Starvsfólk hjá Mest hava sett seg við árarnar í 10-mannafari

Vælhýrd starvsfólk hjá Mest flota Tórsbátin. (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at koma oman á Vestaru bryggju, tí myndin er ongantíð hin sama. Mánadagin í farnu viku sást hvítt 10-mannafar við drekastevni á Havnarvág og í Nólsoyarfirði, og mær vitandi stóðu allir FM-bátarnir hjá Havnar róðrarfelag í neystinum.

Hevði hoyrt, at starvsfólk hjá Mest høvdu spurt í felagnum at læna bát. FM-bátarnir verða vanliga ikki læntir út. Men í gamla neystinum, rópt Hornaneystið, stendur Tórsbáturin, næstnýggjasta 10-mannafarið, sum Sámal Hansen smíðaði felagnum á sinni. Gjørdist forvitin og dittaði mær at spyrja Mouritz Mohr, hvussu hetta átak hjá Mest er komið í lag. Og hann sigur.

– Úr vindeygunum hjá mær síggi eg mangan kappróðrarbátar eisini blátt 10-mannafar við nakað eldri rógvarum. Nú eri eg ikki nakar ítróttamaður, men hugsaði, at tað kundi verið áhugavert, at starvsfólk hjá Mest kundu lænt ein bát. Loddaði dýpið hjá Havnar róðrarfelag og segði hetta eisini við Dánjal Jákup í Soylu, sum arbeiðir hjá okkum. Stórur áhugi beinanvegin, og so at gera bólk á alnetinum, har vit eru eini tjúgu starvsfólk á listanum.

Flestu rógvarar umborð hava ikki róð áður. Róðurskvinnan eitur Berghild Jacobsen, sum arbeiðir hjá Mest. (Mynd Vagnur)

– Vit venja tvær ferðir um vikuna – mánadag og hósdag klokkan 16.30 stundisliga. Øll trygdarútgerð er í bátinum, og øll rógva í vesti. Vóru heppin at sleppa at læna Tórsbátin, og vit havi róð í tríggjar vikur. Starvsfólkunum dámar væl, og so eru vit so heppin, at Berghild Jacobsen, sum arbeiðir hjá Mest, stýrir. Hon róði í trý ár við 5-mannafarinum Beintu úr Miðvági árini 1997-1999. Berghild dugir væl at leggja lag á og díkja á okkum, sigur Mouritz.

Rógvarar endurreystu Hornaneystið

Tá eg hósdagin kom í Álaker at taka mynd av vælhýrdum Mest-rógvarum, sveimaðu tankarnir beinanvegin og nógv vóru góðu minnini. Sum ellivu tólv ára gamal kom eg fyrstu ferð í neystið, tí Lill systkinabarn mítt stýrdi Ørvi fyrst í 1960-árunum. Hevði rógvari forfall,  róði Lill, og eg stýrdi.

Verðin er lítil, plaga vit at taka til. Bjarti Mohr er abbasonur Kjartan Mohr og formaður í Havnar róðrarfelag, og Mouritz Mohr er eisini ein abbasonur Kjartan. Tórshavnar skipasmiðja, nú Mest, hevur altíð stuðlað Havnar róðrarfelag, og tí er hugaligt, at starvsfólk frá Mest eru farin at rógva við Tórsbátinum.

Áralagið er heilt gott. Í dag gongur leiðin fram við Argjalandi. (Mynd Vagnur)

Ingibjørg Samuelsen, sum vaks upp í Hornabø og eldsál í Havnar róðrarfelag í 1950-árnum, sigur í bókini Drekanum, at okkara góði stuðul Kjartan Mohr stjóri á skipasmiðjuni og Sverri í Mattalág altíð vóru til dystin fús at hjálpa okkum við einum hvørjum smátingi – tað veri seg eini ár, fótalunni ella borðskeyta. Altíð klárir at hjálpa uppá bátar hjá Havnar róðrarfelag.

Havnar róðrarfelag var stovnað í 1932, og tá átti felagið tveir bátar, Havnarbátin og Sílið, men felagið átti einki neyst. Í 1943 gjørdist Niels Juul Arge formaður í felagnum, og nevndin, Martin Kúrbeg, Johan við Stein og Niels Juul, fekk hugskotið at venda sær til kommununa at fáa endurreist Hornaneystið, sum einaferð hoyrdi til Hornagarð. Neystið var í ringum standi, men við nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi fingu menn endurreist neystið, har pláss er fyri tveimum bátum.

Havnar róðrarfelag fekk egið neyst í 1943. Grannaneystið átti postmeistarin Danielsen, sum búði í húsunum í Hornabø, sum vit síggja handan fløggini. (Mynd bókin Drekin)

Hugaligt, at Hornaneystið endurreist í 1943 framvegis er virkið og eisini nú teir gera bátahavn í Álakeri. Í 1943 kundi havaldan koma buldrandi í bátadráttin har suðuri frá, men nú er kyrt í Álakeri.

Onkur kundi kanska spurt, um MEST næsta ár ætlar at bjóða seg fram í FM-kappingini ímóti Klaksvíkingi, Orminum og Havnarbátinum, men so er ikki. Summi renna í gøtunum og haganum, onnur venja í ymsum venjingarstøðum, og so eru tað tey, sum hava sett sær sum mál at ganga upp á allar fjallatindar í Føroyum. Nógvir er møguleikarnir serliga hjá teimum, sum sita við skriviborð allan arbeiðsdagin. Tú brúkar allar vøddar í kroppinum, tá tú situr við árarnar í Tórsbátinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply