Úr myndasavninum – Stórur áhugi fyri býliðnum í 1960 árunum

Býlíðið í Havn í 1969. Frá vinstru: Eyðfinn Lamhauge, HB, Sólbjørn Mortensen, HB, Heri Nolsøe, HB, Jógvan “Egga” Jensen, HB, Tórstein Magnussen, B36, Hendrik Dahl, HB, Martin á Mýruni, HB, Tórur Holm, B36, Odmar Færø, B36, Ólavur Olsen og Dánjal Jákup Thomsen, HB. Dómaran Torbjørn Mikkelsen. (Mynd Fornminnissavnið

Síðan Føroyar komu upp í altjóða fótbólt, er nógv broytt. Eg minnist sum ungur, hvussu stórur áhugi var fyri býliðnum í Havn, tá liðið spældi ímóti hetlendingum, orknoyingum og øðrum liðnum, sum komu til Føroya. Myndin omanfyri er av býliðnum, sum 1969 spældi vinadyst ímóti hetlendingum í Gundadali. Sambært bókini Havnin – fólk og yrki var dysturin fyriskipaður í sambandi við, at peningur skuldi savnast inn til høllina á Nabb, sum hon tá æt.

Í 1969 vóru bara fimm lið í meistaradeildini, sum besta deildin æt, onkur segði 1. deild. Kvinnurnar vóru ikki byrjaðar at spæla fótbólt. Liðini meistaradeildini vóru B36, KÍ, HB, TB og VB. Vit skulu fram til 1971, tá ÍF sum fyrsta liðið í Eysturoynni spældi seg upp í bestu deildina. Eru bara fimm lið í meistaradeildini, og liðini spæla heima og útidystir, so spældi hvørt liðið í 1969 bara átta landskappingardystir á sumrinum. Nú spæla tey tíggju liðini 27 landskappingardystir, og Føroyar spæla landsdystir ímóti bestu tjóðum í Europa.

Forsíðan á faldara, sum varð gjørdur í 1967 til tess at vísa fólk, hvussu høllin fór at taka seg út í lendinum.
Forsíðan á faldara, sum varð gjørdur í 1967 til tess at vísa fólki, hvussu høllin fór at taka seg út í lendinum.

Í 1969 vóru hetlingar komnir til Føroya at spæla landsdyst ímóti føroyingum, men hetlendska liðið spældi eisini ein dysti ímóti KÍ í Klaksvík, og so ein dyst ímóti býliðnum í Havn. Hetlendingar vunnu 3-1 á býliðnum í Havn. Heri Nolsøe skeyt føroyska málið. Myndin omanfyri er áhugaverd, tí høllin á Nabb er í 1969 innlokað og varð tikin í nýtslu seinast í 1970. HB, B36, Kyndil, Neistin og Havnar badmintonfelag lótu høllina byggja í tøttum í samstarvi við Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri, sum lótu stuðul til høllina og høvdu umboð í nevndini. Høllin fekk navnið Tórshavnar ítróttar – og samkomuhøll. Nú eigur Tórshavnar kommuna høllina.

Á myndini síggja vit eisini húsini hjá Daniellu Olsen, sum er farin um tey 100 árini og býr á Boðanesheiminum. Tey byggja nú áskoðarapláss á langsíðuni á Tórsvøll og niðan ímóti húsunum hjá Daniellu. Mær er sagt, at tá Daniella læt Tórshavnar kommunu húsini, setti Daniella sum treyt, at húsini skuldu standa so leingi, sum hon livdi. Og húsini standa enn.

At manna býlið og kanska samansett lið í Eysturoynni ella í Suðuroy er farin tíð, tí liðini spæla nú so nógvar landskappingardystir, og kappingin tí vorðin so lang. Spælarar skulu eisini vera tøkir til nógvu landsdystirnar, so “amatørarnir” havi nóg mikið at takast við á fótbóltsvøllinum.

Í tekstin havi eg lagt forsíðuna av faldara frá 1967, sum varð gjørdur í sambandi við, at nú skuldi ítróttarhøll byggjast uppi á Nabb, sum vit róptu økið. Áhugavert at síggja, hvørjir persónar skrivaðu undir fororðini í faldaranum. Fyri Tórshavnar býráð Sigfred Skaale og Petur Christiansen, fyri ÍSF Ólavur Lambaa, Christian Eli Lamhauge, Gunnar Waagstein, Thomas Thomassen og Leif Waagstein. Fyri Havnar Bóltfelag Viggo Planck, Havnar Badmintonfelag Charles Smith, B36 Sverri Trónd Hansen, Neistan Henning Eysturoy og Kyndil Petur Sigurd Rasmussen. Allir eru farnir uttan Petur Sigurd, sum fyllir 80 ár í árinum. (Vagnur)

Áhugavert uppískoyti sum Søren Christiansen hevur sent heimasíðuni. Viðmerkingin hjá Sørini ljóðar soleiðis: Tá høllin skuldi byggjast, var gingið hús úr húsi í Havn at savna inn pening. Fólk kundu tekna seg fyri eina upphædd, ið hóskaði teimum at gjalda yvir eitt tíðarskeið, ella lata eina eingangs upphædd. Minnist at beiggi mín og eg fingu tillutað økið frá Skansanum, niðan J. Broncksgøtu og  vestur móti Kongabrúnni. Tey flestu húsini mundu lata millum 25 og 50 kr, onkur tó meira, men flestu húsini, vit vóru í, lótu pening.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply