Herfyri varð kunngjørd veljarakanning, sum sjálvandi altíð skal takast við fyrivarni. Eitt er veljarakanning, sum er ein støðumynd, annað er, tá ið veljarin skal seta krossin valdagin. Tú skalt ikki vera serkønur í politikki at síggja, at núverandi samgonga missir undirtøku. Hetta byrjaði longu við flatskattaskipanini, har tey “ríku” fingu enn meira. Sálarklárt, at Sambandsflokkurin missir mest í veljarakanningini, tí flokkurin hevur framt nøkur smá sjálvmál í seinastuni, og at veljarar tí “fyribils” venda flokkinum bakið og flyta seg serliga yvir í Javnaðarflokkin, tí hvar skulu veljararnir annars fara?
Eingin ivi er um, at serliga orðini hjá Lisbeth Petersen herfyri viga tungt í afturgongdini í Sambandsflokkinum, sum sambært sambandsfólki er snaraður alt ov nógv til høgru. Síðani eru tað sjálvmálini hjá løgmanni, sum stuðlaði kostnaðarmiklu privatu tunnilsloysnini, Johan Dahl, sum ikki megnar at halda skil í Strandferðsluni og Bjørn Kalsø, sum ikki megnaði at fyriskipa trygga landsroynd hjá skúlanæmingum herfyri, har ein tøkningur í Kanada fær skuldina. Slíkt telur alt niður í atkvøðum.
Men tá ið hetta er sagt, kunnu vit vera vís í, at sambandsatkvøðurnar, sum í veljarakanningini serliga eru farnar í Javnaðarflokkin, eru flestu bara læntar atkvøður. Var løgtingsval í dag, gjørdist valúrslitið ikki tað, sum veljarakanningin vísir. Tá ið krossurin skal setast, hugsa fólk heilt øðrvísi. Tá er stórur partur av ónøgdini gloymdur, og atkvøðurnar flestar fara har, sum tær plaga at fara. Hetta vísir politiska søgan. Flokkur missir kanska ein og í mesta lagi tveir løgtingssessir, sum seinni koma á pláss aftur. Hetta vísir eisini politiska søgan.
Føroyingur ynskir ikki stættamun, og hetta vísti stóra kravgongan í fjør, har túsundtals fólk gingu oman á Vaglið. Og hetta kemur eisini at síggjast aftur á næsta løgtingsvali. Bárður Nielsen úr Sambandsflokkin rópar nú varskó, men tað kann tykjast løgið, at varskóið kemur so seint, tí hvørt mansbarn veit, at sjálvt um tað er Sambandsflokkurin, sum eigur løgmann, so er tað Fólkaflokkurin, sum hevur maktina í Føroyum, og tað hevur flokkurin havt seinastu tjúgu árini.
Føroyar spinna í løtuni gull í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni, tvey vinnuøkið, sum fylla nógv í hugaheimnum hjá vanliga fólkinum. Politiski spurningurin í framtíðini er, hvør skal fáa ágóðan av millarda upphæddunum frá hesum vinnum. Eisini verður tosa millum manna um fiskiloyvi, sum vera seld millum reiðaríir og persónar, har einstaklingar forvinna stórar upphæddir. Hvør eigur í veruleikanum hesi fiskiloyvini landið ella reiðaríini? Spennandi at fylgja politisku gongdini næstu tíðina. (Vagnur)
