Forvitnislig og áhugaverd framsýning umborð á Jákupi Sverra

Jákup Sverri við bryggju í Havn. Vælútgjørt og væl frágingið rannsóknarskip. (Mynd Vagnur)

Fyri viku síðuni slapp almenningurin at síggja framkomna rannsóknarskipið Jákup Sverra, og hetta skuldi gerast stór uppliving, tí framsýningin var væl fyriskipið. Tú komst umborð gjøgnum eina landgongubrúgv, har leiðin gekk fyrst inn á dekkið síðani leiðin gjøgnum alt skipið. Ferðin endaði uppi á brúnni, har leiðin gekk niður á dekkið og í land gjøgnum aðra landgongubrúgv.

Eitt at síggja tað vanliga umborð á skipi sum fiskireiðskapur, messa, maskina og alt uppi á brúnni, men so stóðu fólk frá Havstovuni á ymsum postum á leiðini, sum áhugavert greiddu okkum frá ymsum kanningum, har ymisk tól eisini vóru á at síggja.

Vælvalt skipanavn og eg minnist væl fiskifrøðingin Jákup Sverra Joensen, sála, dagliga fara fram við okkum til arbeiðis. (Mynd Vagnur)

Í áhugaverdum tosi við maskinmeistara og starvsfólk á Havstovuni, so er Jákup Sverri mest framkomna skipið av sínum slag í norðurhøvum. Vit hoyra mangan, at nú má sparast í almennum verkætlanum, tí ætlanin gerst ov kostnaðarmikil. Tekningar mugu broytast, og tá fer verkætlanin mangan av sporinum. Glasir er bera eitt dømi um slíkt. Soleiðis var ongantíð við Jákupi Sverra, tí er skipið so væl frágingið og øll eru nøgd.

Á dekkinum kundi tú síggja ymisk fiskasløg. Eisini nøvn, sum tú ikki kendist við. Havmús, Heksakrabbi, Knurrhani, Slangutjørn, Kjaftsvarti kongafiskur og so Nevhávan, sum sæst ovast. Áhugavert at síggja.

Áhugavert at koma inn á dekkið á Jákup Sverra, har tú kundi síggja ymisk fiskasløg frá ferðina herfyri á Føroya Banka. Fiskasløg, sum tú ikki hevur sæð áður. Dekkari segði mær, at fasta manningin umborð eru níggju til trettan mans alt eftir hvør kanningin er, ja, um trolast skal alt samdøgnið ella bara part av degnum.

Er talan um yvirmenninar, hevur Jákup Sverri hálvaðru manning, meðan dekkararnir hava aðra skipan. Í sambandi við onkra rannsóknarferð er brúk fyri fýra dekkarum, og aðrar tíðir átta dekkarum Vit eru samanlagt hálvt ár umborð á hálvt ár í landi eins og umborð á øðrum slíkum skipum, sigur dekkarin.

Dekkarin legði aftrat, at tá teir trola á heilt djúpum vatni, koma teir eisini fram á ókend fiskasløg, og høvdu vit í eitt ár goymt fleiri fiskasløg, so kundi eini fjøruti fleiri fiskar verið á framsýningini henda dagin. Hesuferð eru bara sýnt nøkur fiskasløg frá ferðini herfyri á Føroya Banka.

Framsýningin endaði uppi á brúnni, har Havstovan hevur serligt rúm. Starvsfólk frá Havstovuni segði okkum, at rannsóknarferðir eru í samstarvi við onnur lond. Virkemið umborð byrjar vanliga í februar mánað og heldur fram í einar átta mánaðir. Ársætlan verður gjørd, har ymsu ferðirnar hjá Jákup Sverra setast í tíðarskema.

Á ferðini á Føroya Banka brúktu teir lemmarnar frá agnusi Heinason. Lemmar framleiddir í Vági. (Mynd Vagnur)

Umframt vanligu manningina, eru eisini fólk bæði kvinnur og menn frá Havstovuni umborð, alt eftir hvør rannróknarferðin er. Á brúnni fingu vit at vita, at umborð á Jákup Sverri ber eisini til at skjóta seismikk. Serligur kjølur kann lorast niður frá vanliga kjølinum, og har kann seismikkur skotin frá Jákup Sverra. Hetta er eisini gjørt í sambandi við tunnil til Suðuroyar. Fantastiskt væl frágingið rúmligt skip. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply