H71 yvirhálar nú Neistan og Kyndil á dreingja- og manssíðuni

Mynd HSF.

Mynd HSF.

U20 landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen hava tikið út spælararnar, sum í døgunum 21. til 25. mai skulu spæla IHF Trophy kapping í Andorra. Tá ið eg sá nøvnini á teimum fjúrtan landsliðsspælarunum, kundi eg bara enn einaferð staðfesta tað, sum eg í nøkur ár havi havt varhugan av: H71 hevur nú veruliga yvirhálað Neistan og Kyndil á dreingja- og manssíðuni, tí meðan ein neistaspælari og eingin kyndilsspælari eru á  U 20 landsliðnum, eru seks H71 spælarar, tríggir vestmenningar, tveir strandingar og tveir útsetar. Her má ein klokka ringja onkrastaðni.

Eitt er U20 manslandsliðið, men tað sum verri er, er at framtíðin hjá manshondbóltinum í Neistanum og Kyndli er í vanda. Vit kunnu bara hyggja í ymsu deildirnar. Hondbóltsmynstrið í Suðursteymoy er broytt nógv seinastu árini, tí serliga H71 er ómetaliga nógv ment á dreingja-og manssíðuni. Nógvir fólk býr í Hoyvík, har eru tveir stórir skúlar, og ungdómurin streymar til H71. Á Argjum er nýtt hondbóltsfela ÍA, og fær felagið um ikki ov langa tíð ítróttahøll og rætt verður atborið, so mennist ÍA við rúkandi ferð, tí á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk.

Í gentu-og kvinnudeildunum stendur væl til hjá Neistnum og Kyndli.

Í gentu-og kvinnudeildunum stendur væl til hjá Neistnum og Kyndli.

Hvat so við Neistanum og Kyndli? Sjálvandi er pláss fyri fýra hondbóltsfeløgum í Suðurstreymoy, tá ið hugsað verður um fólkatalið. Men vit kunnu staðfesta, at veruligir veikleikar eru at hóma bæði í Neistanum og Kyndli, tá ið talan er um dreingja-og mansspælarar. Nevnast kann, at Kyndil einki dreingir 14 ár hevði við í kappingini, tí nakrir av dreingjunum fóru út á Argir at spæla. Neistin hevði einki dreingir 16 ár við kappingini. Hetta eru serligu vandatekini. Fara vit til dreingir 18 ár, so hevði Kyndil einki lið og Neistin lá niðast við ongum stigi í deildini. Tó kann nevnast, at Kyndil var væl við í dreingjum 16 ár og Neistin væl við í dreingjum 14 ár.

Fara vit til liðini í bestu deildini og í 1. deild hjá monnum, eru veik tekin at hóma. Ungir spælarar kunnu bæði spæla í bestu deildini og 1. deild. Kyndil vann sær bronsu í 1. deild, men spældi ikki FM-finalur í bestu deildini. Neistin var niðast í 1. deild og næstniðast í bestu deildini. Hjá Kyndli skulu vit minnast til, at felagið stóð mest sum við ongum Atlantic Airways liðið eftir kappingarlok í 2013. Hetta segði spælandi venjarin mær. Kyndil fekk bara hampuligt lið, tí útlendingar vóru fingnir á liðið. Neistin hevði eisini tveir útlendingar, men hvørki Kyndil ella Neistin náddu FM-finalurnar.

Nøkur vandatekin eru at hóma á dreingja- og manssíðuni í Neistinum og Kyndli.

Nøkur vandatekin eru at hóma á dreingja- og manssíðuni í Neistinum og Kyndli.

Eg haldi ikki, at skuldin skal leggjast á fótbóltin, sum dregur spælarar til sín, ella venjingarumstøður, sum eru eins góðar í dag og seinastu tretivu árini. Venjingarumstøðurnar eru vorðnar betri, tí fótbólturin er farin úr høllini á Hálsi. Og H71 hevur ikki betru venjingarumstøður enn Kyndil og Neistin, tí hallartímarnir verða býttir javnt millum feløgini. Nakrir góðir hondbóltsspælarar hava øll árini valt fótbóltin frammum. Eingin ivi er um, at ein rannsakan má til í Neistanum og Kyndli, so feløgini einaferð í framtíðini ikki koma í støðuna, at tey ikki fáa mannað bestu mansliðini. Á kvinnusíðuni hjá Neistanum og Kyndli stendur nógv betri til, og eg havi varhugan av, at í løtuni leggja bæði feløgini meira dent á gentu-og kvinnudeildirnar. Vónandi fari eg skeivur. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *