Klaksvíkingur brýtur lógina um trygd umborð á kappróðrarbáti

hjhjhjh

Samanlagt 10.000 krónur í bót, tí bara ein rógvari í vesti. (Mynd Norðlýsið)

Manningin umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi mugu halda mær til góðar, men tað pínur mítt róðrarhjarta í dag at síggja nógvar myndir av Klaksvíkingi í Norðlýsinum, har bara bátsformaðurin Svein Rógvi Nielsen rør í vesti, sjálvt um tað stendur tíðuliga og greitt í lógini, at øll kappróðrarfólk skulu rógva í vesti.

Á sjómannadegi datt drongur fyri borð, tá ið tey skipaðu fyri vatnkríggi á vágni í Klaksvík. Nógv varð skrivað í fjølmiðlunum um hendingina, men tað sær ikki út til, sum hetta rýnur við manningina umborð á Klaksvíkingi. Sjálvandi skal flaggskipið í føroyskum kappróðri vera fyrimynd á sjónum, tá ið talan er um trygd og um at halda kunngerðina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Alt annað er vánaligt og ússaligt, og so er líka mikið fyri meg, um Klaksvíkingur vinnur á norðoystevnu ella ikki.

Her er trygdin í lagi.

Her er trygdin í lagi.

Kemur gummibátur hjá Fiskiveiðueftirlitinum fram á kappróðrarbát, og rógvarar ikki rógva í vesti, fellir hamarin uttan ávaring á staðnum. Sama skipan sum parkeringsbøtur, men bótin til einstaka rógvaran er 1000 krónur, sum hann skal gjalda sjálvur. Letur rógvarin vera at gjalda bótina, fer málið víðari til løgregluna. Eg havi nú í eini tíggju ár skrivað óteljandi greinar um trygd á sjónum fyrst á heimasíðuni drekin.fo og nú á hvannrok.fo. Ein bati er at hóma, men tó skíta fleiri rógvarar framvegis á kunngerðina um trygd á sjónum.

Vesturin er lættur og órógvar ikki róðurin.

Vesturin er lættur.

Skulu vit fáa tey ungu at halda kunngerðina um trygd, mugu tey eldru slóða fyri, tað veri seg “flaggskipið” í róðrarflotanum úr Klaksvík og eisini aðrir bátar. Mín vón er, at fiskiveiðueftirlitið, sum hevur annað arbeiði at gera enn at jakstra kappróðrarbátar, leggur á borðið hjá Klaksvíkingi og gevur monnunum bøturnar, sum teir hava uppiborið. Eitt er Klaksvíkngur, men tað snýr seg eisini um Havnarbátin og aðrar bátar, har serliga menninir svíkja. Kunngerðina kunnu rógvararnir lesa niðanfyri. Kunngerðin er gjørd í samstarvið millum Róðrarsambandið og Fiskiveiðuseftirlitið.

Nýtt kappingarár er byrjað og eg vóni inniliga, at rógvarar og nevndarlimir lesa kunngerðina niðanfyri. Óivað fái eg onkra negativa viðmerking um hesa grein, men tað rørir meg ikki, tí at so leingi eg skrivi um kappróður, vendi eg aftur og aftur til álvarsmálið um trygd umborð á kappróðrarbátum. Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. (Vagnur)

KUNNGERÐ NR. 66 FRÁ 12. JUNI 2008 UM BJARGINGARÚTGERÐ Á KAPPRÓÐRARBÁTUM

Kunngerð nr. 66 frá 12.06.2008 ‘); document.writeln(”); } //–>

Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir

Nr. 66 12. juni 2008

Við heimild í §§ 5, 9 og § 9 a í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum

bátum og førum undir 20 tons (BT), sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 2008, verður

ásett:

§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum

góðkendum bjargingar-vesti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir

vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini at vera í

vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

Stk. 3. Felagið, ið báturin rør fyri, skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir

bjargingarvest sbrt. stk. 1 og 2.

§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:

1) kumpass,

2) pøs ella eyskar at oysa við,

3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og

4) floytu ella blásilúður.

§ 3. Við bót verður tann revsaður, sum ikki er í góðkendum bjargingarvesti sbrt. § 1, stk. 1 og stk.

2, 2. pkt.

Stk. 2. Felagið, ið báturin rør fyri, verður revsað við bót fyri brot á § 1, stk. 2, 1. pkt., § 1, stk. 3 og

§ 2.

Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið kann avgera revsimálið við sektaruppskoti eftir reglunum í grein 9 a í

lógini.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð

nr. 64 frá 17. mai 2006 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

Fiski- og Tilfeingismálaráðið, 12. juni 2008

Tórbjørn Jacobsen (sign.)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *