Kollfirðingar bæði spælarar, venjarar og ikki minst áskoðarar eru fegin í kvøld, tí KÍF at enda spældi seg í FM-finalurnar. Tíðliga í hesum árinum lá KÌF klárt til eitt FM-finalupláss, men so byrjaði at ganga niður á bakka. Men í kvøld ímóti Neistanum var eingin ivi. KÍF spældi frálíkt og serliga í fyrra hálvleiki, har liðið spældi tað spælið, sum KÍF er kent fyri. Skjótt og tekniskt gott álopsspæl.
Liðini fylgdust fyrsta korterið, har eitt, tvey mál vóru á muni, men dysturin varð mest sum avgjørdur seinna korterið í fyrra hálvleiki, har KÍF alla tíðina dró frá til hálvleikstøðuna 24-17. Úr Kollafirði verður sagt, at KÍF helt fram í seinna hálvleiki, har liðið slepti í fyrra hálvleiki. Neistamenn sýntust at hava givið upp, tí miðskeiðis í hálvleikinum vóru tíggju mál á muni. 34-24. Hesi munur helt sær til dystarenda. 40-30 til KÍF.
Heimmildarmaðurin segði mær, at allir KÍF spælararnir vóru væl upplagdur frá fyrsta brígsli. Liðið vildi spæla seg í FM-finalurnar, og so var gjørt. Verjispælið hjá báðum liðunum kundi sjálvandi verið betri, men mangan gerst soleiðis í dysti, at tá ið liðini spæla skjótt spæl við nógvum skjótálopum og stuttum álopum, so koma nógv mál í dystinum. Ímóti VÌF í FM-finalunum leggur KÍF kanska ein heilt annan taktikk.
Nógv umrøddi spælarin Nicklas Selvig skeyt heili trettan mál, og hetta er honum væl unt. Hann spældi ein av sínum heilt góðu dystum, verður sagt. Og so síggi eg, at Hans Eli SigurBjørnsson, sum var fánaður nakað av ølllum rumblinum, skeyt heili tíggju mál. Til lukku KÍF við FM-finaluplássunum, nú gleða vit okkum til FM-finalurinar á páskum. (Vagnur)
KÍF – Neistin 40 – 30 (24-17) Dómárar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa
Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 13, Hans Eli SigurBjørnsson 10, Janus Jakobsen 7, Andrias Nielsen 4, Rógvi Weihe 2, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Vilhelm Magnussen 1
Málskjúttar Neistans: Terji Mørk 9, John í Innistovu 4, Jugoslav Djumic 4, Teitur Magnusson 3, Herbjørn Lava 3, Andras Joensen 3, Hjalti í Jákupsstovu 2, Jón Ludvig 1 og Aleks Buha 1
H71 – Kyndil 21 -29 (11-16) Dómarar: Heri Petersen og Eyðun Samuelsen
Málskjúttar H71: Jónas Djurhuus 5, Tróndur Arge 4, Bogdan Florea 4, Hans Kári Hansen 2, Birgir Poulsen 2, Rúni Højgaard 1, Bogi G. Davidsen 1, Sigmunur Nolsøe 1 og Hallur Biskopstø 1
Málskjúttur Kyndils: Bjarni Sørensen 8, Høgni Klein Olsen 7, Bárður Johannensen 4, Finnur Hansson 4, Hørður F. SigÞórsson 3, Andrias Sólsker 2 og Ludvík Súnason 1
Team Klaksví – VÍF 24 -40 (14-20) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11, Andrias Ellingsgaard 4, Otto Jacobsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Dusko Petrusic 2, Jens Pauli Mohr 2 og Beinir Johannesen 1
Máljúttar VÍF: Filip Jojic 9, Áki Egilsnes 6, Sámal Joensen 3, Julian Olsen 3, Mads Erikisen 3, Bjarni Djurhuus 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Andrias Erikisen 2, Teis Ramussen 2, Sjúrður Nielsen 2, John Nielsen 2 og Joen Pauli Høgnesen 1
| Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig | ||
| 1 | VÍF | 24 | 738 | 647 | 91 | 33 |
| 2 | KÍF | 23 | 677 | 596 | 81 | 31 |
| 3 | StÍF | 23 | 625 | 613 | 12 | 27 |
| 4 | Kyndil | 23 | 621 | 597 | 24 | 25 |
| 5 | H71 | 23 | 607 | 586 | 21 | 23 |
| 6 | Neistin | 23 | 616 | 666 | -50 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 23 | 586 | 765 | -179 | 6 |
