245 fólk búgva í Rituvík – Tey fyrstu settu búgv í 1873

Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)
Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)

Eg haldi meg hava verið einar tríggjar fýra ferðir í Rituvík, men so havi eg serliga uppliving á Rituvíkini, tá ið eg gjørdi kvetti í bátinum. Ein dag í oktober mánað í 2013 stóð eg har, Eggvirkið í Rituvík einaferð stóð, og eygleiddi húsini í Rituvík. Ikki er løgið, at Nikolina og Per Højgaard valdu at seta búgv á staðnum í 1873. Staðið er frálíkt, og nú eru bara fimm minuttir at koyra eftir góðum vegi til Runavíkar. Men húsini eru ógvuliga spjadd í bygdini. (Skrivað 10. juli 2014. Fólkatalið í Rituvík 1. juni 2021 var 302 fólk, so munandi fólkavøkstur)

Kirkjan varð vígd 18. desember í 1955. (Mynd Vagnur)
Kirkjan varð vígd 18. desember í 1955. (Mynd Vagnur)

Eg ringdi í morgun til Runavíkar kommmunu og spurdu, hvussu nógv fólk búgva í Rituvík, og har var sagt eini 245 fólk. Men einastaðni síggi eg, at talið einaferð var 270 fólk, so bygdin er nakað minkað í fólkatali. Hugnalig og vøkur bygd, sum einaferð var í brennideplinum, tá ið eigarin av Eggvirkinum vildi innflyta neyt, tí hann ætlaði at byrja neytahald í Rituvík. Men djóralæknin segði nei, tí hann var bangin fyri neytasjúkum. Nógv varð skrivað í fjølmiðlunum um hendingina, og eg minnist, at farmaskipið við neytunum umborð lá á Kollafirði, men neytini sluppu ongantíð í land, og tí mátti skipið við neytunum úr Føroyum aftur.

Í bygdini er vøkur standmynd, sum varð avdúkað í 1975 til minnist um fyrstu átta húskini, sum settu búgv í bygdini. Maðurin við hakanum vísir strevið við at velta upp úr nýggjum, og konan við stokkunum vísir á knossið við at virka klæðir úr ullini. Áskriftin er: “Tann kraft sum teimum treysti gav, var lít til Gud og land og hav”. H.C.W. Tórgarð tegnaði kirkjuna í bygdini, sum varð vígd 18. desember í 1955.

Fyrstu húsini í Rituvík, sum Nikolina og Per Højgaard bygdu sær eru ikki til, men á staðnum hava rituvíkingar sett minnistvarða, har fyrstu húsini stóðu. Sjálvandi skuldi mynd takast av minnisteininum.

Í 1975 reystu tey henda minnisvarða til minnis um fyrstu átta húskini, sum settu búgv í bygdini. (Mynd Vagnur)
Í 1975 reystu tey henda minnisvarða til minnis um fyrstu átta húskini, sum settu búgv í bygdini. (Mynd Vagnur)

Eg gjørdi kvettið á Rituvíkini

So til hendingina á Rituvíkini fyrst í 1980-árunum. Eg var vitandi um, at nógvur sildafiskur kundi vera á Rituvíkini um summarið, og har fingu menn til tíðir eisini nógva sild. Eg var heilt ofta á floti á yngri árum, og eisini royndi eg eftir sildafiski í Nòlsoyarýðuni og í ýðuni sunnanfyri Glyvursnes, men ongantíð hevði eg verið á Rituvíkini. Eg kendi ein mann, sum av og á royndi har, og tá ið eg visti, at fiskur var at fáa á Rituvík, gjørdi eg mær eina dorg við tjúgu beitum.

Veðrið var gott henda dagin, og nú skuldi eg royna dorgina á Rituvíki. Tað nærmasta eg áður var Rituvík, var, tá ið vit royndu millum Stong og Eystnes og brúkti Eggvirkið sum ýti. Eg sigldi í góðverðrinum henda dagin fram við Eystnesi og inn á Rituvík, eg var einsamallur á víkini. Eg hevði passað mær sjóvarfallið soleiðis, at eg fekk kyrrindini á víkini. Ikki hevði eg ánilsi um, hvar teir fingu sildafiskin. Tá ið ein tími var gingin, síggi eg eitt fuglavað inni undir landinum.

Serlig minni í bátinum havi eg á Rítuvíkini.
Serlig minni í bátinum havi eg á Rítuvíkini.

Eg koyrdi dorgina út og sigldi spakuliga ígjøgnum sildavaðið, og knappliga var sum fast í botni. Snellan koppaði sær á, og eg var bangin fyri, at snellan fór fyri borð. Helt, og eg nú var fastur í botni, men so var ikki. Eg føldi á dorgini, at fiskur var á. Tá ið eg dragi spakuliga, siggi eg allar teir stóru toskarnar á dorgini. Slíka mynd hevði eg ongantíð sæð áður og komi heldur ongantíð at síggja slíkt aftur. Fimtan stórir toskar vóru á dorgini. Eg tordi ikki at krøkja fiskarnar úr dorgini, so hvørt teir komu inn. Heldur valdi eg at draga allar dorgina við fiskunum inn í bátin.

Tá ið eg umsíðir var klárur aftur, var fiskavaðið burtur. Eg royndi fyrst í einar tveir tímar, men eg fekk bara nakrar fáar toskar. Veðrið var so ótrúliga gott, og eg helt, at eg mátti royna at halda út til næstu kyrrindi, og eg so gjørdi. Sama skili nakrar tímar seinni. Aftur mest sum fulla dorg enn einaferð, og so nakrar toskar aftrat nakað seinni. Henda dagin avreiddi eg góð 500 pund í Nólsoy, sum var einastu ferð eg avreiddi í Nólsoy og einastu ferð eg royndi á Rituvíkini. Men seinasta leygardag í Rituvík var hugaligt at kaga út á víkini og minnast dagin, tá ið eg sá nógvu stóru toskarnar niðri í sjónum sum perlur á bandi. (Vagnur)

Nakað oman fyri minnisvarðan er stór høll, har menn hava gjørt eina høll burturúr tveimum hallum, sum húsaði Eggvirkinum. (Mynd Vagnur)
Nakað oman fyri minnisvarðan er stór høll, har menn hava gjørt eina høll burturúr tveimum hallum, sum húsaði Eggvirkinum. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply