Hans Birgir Hansen, Biggi, er spennandi persónur at tosa við

Biggi hevur lisið nógv og veit eina rúgvu. (Mynd Vagnur)

 

10 juli í ár fylti Biggi 72 ár, og í 2014 skrivaði eg niðanfyri grein, sum nú verður løgd fram í oddin aftur við loyvi frá Hans Birgiri.

Biggi er havnarmynd, er glaður persónur, men følir seg mangan happaðan. Hann spennir víða, lesur nógv, gongur túrar og rennur, er hjálparmaður hjá B36 og AB, og í  summar rann hann Tórshavn marathon fyri 12. ferð. Hann er einasti rennarin, sum hevur verið við øll árini. Eg hitti Bigga í SMS í januar mánað í 2013, har vit tóku saman um lívið hjá hesum kenda havnarmanni. Biggi hevur uppiborið at koma á forsíðuna á heimasíðuni enn einaferð.

Biggi er sonur Borghild og Hans M. Hansen, róptur Hansimann. Familjan búði fyrst í Stephanssons húsi á Kongabrúnni, síðani fluttu tey niðan í Krókabrekkuna. Tey vóru átta systkin, seks dreingir og tvær systrar: Oddmar, Nick, Ragnar, Eyðbjørn, Snæbjørn, Hans Birgir, Mildrið og Elinborg. Biggi býr í íbúð í Lon.

– Eg eri orginalur, og nógv fólk skilja meg ikki, sigur Biggi. Sjálvandi skal maðurin hava loyvi at vera orginalur, og eitt samfelag gerst fátækari, um pláss ikki er fyri orginalunum. Eg minnist væl Bigga sum ungling í Havn, hann var serligur, men eisini spennandi persónur. Hann var væl fyri kropsliga, gjørdi fimleik í Havnar fimleikafelag, gekk til dans hjá Marnu Nielsen og seinni í Dansifrøi, hann var úlvaungi og seinni skóti, hann fór á fimleikaháskúla í Ollerup og ítróttaskúla í Århus og Vejle, bara til tess at nevna nakað av tí, hann tókst við á ungum árum.

Fólk misskilja meg mangan

-Tú samskiftir nógv við fólk á gøtuni, sigi eg við Bigga. – Frá ungum árum hava fólk mangan misskilt meg, eg havi mínar meiningar og royni at greiða fólki frá ymsum, sum eg haldi, men verði mangan misskiltur. Summi ung royna at taka meg av ræði, og tá gerist eg harður og sigi mína hjartans meining við tey, sigur Biggi.

Biggi búði á ungum árum í Krókabrekkuni. (Mynd Vagnur)

Nógv er at tríva í um havnarmyndina. Tað má vera fáur, sum hevur skrivað so nógv lesarabrøv sum Biggi, og hann leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann hevur skrivað nógv frá heilt ungum árum. Eisini møtir hann upp á ymsum fundum, har hann biður um orðið mest sum hvørja ferð til eina viðmerking. Eg var fyri nógvum árum síðani á einum almennum fundi á Blindastovninum, og eg má siga, at mest beinraktu viðmerkingina hetta kvøldið átti Biggi. Men hvat fær hann annars tíðina at ganga við, nú hann er farin um tey seksti?

-Eg lesi, granski nógv og siti við telduna og leiti eftir áhugaverdum tilfari. Eg renni nakrar ferðir um vikuna, gangi nógv, og nú fyrireiki eg meg til Tórshavnar marathon, sum eg skal renna fyri 10. ferð. Eg eri limur í Bragdinum, og rann eisini á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989.

Havi framvegis samband við fyrirøkur uttanlands, sum stuðla mær við ymsum kosttilskotum, sum betra um mína heilsu, so eg eri klárur at renna Tórshavnar marathon 2. september. Eg arbeiði við fólkaheilsuni hjá fólki og gevi fólki góð ráð. Eg havi mína egnu fyritøku www.faroeinn.fo. Í hesum sambandi kann eg nevna, at eg slóðaði fyri á fundi, tá ið Hjartafelagið og Sinnisbati vórðu stovnað, og eg havi altíð slóðað fyri tí grøna samfelagnum, og at føroyingar skiftu hugburð viðvíkjandi góðum kosti. 

Jens Pauli Heinesen gav mær navnið Biggi 

Biggi gekk í Tórshavnar kommunuskúla, og ein av lærarunum var Jens Pauli Heinesen. Men hvussu fekk Hans Birgir navnið Biggi. – Í okkara flokki gingu bara sjey næmingar seks dreingir og ein genta. Í einum tíma fortaldi Jens Pauli søgu um Per og stórhvalin, hetta var søgu, sum hann bara fann uppá júst tá, men søguna skrivaði hann seinni, og varð hon lisin í Barnaútvarpinum. Jens Pauli flættaði meg  inn í søguna og gav mær  navnið Biggi, sum merkir hin stóri, og navnið kom at fylgja mær.

Biggi var raskur arbeiðsmaður og hevði ymisk fyrifallandi arbeiði. Hann arbeiddi hjá Skipafelagnum, DFDS, Landshandlinum og var gøtusópari hjá Tórshavnar kommunu í nógv ár, har hann gavt í 1992. Í nøkur ár koyrdi hann lastbil, hetta var á hansara ungu árum.

Biggi er bæði B36 og AB fjeppari

Biggi er áhugaður í ítrótti, er neistamaður og hevur selt atgongumerki til kappróðurin á ólavsøku fyri Havnar Róðrarfelag. Biggi er B36’ari um ein háls. Pápi hansara var ein av teimum, sum  stovnaðu felagið. Biggi hevur ymsar ábyrgdir í B36, men hann er nú eisini vorðin trúgvur AB fjeppari.. Hvussu ber tað til?

Húsini hjá Hans Birgiri og teimum eru til vinstru upp í Krókabrekkuni. (Mynd Vagnur)

-Í nógv Harrans ár havi eg verið í fjepparakórinum hjá B36, eri flaggmaður í felagnum og reingerðismaður. Eg síggi mest sum allar dystirnar hjá B36 bæði á heimavølli og útvølli, ja, og eg eri eisini trummusláari til dystirnar.

Tað nýggja er, at eg eri eisini farin at stuðla AB, og mær dámar væl á Argjum. Og eg slái eisini á trummuna bæði tá ið kvinnur og menn hjá AB spæla, sigur Biggi.

At enda spyrji eg Bigga, hví hann altíð hevur ført fram, at hann er vorðin happaður frá ungum árum. Kanska er hann lætt offur, tí hann dugur ikki tiga, svarar aftur, heldur enn at lata sum einki.

– Eg havi havt mótgang í lívinum, tí eg føli meg mangan verða happaðan. Tað pínur meg, tá ið fólk bæði ung og eldri ákæra meg fyri nakað, sum eg ikki hava framt. Ungfólk fáa at vita frá foreldrum, at tey skulu ikki tosa við Bigga, og summi fólk bryggja ræðumyndir um meg. Fólk sum kenna meg, vita, at eg geri ongum nakað, og at fólk skulu ikki vera bangin fyri mær. Tey skulu ikki ræðast meg, sigur Biggi at enda.

Tað var ógvuliga hugaligt at sita í SMS og práta við Bigga, hann var róligur og fyrikomandi hesa løtuna. Hann veit eina rúgvu, og samrøðan kundi verði gjørd nógv longri, tí havnarmyndin hevur áhuga í so nógvum. Vi numu millum annað slett ikki við tað politiska, sum altíð hevur fylt nógv í Biggasa hugaheimi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Hans Birgir Hansen, Biggi, er spennandi persónur at tosa við

Leave a reply