Ég síggi óivað kappróður øðrvísi enn aðrir áskoðarar, tí eg leiti altíð eftir heildarmyndini at skriva um. Enn einaferð varð staðfest, at tað gongur slett ikki nóg væl at avgreiða FM-róðrarnar, tí lítil tími var farin, áðrenn fyrstu dreingjabátarnir fóru um málið. Hetta kunnu vit ikki bjóða áskoðarunum á bryggjuni og kring landið. Seinna hjartasuffið er 6-mannaførini við monnum, har vit nú knappliga síggja Páll Fanga menn í flotanum og ein læntan Hvessing. Hesir menn skuldu heldur sitið umborð á Suðuroyingi og Klaksvíkingi og givið 10-mannafarinum Drekanum Reyða kapping. FM-kappingin hjá bæði 10-mannaførunum og 6-mannaførunum gerst avskeplað.
Tá ið tað er sagt, var avrikið frá Kringvarpi Føroya frálíkt, myndirnar góðar, frásøgnin góð og viðmerkingarnar góðar. Tó vantar at benda nøvnini rætt á nógv bátum. Hann rør tildømis ikki við Eysturoyinginum men við Eysturoyingi, tí báturin eitur Eysturoyingur. Ómetaliga áhugarvert at síggja nógvar av róðrinum, og serliga byrjaðuj dreingirnir væl, tí stór kapping gjørdist millum Blik og Fípuna Føgru, har Blikur helt leiðsluna frá byrjan til enda.
Hjá 6-mannaførunum við kvinnum hevði eg roknað við Sølmundi á heimasjógvi, tí báturin kláraði seg jú so væl á sundalagsstevnu. Erla kongsdóttir við kvinnum fekk í dag meira kapping frá serliga Havfrúnni, og heldur góða gongdin fram hjá Havfrúnni, kunnu vit rokna við enn javnari kapping næstu stevnurnar. Eg vónaði eftir sundalagsstevnu, at Jarnbardur við kvinnum fekk enn meira mótstøðu, men so var ikki. Jarnbardur vinnur allar róðrarnar í summar, so einfalt er tað.
Vakurt og áhugavert at síggja 6-mannaførini við monnum, har nógvir bátar lógu javnir fyrsta teinin. Seinni legði Páll Fangi seg á odda undir landinum, og við sær hevði hann serliga Hvessing, Jarnbard, Sølmund og Rádna. Henda róðurin sá´eg við blandaðum kenslum vitandi um, at umborð á Hvessingi og Páll Fanga eru rógvarar, sum heldur áttu at sitið umborð á Suðuroyingi og Klaksvíkingi og harvið givið Drekanum reyða meira kappping og okkum áskoðararum meira spennandi 10-mannafarsróður.
Umborð á Kvívíkingi rógva teir ómetaliga væl. Hesi longu og góðu tøkini, har tað sýnist róð umborð og tak á støðuni. Ikki tí, teir eru eisini góðir umborð á Knørri og Argjabátinum, meðan Miðvingur er nakað aftari. Eg havi eisini meining um 10-mannaførini, har Drekin reyði rør ómetaliga væl og vinnur tryggan sigur. Eg veit, at Eysturoyingur er mannaður av nýggjum, og at ungu menninir umborð á Havnarbátinum hava verið til próvtøku seinastu dagarnar, og at “eldri” menn rógva við Orminum.
Tú kanst ikki síggja vakrari róðrarmyndir enn at síggja 5-mannaførini við gentum rógva endaspurtin. Nógvir bátar ógvuliga javnir, og tað sá út, sum vinnarin seinast Drekin ikki fór at endurtaka sigurin á eystanstevnu, tí serliga Jallurin eitt skifti legði bláa stevnið framum. Men endaspurturin avgjørdi róðurin, har Drekin so spakuliga dró frá hinum, og at Fípan Fagra misti nógv í endaspurtinum og bleiv nummar fimm. Alt er ikki sagt næstu stevnurnar, tí kappingin er hørð frammi í oddinum hjá gentumanningunum.
Taka vit saman um FM-róðrarnar, so fingu vit tveir nýggjar vinnara á eystanstevnu, tá dreingirnir á Bliki bastu Fípuni Føgru. Væntandi var, at rógvarar av Klaksvíkingi í Páll Fanga fóru at vinna. Ja, so vóru vit vitni til, at 5-mannafarið Tekla úr Klaksvík hekk eftir í startinum. Dreingirnir róðu nakrar metrar, og so varð skotið av. Eins støðu sum við Gongurólvi á sundalagsstevnu, men tá varð ikki skotið av. Óskiljandi í míni róðrarverð. Einar Martin tók eisini nakrar myndir av barnaróðrinum, sum vit vísa nakað seinni. (Vagnur)








