Eg fekk nakrar myndir sendandi frá venjara at ungum neistaspælarum, sum næsta seinasta vikuskifti ídnir gingu á sandinum í Leynum og leitaðu eftir óruddi. Vendi mær til venjaran Jákup Hanusson,sum eigur hús í Leynum, og spurdi hann, hví júst so nógvir neistaspælarar ruddaðu á Leynasand, og Jákup sigur soleiðis um frálíku ferðina í Leynum..– Neistin hevur meldað lið til “Partille cup” í Svøríki, sum er størsta hondbóltstiltak í heiminum. Vit plaga at fara til Svøríkis annað hvørt ár, og í summar er níggju neistalið við í kappingini. Vit fara við flogfari úr Føroyum 28. juni til Keypmannahavnar og halda leiðina víðari í bussi til Gøtuborg í Svøríki. Hetta er lættur og einfaldur háttur hjá okkum at koma til Gøtuborg, og spælararnir fáa eisini nakað burtur úr busferðini, sum tekur hálvanfjórða tíma.
– Endamálið við ferðini í Leynum var at fáa tey fjúrtan og fimtan ára gomlu at kenna betur hvør annan. Talan var um tretivu spælarar, og so vit venjarar. Eitt lið gentur 14 ár, eitt gentur 15 ár og eitt gentur 15 ár vóru við í Leynum. Sluppu vit ókeypis at halda til í skúlanum í Leynum, vildur vit rudda teimum sandin. Ferðin eydnaðist avbera væl, má eg siga.
– Átakið byrjaði leygarmorgunin klokkan tíggju, tá Leynasandur varð ruddaður. Síðani var felagsmorgunmatur, og eftir morgunmatin vórðu spælarar býttir í fýra bólkar, har rennast skuldi úr Leynum fyrst niðan og so yvir á tjørnuna á Brekkuni. Á Nykutjørn, sum er navnið á tjørnuni, sluppu spælarar at rógva í fýra gummibátum. Á veg heimaftur endaðu spælararnir í Kollfjarðardali, á Kappanum, sum vit siga, og sum er nær við Effostøðini.
– Spælararnir vóru síðani koyrdir aftur til Leynar, har vit øll fóru at “grilla”. Súna Mørk og maðurin eiga hús í Leynum, og har sluppu spælarar eftir máltíðina í heita pottin hjá Súnu og teimum. Seinni um kvøldið, tað vil siga til langt eftir miðnátt, spældu vit øll ymisk spøl í skúlanum. Allar genturnar svóvu á skúlanum, meðan dreingirnir svóvu í øðrum húsi í bygdini.
– Vit sóu heilt skjótt, hvussu stóran týdning slíkt átak hevur fyri spælararnar, tí nú fóru yngru og eldru genturnar at fylgjast, og dreingirnir og genturnar funnu væl saman. Tey eru komin at kennast betur, nú tey saman skulu til Svøríkis at spæla hondbólt. Tey ungu vóru ómetaliga góð at fáast við, og tað hevur týdning, at tey øll læra at vera saman.
– Eftir morgunmatin sunnumorgunin varð farið oman á ruddiliga sandin at hugna sær, har ymist spøl vórðu fyriskipað. Seinnapartin hugnaðu spælararnir sær í skúlanum við ymiskum spølum, og um seks tíðina komu foreldrini eftir spælarunum. Frálík ferð í Leynum vóru øll samd um.
Tá ið eg síggi slíkar myndir, komi eg at hugsa um, tá vit ungu júst fyri hálvthundrað árum síðani fingu nýtt neistahús við uttandura vøllin í Gundadali. Tá styrknaði skjótt samanhaldið millum spælarar bæði dreingir og gentur. Nógv eru góðu minnini frá hesi tíðini í neistahúsinum. Myndirnar í Leynum tók venjarin Eyðun Rannváarsson, sum eisini skal til Svøríkis við neistaliðunum. (Vagnur)














