At taka myndir kann sammetast við at fara í fjørðin við snøri (e)

Hesi tjøldrini sýntust ikki at reiðrast, men tað verður óívað fyrsta dagin. (Mynd Vagnur)
Hesi tjøldrini sýntust ikki at reiðrast, men tað verður óívað fyrsta dagin. (Mynd Vagnur)

Leygarkvøldið koyrdi eg til Velbastaðar, setti bilin við ovara veg og spákaði í góðverðrinum oman á støðna. Har var blikastilli og dýrdarveður. Myndatólið hevði eg við mær, og tað er altíð spennandi at taka myndir, tí tú veitst ongantíð, hvussu úrtøkan verður. At taka myndir kann sammetast við at fara í fjørðin við snøri. Er nakar fiskur at fáa í dag, ella fara myndirnar at eydnast? Fegin ert tú, um myndirnar eydnast væl. Ikki eri eg nakar snillingur við myndatólinum, men av og á eydnast væl og aðrar tíðir minni væl. Torførast er at taka myndir úti sóldagar, tí ljósið er bjart, og við sólini koma skuggar a myndirnar. Leygarkvøldið var frálíkt myndaveður. (Skrivað12. august 2014)

Óteljandi ferðir havi eg spáka mær oman á støðna á Velbastað, tí har er so ótrúliga vakurt í allar ættir. Tú sært út í Hest, í Vágar, í Sandoynna og so bara at stara út í´Hestfjørð ella hyggja at Velbastaði frá støðni. Hetta havi skrivað um áður. Leygarkvødlið vóru ørindini mína at hyggja, hvussu gongst við lembingini, um eg sá nakrar æður, tjøldur, gásapør, og kanska nakrar starar, sum altíð reiðrast í grótgarðinum laðaður fram við vegnum. Jú, har var ómikið av myndatilfari.

Vakurt at síggja seyðin hjá bóndanum á børnum. (Mynd Vagnur)
Vakurt at síggja seyðin hjá bóndanum á børnum. (Mynd Vagnur)

Spakt tjaldurspar gekk í bønum, og eg hugsaði mítt, tí hesi tjøldini sýntust ikki at reiðrast. Tjaldur plagar at hava fult reiður á krossmessu 3. mai og í seinasta lagi hálvan mai. Tjaldur verpur trý egg, og frá tí at seinasta eggið er vorpið, til fyrsti ungin kemur út, ganga vanliga 27 dagar pluss og minus ein dag. Vit plaga at siga, at tjaldrið kemur á grækarismessu, men summi ár síggjast tjøldrini fyrr. Tjøldrini fara aftur úr Føroyum um miðjan september mánað.

Hetta lambið hevði einki ímóti, at eg tók myndina. (Mynd Vagnur)
Hetta lambið hevði einki ímóti, at eg tók myndina. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at síggja ærnar við lombum á bønum á veg oman á støðna á Velbastað, men skjótt skal seyðurin í hagan, tí bóndin skal taða bøin. Jú, har eru eisini nakrar tvílembur, og bæði ærnar og lombini eru spøk. Stuttligt at síggja lombini renna kapp fimm, sjey smálomb í einum flokki. Longri niðri í bønum gingu tvey gásapør við ungum. Annað parið hevði fýra ungar og hitt parið átta ungar. Ikki er tespuligt at koma ov nær, tí tá strekkja gæsnar hálsin og fýsa eftir tær. Gæs duga væl at ansa ungunum.

Niðri á støðni plaga eg síggja nógvar æður, men leygarkvøldið sá er bara ein æðublik nakað langt úr landi, at eg fekk mynd av honum. Æðurnar eru farnar at reiðrast fram við sjóvarstrondini, men tað eru eisini æður, sum farið langt inn í hagan at gera sær reiður til tess at fáa frið at reiðrast. Nær landið sá eg ein skarv, sum eins og æðan er støðufuglur í Føroyum. Skarvur er eygkendur, tí hann liggur tungt í sjónum, og mest sum bara hálsurin kemur undan sjónum. Skarvur, sum er svartgrønur á liti, eigur í grovum gloprutum urðum, og Skarvur verpur trý lítil egg.

Longur niðri í bønum gekk eitt gásapar við ungum. (Mynd Vagnur)
Longri niðri í bønum ginigu tvey gásapør við ungum. (Mynd Vagnur)

Komin niðan aftur á Velbastaðháls gingu nøkur ross á beiti. Altíð hugaligt at fara til rossini, sum eru ógvuliga spøk. Tað er nakað dragandi við rossum, og tá ið eg síggi ross, hugsi eg mangan, at eg kundi blivið ein av reiðmonnnum, tí eg sat mangan á hestabaki sum ungur, men so gjørdist hondbóltsspælið mín ítróttagrein, og eg kom ongantíð aftur á hestabakið. Komin heim í Havnardal, gav eg hundinum hjá abbabørnunum tvey bein, og fegin var hundurin.

Eg fekk mynd av skarvið í Hestfirði. Skarvur liggur tungt í sjónum. Tú kennir skarvi á sjáldsam hálsinum og nevinum. (Mynd Vagnur)
Eg fekk mynd av skarvið í Hestfirði. Skarvur liggur tungt í sjónum. Tú kennir skarv á sjáldsama hálsinum og nevinum. (Mynd Vagnur)

Løtan niðri á støðni á Velbastað í blikastilli var frálík, men altíð er okkurt sum nívur. Á mínum ungum døgum hjálpti eg bónda á Velbastað at hoyggja og koyra gras í brunn, og hetta vóru minniligar løtur. Afturfyri slapp eg at ríða á ryssuni hjá bóndanum, og onkuntíð reið eg á ryssuni til Havnar. Tá helt eg, at Velbastaður var vakrasta og reinasta bygd í Føroyum, men tað er hon ikki longur.

Á Velbastað sást ikki leygarkvøldið, at ruddingardagur var í Tórshavnar kommunu, tí órudd er upp í fleiri lastbilur á Velbastað. Vónandi fáa tey skil á hesum, tí vakra bygdin hevur ikki uppiborið slíkt. Býráðslimur í Tórshavnar kommunu býr á Velbastað, og hann mátti “for tramin” fingið skil á hesum.

Komin aftur til húsa mátti eg hyggja eftir fiskunum, eg hava hongt upp at ræsa. Nú er í tøkum tíma at heingja fisk upp at ræsa, tí flugurnar eru spakuliga farnar at gera um seg, men eg haldi tó, at tað fer at eydnast. Eg plagi at stroya nakað av salti á uggarnar inni við gotið, og hetta hjálpir hesa tíðina. (Vagnur)

Vónandi kemur ikki maðkur í fiskin. (Mynd Vagnur)
Vónandi kemur ikki maðkur í fiskin. (Mynd Vagnur)
Nú eru rossini sloppin út á beiti í góðveðrinum. (Mynd Vagnur)
Eftir mánaðir í fjósinum eru rossini sloppin út á beiti. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply