
Áhugaverd mynd við Landavegin í 1920. Stóru hvítu húsini til vinstru eru postmeistarahúsini. (Mynd Fornminnissavnið)
Myndin omanfyri er fyri meg ógvuliga áhugaverd, tí hetta er einasta heildarmynd av økinum við Landavegin, eg havi sæð frá gamlari tíð. Abbi og omma mín Christian og Sigrid Christiansen bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Hugaligt at síggja grasfløturnar, har nú alt er bygt bæði sethús og nógvir almennir stovnar millum annað skúlar, fróðskaparsetur og heilsufrøðilig starvsstova. Eg havi prátað um myndina við mammu, sum er 98 ára gomul og er fødd við Landavegin. Hon býr á Ellisheiminum. Læs resten








