Tá grønlendingurin Benjamin kom at búgva við Landavegin

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstu Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.
Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstru Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Í 1961 kom ein ellivu ára gamal grønlendingur at búgva við Landavegin, sum fyri okkum smádreingir tá var nakað heilt serligt. Tá í tíðini sóu vit eingi myrk fólk, sum ikki vóru eins litt og vit onnur. Drongurin æt Benjamin, mamman æt Gurli Restorff, sum júst var vorðin gift við Niels Restorff. Gurli og Benjamin vóru komin av Tvøroyri, har Gurli hevði arbeitt sum sjúkrasystir á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani 1955. Benjamin var ein fittur og sjarmerandi drongur, sum kom at trívast væl saman við okkum ungu við Landavegin. Men Benjamin hevði havt serliga lagnu frá fyrsta degi, og tú kanst spyrja, hvussu bar til, at ein donsk sjúkrasystir kom at búgva við Landavegin og hevði við sær ein grønlendskan drong. Søgan er henda, og vit skulu fyrst aftur til januar mánað í 1950. (Greinin skrivað í 2016)

Fantastisk mynd av Benjamin.
Fantastisk mynd av Benjamin. Fittur smádrongur.

Ein ung donsk sjúkrasystir er í januar mánaði í 1950 umborð á skipi ávegis til Grønlands at arbeiða á sjúkrahúsinum í Nanortalik. Ferðin til Grønlands, sum tók ellivu dagar, var ikki góð fyri sjúkrasystrina, tí hon var so ring av sjóverki. Hon spýði hvønn dag allar ellivu dagarnar, men lagið var tó gott, tí hon gleddi seg at byrja nýggja arbeiðið, sum hon visti gjørdist stór avbjóðing. Í Narotalik búðu tá umleið 500 fólk og í økinum har nærhendis samanlagt 1000 fólk.

Ì Narotalik búgva umleið 1500 fólk.
Ì Nanortalik búgva umleið 1500 fólk.

Sjúkrahúsið í Nanortalik var ein gomul barakk, fingin frá kryoli- grótbrótinum har á leiðini. Á sjúkrahúsinum, sum hevði pláss fyri tjúgu sjúklingum, arbeiddu lækni, sum var dani, ein sjúkrasystir og so nøkur hjálparfólk. Í bygdini var ein handil, har tú kundi keypa allar vanligar vørur, og tvær ferðir um árið kom skip úr Danmark við útgerð til sjúkrahúsið. Sjúkrasystirin, sum Gurli skuldi loysa av, var vorðin ósamd við læknan og vildi ikki arbeiða har longur. Gurli sá skjótt, at danski læknin var serligur, og henni dámdi hann ikki serliga væl, men megnaði tó at liva við hansara serheitum.

Í mars mánaði í 1950 hendi so tað, at meslingar komu fyrstu ferð til Nanortalik ella rættari sagt til Grønlands. Nógvir grønlendingar vóru darvaðir av tuberklum, men tá meslingarnir komu til Nanortalik, gjørdist hetta ein skandala fyri lítla samfelagið, tí 38 fólk doyðu av sjúkuni. Av tí at eingin grønlendingur áður hevði havt meslingar, var mótstøðumegin hjá fólki ikki góð ímóti hesi sjúku. Fólkini gjørdust so ómetaliga sjúk, og nógv doyðu.

Gurli Restoff uttan fyri Grønlendingarhúsið.
Gurli Restorff uttan fyri Grønlendingahúsið.

Ein av teimum 38 fólkunum, sum doyðu, var ein ung kvinna. Hetta var mamma Benjamin, og eftir sat maðurin Johannes við fýra børnum. Trimum gentum og Benjamin, sum var yngstur. Hesin smádrongur var illa fyri, og Gurli kom at taka sær nógv av hesum dreingi, sum trongdi til serliga hjálp. Gurli dugdi at síggja, at pápin fór ikki at megna at taka sær av Benjamin, og ein dagin spurdi Gurli Johannes, um hon kundi ættleiða Benjamin. Og tá Jóannes sá, at torført var at uppala Benjamin, sum var illa fyri, og tríggjar smágentur, gekk hann við til, at Gurli fekk Benjamin.

Um hetta mundið var Ville Magnussen lungalækni á ferð í Grønlandi og kannaði grønlendingar fyri tuberklar. Gurli hitti Villa og í samráð við hann og annan lækna í Nuuk var gjørt av, at Gurli noyddist at fara til Danmarkar at fáa Benjamin kannaðan nærri. Áðrenn fráferðina kom Gurli á tal við amerikanskan lækna á flogvøllinum, og hann bað Gurli geva Benjamin alt tað honum dámdi, um tað so var sjokulátu, konfekt ella annað góðgæti.

Í desmber mánaði í 1952 fara Gurli og Benjamin so til Danmarkar, og fólkini í Narotalik vóru sorgarbundin at missa hesa fyrikomandi og fittu sjúkrasystur. Tá Gurli fór, grótu bæði hon og bygdarfólkini. Á Ríkisjúkrahúsinum í Keypmannahavn funnu læknarnir útav, at Benjamin hevði tvey hjartabrek. Annað var skurðviðgjørt beinanvegin, men teir tordu ikki at skurðviðgera seinna hjartabrekið, tí teir vistu ikki rættiliga, hvørjar avleiðingarnar fóru at vera.

Gurli og Benjamin koma til Føroyar

Gurli má hava havt útlongsil, tí í 1955 leggja Gurli og Benjamin leiðina til Føroya. Hesa ferð at arbeiða á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Mær er sagt, at Benjamin treivst ikki væl á Tvøroyri. Sum tíðin gekk kemur Niels Restorff inn í myndina hjá lítlu familjuni Gurli og Benjamin. Gurll og Niels hittast á Tvøroyri í sambandi við, at Niels er í arbeiðsørindum á Tvøroyri fyri Restoffs bryggjarí. Niels og Gurli gerast so mikið væl, at tey gerast par, sum endaði við, at tey giftust. Í 1961 siga Gurli og Benjamin Tvøroyri farvæl og flyta til Havnar og inn í húsini hjá Nielsi við síðuna av bryggjarínum, sum var bygt í 1950.

Her síggja vit Narortalik, har Benjamin býr.
Her síggja vit Nanortalik, har Benjamin býr.

Nú gerast vit smádreingir við Landavegin partur av lívinum hjá Benjamin. Og serliga væl blivu Hans Jákup Ludvig og Benjamin, sum vóru grannar. Teir báðir hava øll árini havt nært samband, sjálvt um Hans Jákup býr við Landavegin og Benjamin býr í Narotalik. Ein dagin kom eg at tosa við Hans Jákup um Benjamin, sum gjørdist startskotið til hesa grein. Vit vóru samdir um, at Benjamin treivst heilt væl við Landavegin. Fittur, fyrikomandi og prátingarsamur grønlendingur.

Ì 1961 fluttu Gurli og Benjamin inn til Niels Restoff við Landavegin. (Mynd Vagnur)
Ì 1961 fluttu Gurli og Benjamin inn til Niels Restorff við Landavegin. (Mynd Vagnur)

Meðan vit onnur ungu vóru meira heimføðislig og hildu okkum mest til Landavegin, so fekk Benjamin skjótt nógvar vinir aðrastaðni í Havnini. Hann var eitt sindur øðrvísi á hesum økinum enn vit onnur. Sjálvur kom eg at fáa serligt samband við Niels Restorff, tí hann átti ein stóran Sankt Bernardshund, sum ætt Monti. Pápi mín arbeiddi í Smæruni, og nógv seyðabeinini havi eg borið úr Smæruni út á Landavegin til Monti. Afturfyri fekk eg sodavatn frá Nielsi. Sodavatnsgoymslan var tá í kjallaranum hjá honum.

Dreingirnir sita á septitankanum hjá Wenzili Hammar. Trøðna átti Sámal Debess á sinni. Húsini uttast til vinstu er tey hjá Karli og Mallu Samuelsen, síðani húsini hjá Ninnu Arge, Eidin og Miu Müller, húsini hjá fru Baier
Dreingirnir sita á septitankanum hjá Wenzili Hammer. Trøðna átti Sámal Debes á sinni. Húsini uttast til vinstru eru tey hjá Karl og Mallu Samuelsen, síðani húsini hjá Ninnu Arge, húsini hjá Eidin og Miu Müller og húsini hjá fru Baier. Í kjallaraíbúðini hjá fru Baier búðu sjúkrasystirin Signi Nielsen og børnini Petur og Pia.

Hjartabrekini hava darvað Benjamin alt lívið. Hann fór í læru sum el-lærlingur hjá Einari Mikkelsen, men gavst at læra. Í 1972 fara Benjamin og føroyska genta hansara á háskúla í Danmark Tey fingu ein son saman, og sonin prátaði eg við, tá Gurli fór til gravar. Sonurin búði tá á Strondum, men hann segði mær, at hann einki samband hevði havt við Benjamin. Stórur prúður maður, sum líktist Benjamin. Gentan og Benjamin fóru skjótt hvør til sítt, og eftr hetta fór Benjamin í 1975 til Svøríkis at búgva, har hann var til 1981.

Soleiðis sær Benjamin út í dag. Ein eldri maður eins og vit aðrir.
Soleiðis sær Benjamin út í dag. Ein eldri maður eins og vit aðrir.

Longsulin eftir pápanum og familjuni í Grønlandi var nú vorðin so stórur, at hann á heysti í 1982 flutti til Grønlands. Pápin livdi tá, og hann hevði jú eisini systrarnar. Benjamin arbeiddi eitt skifti á flakavirki í Nuuk, men so flutti hann til Nanortalik, har hann framvegis býr. Benjamin er giftur grønlendskari kvinnu, sum eitur Jara. Tey eiga ikki børn saman, men konan átti trý børn, tá Benjamin og hon hittust. Benjamin eigur nú abbabørn og er fyritíðarpensjónistur, tí hjartabrekini eru har framvegis. Benjamin dugir ikki at tosa grønlendskt, men dugir nøkur orð. Grønlendska málið er torført at læra hjá vaksnum.

Gurli í heiminum við Landavegin saman við tveimum av sínum kettum.
Gurli í heiminum við Landavegin saman við tveimum av kettum sínum

Tá Gulli livdi, vitjaði Benjamin í Føroyum, og fyri seks árum síðani hitti eg Benjamin í býnum. Hesin sami smílandi og fyrikomandi Benjamin, sum líktist sær sjálvum men sjálvandi eldur. Hans Jákup Ludvig sigur mær, at hann herfyri tosaði við Benjamin, sum segði honum, at hann skuldi til Danamarkar í næstum í sambandi við hjartabrekini. Til sýn, um vit kunnu siga tað soleiðis. Benjamin ætlaði sær á veg heimaftur at leggja at landi í Føroyum, og so fara via Ísland aftur til Grønlands. Ferðaseðilin er dýrur, og Benjamin hevur ikki ráð at ferðast so ofta.

Tá Gurli búði á Tjarnargarði átti hon henda hundin, sum fylgdi henni allastaðni. Bæði hundurin og Gurli eru farin.
Tá Gurli búði á Tjarnargarði, átti hon henda hundin, sum fylgdi henni allastaðni. Bæði hundurin og Gurli eru farin.

Meðan Gurli fekk eftirnavnið Restorff, tá hon giftist Nielsi, varðveitti Benjamin eftirnavnið Clausen. Eg hitti mangan Gurli á Tjarnagarði, har hon búði seinastu tíðina av lívi sínum. Pápabeiggi mín býr á Tjarnargarði. Gurli var altíð í góðum lag og vildi frætta tíðindi av Landavegnum. Men so ein dagin legðist hon í songina, og tveir dagar seinni endaði lívsleiðin hjá hesi lívsglaðu og fyrikomandi kvinnu. Fólk flest minnast Gurli serliga frá tíðini sum skúlasjúkrasystir í Havn og sum forkvinnu í Djóraverndarfelagnum. Restorffs bryggarí er ikki til meira, bygt er á øllum traðunum, har vit spældu, og øll tey “gomlu” við Landavegin eru farin. Soleiðis broytist alt í hesi verð. Hans Jákup Ludvig og Anna Sofía Restorff hava givið teirra ískoyti við myndum og øðrum í sambandi við greinina. Tað skulu tey hava tøkk fyri. (Vagnur)

Sankt Bernhardshundin hjá Nielsi líktist hesum hundinum. Stórur hundur, sum eg minnist knústi seyðabeini í munninum.
Sankt Bernhardshundurin hjá Nielsi líktist hesum hundinum. Stórur hundur, sum eg minnist knústi seyðabein í munninum. Tá vit arbeiddu á Bryggjarínum, plagdu vit onkuntíð til stuttleika at geva Monti maltøl ella pilsnarøl. Hetta dámdi Monti sera væl.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply