Úr myndasavninum – Myndin av Gundadali tikin eftir 1964

Myndin er tikin eftir 1964. (Mynd Birgar Johannessen)

Frálíka myndina omanfyri, sum Birgar Johannessen, sáli, í 2014 legði út á Facebook, kunnu vit skriva nógvar reglur um. Myndin er tikin eftir 1964, tí nýggja Neistahúsið við uttandura hondbóltsvøllin varð tikið í nýtslu á sumri 1964. Vit síggja Mjørkadalsbarakkina, sum B36 keypti úr Mjørkadali, og sum varð bygd afturat B36 húsinum. Svørtu barakkirnar í Mjørkadali, sum arbeiðsmenninir búðu í, tá ið tey bygdu radarstøðina, vóru tiknar niður í 1963.

Umframt barakkina hjá B36 var ein barakk sett upp við Tinghúsvegin, og Elinborg Trónd og Finnur Johansen keyptu eina barakk, sum tey settu upp við Hoydalsvegin. Barakkirnar eru har enn, men húsini eru umbygd, so barakkirnar ikki síggjast longur, men tilfarið er har. Framman fyri B36 húsið síggja vit ein mjørkadalsbil. Slíkir bilar koyrdu fyrstu arbeiðsfólkini niðan í Mjørkadal. Umframt útlendskir “soldátar” arbeiddu eisini nógvir føroyingar í Mjørkadali. Seinni blivur stóru hernaðarbilarnir skiftir út við minni jeepar.

Nærmast síggja vit Tinghúsvegin. Tá var SMS ikki til, og tú kundi koyra bæði oman og niðan eftir Tinghúsvegnum. Áhugavert at síggja ljóssteyrarnar. Hetta minnir meg um, tá ódnirnar leikaðu í kríng landið, og el-træðrirnir komu saman, og vit ungu frøddust at síggja vøkru neistarnar frá træðrunum. Viðhvørt brotnaðu “lyktapelarnir”, so leidningarnir lógu á vegnum. Seinast í 1960-árunum var bara ein fótbóltsvøllur, haldi ovari vøllur varð tikin í nýtslu í 1974.

Bilarnir á myndini er søga fyri seg. Tildømis vóru í 1970 bara um 3800 akfør í Føroyum, nú er talið um 30.000 akfør. Serliga leggi eg merki til Bedford lastbilin við snúta framman fyri bilverkstaðin. Henda bilin havi eg óivað arbeitt uppá, tá eg lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelmi Nielsen. Vilhelm Nielsen umboðaði Bedford í Føroyum. Ja, so eru tvey Volkavogn “rugbreyð” á myndini, og reyvin í einum Taunus bili stingur út úr verkstaðnum.

Rennibreytin í Gundadali er framvegis á myndini. Nógvur frælsur ítróttur varð íðkaður í Gundadali fyri mína tíð, men tá vit spældu hondbólt uttandura, var reynnibreytin altíð partur av okkara venjingarætlan. Tað kravdi sítt at renna skjótt frá HB-húsinum við ánna, niðan brekkuna og niðan til hegnið á toppinum, sum plagdu at siga. Ja, so kunnu vit at enda leggja afturat, at ,slíkir ljóssteyrar síggjast ikki longur í gøtunum. Nú er eru allir el-káplar grivnir í vegin. Á hesum økinum eru Føroyar framman fyri USA, har tey framvegis brúka lyktapelar, sum brotna, tá harðastu orkanirnar herja. Hetta síggja vit mangan í sjónvarpinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply