic 2, Aleks Buha 2 og Jón Ludvig 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 24 | 738 | 647 | 91 | 33 |
| 2 | KÍF | 24 | 708 | 624 | 84 | 33 |
| 3 | StÍF | 24 | 656 | 639 | 17 | 29 |
| 4 | Kyndil | 24 | 658 | 620 | 38 | 27 |
| 5 | H71 | 24 | 635 | 617 | 18 | 23 |
| 6 | Neistin | 24 | 642 | 697 | -55 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 609 | 802 | -193 | 6 |
