Úr myndasavninum – Vit eru við Landavegin umleið í 1920

Áhugaverd mynd við Landavegin í 1920. Stóru hvítu húsini til vinstru eru postmeistarahúsini. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er fyri meg ógvuliga áhugaverd, tí hetta er einasta heildarmynd av økinum við Landavegin, eg havi sæð frá gamlari tíð. Abbi og omma mín Christian og Sigrid Christiansen bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Hugaligt at síggja grasfløturnar, har nú alt er bygt bæði sethús og nógvir almennir stovnar millum annað skúlar, fróðskaparsetur og heilsufrøðilig starvsstova. Eg havi prátað um myndina við mammu, sum er 98 ára gomul og er fødd við Landavegin. Hon býr á Ellisheiminum. 

Mamma sigur, at foreldrini Christian og Sigrid vóru gift í 1901 og fluttu tá inn í húsini við Landavegin. Mamma er fødd í 1918 júst um tað mundið, tá myndin er tikin. Hon sigur, at húsini hjá teimum, sum vit síggja koma undan vinstrumegin húsunum hjá postmeirstranum, hevði nært samband við tey í Dávastovu, sum er fyrstu húsini til vinstru út ímóti Landavegnum. Har búðu Jens og Ella Súsanna í Dávastovu, sum áttu trettan børn millum annað Ásmund og el-menninar á Eyðolf og Einar Mikkelsen, sum vit kendu í havnargøtum.

Øðrvísi er, hvussu mammu minnist myndina, og hvussu eg sum smádrongur minnist økið við Landavegin. Í bók hjá Landsverk stendur soljóðandi skrivað um Landavegin: ”Í forsøguni til føroyska vegagerð hevur Landsverkfrøðingurin ofta sjálvur brúkt 1836 sum eitt vegamót. Tað var hetta árið, at Landavegurin í Havn bleiv gjørdur. Vegurin varð lagdur til tess, at havnarfólk lættari kundu koma út á torvheiðarnar. Eitt skiftið var arbeiðsskipanin tann, at fyri hvørjar tríggjar dagar, ein havnarmaður skar torv, skuldi hann arbeiða upp á vegin ein dag.”

Fara vit til myndina ovast, steðga vit fyrst við stóra hvíta húsið vinstrumegin, sum vit ungu róptu “Postmeistarahúsini”. Vit hoyrdu um ein postmeistara Johan Danielsen, sum hevði búð í húsunum. Stór og rúmlig hús, sum hevði heilt annað snið enn hini húsini við Landavegin. Hesin Johan Danielsen var postmeistari í Føroyum fyrst frá 1920 til 1926 og síðani aftur frá 1934 til 1953. Nærmasti granni hjá postmeistaranum vóru húsini hjá Eiden og Miu Müller, sum hevur sína søgu.

Húsini til vinstru hjá Eiden og Miu vóru bygd í 1947. (Mynd Minnislýsingar)

Gugga kona postmeistaran Johan Danielsen var pápasystur Eidin Müller. Foreldur Eiden vóru Ebba og Hans Müller. Postmeistarin áttu grundøkið hinumegin postmeistarahúsini, sum Søren Müller abbi Eiden hevði átt. Hetta grundstykki var latið Eiden og Miu í brúðargávu av Guggu og Johan Danielsen. Góð brúðargáva má sigast. Nærmastu grannar hjá Eiden og Miu vóru eisini maskinmeistarin Jógvan Jacobsen og konu hansara Nina dóttir Sigmund Arge. Jógvan og Ninna, sum vit róptu hana, vóru foreldur at Simma, sum vit kenna frá tónleikinum. Húsini hjá Simma og teimum eru tey til høgru.

Nærmastu húsini til vinstru á myndini eru húsini hjá Hansinu og Niels Rein. Fara vit yvir á Landavegin koma húsíni hjá abba og ommu undan húsunum hjá postmeistaranum. Nærmastu grannar niðaneftir eru húsini hjá Anskari Nolsøe og síðani kemur Dávastova. Longri niðra við Landavegin síggja vit húsini hjá abbabeiggjanum Sámali Christiansen. Eisini síggja vit húsini, har Hanna í Joto, sála, búði, síðani húsini hjá Bette Arge, og húsini hjá Johannes í Pæsastovu eru eisini har. Pápi at Hannu í Joto var reiðarin Óla Jákup Jensen, sum bygdi sær stór hús innanfyri upprunaligu familjuhúsini, har Hanna í Jotu búði. Óla Jákup Jensen var úr Kvívík og konan Anna var dóttir Hansinu og Niels Rein.

Ikki visti eg, at matvøruhandil einaferð var í húsunum hjá Albin Bærentsen. Húsini standa høgrumegin niðri í lagdini. (Mynd Vagnur)

Flestu av húsunum standa har enn tó fleiri umbygd. Uttast til høgru á myndini ovasta frá 1920 standa stór serlig hús. Tað eru húsini hjá Guttormi Eysturoy, har sonurin Fraser hevði verkstað í kjallarnum. Á myndin frá umleið 1920 er eingin Jóannesar Paturssonargøta. Vit síggja á myndini, hvussu Havnin breiðir seg í allar ættir. Í 1920 búðu umleið 2000 fólk í Havn. Eg minnist væl, tá húsini hjá Poul á Landavegnum vóru tikin niður, ti stóru málingahandil skuldi byggjast á staðnum.

Mamma nevnir ein Christian í Dali, sum búði í húsunum næst barnaheiminum hjá henni, har Anskar Nolsøe við familju búði í míni tið. Mamma minnist væl Tullu, sum var dóttir Christian í Dali. Tulla giftist Júst Sivertsen, sum átti allar lastbilarnar. Fyri meg eru nýggj tíðindi, tá mamma fortelur, at í hennara barnaárum var matvøruhandil í húsinum, sum Albin Bærentsen seinni keypti. Petur í Mattalág átti og rak handilin. Húsini eru nummar tvey niðaneftir frá málingahandlinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply