Úr myndasavninum – Stóra bumbuholið við Íslandsvegin bergtók okkum ungu

Bumbuholið við Íslandsvegin. Tá vit ungu sóu bumbuholið fyrstu ferð, var tað tilgrógvið og sýntist tí minni enn á myndini.

Nú ein dagin eg spákaði úti í Mattalág í Havn, kom eg at hugsa um mynd av stórum bumbuholi frá seinna heimsbardaga. Vit børn vistu fyrst í 1950 – árunum um tvey stór hol í Mattalág, har týskur flúgvari kastaði tvær bumbur. Eg spurdi einaferð mammu um hendingina, og hon minnist hendingina væl. Mamma og pápi fluttu í nýggju húsini við Landavegin í 1941, og hon sigur soleiðis:

– Guttormur Poulsen systkinabarn mammu var altíð bangin, tá hann hoyrdi bumbulúðurin ýla. Henda dagin var Guttormur inni hjá okkum, og tá hann hoyrdi lúðurin og flúgvaran, sprakk hann á dyr og helt leiðina vestureftir út eftir Landavegnum, har fá hús tá vóru. Men Guttormur kom ikki so langt, tí flúgvarin kom í sama rættning, sum Guttormur rann, og kastaði bumburnar í Mattalág tætt við Íslandsvegin. Tá báðar bumburnar brustu, goymdi Guttormur seg undir eini brúgv um Rættará. Við Ellisheimið spældu vit ungu millum nógvar leivdir frá krígnum, tí har stóðu enn fýra barakkir og fleiri húsagrundir. Ikki fyrr enn í 1960 – árunum vóru barakkirnar burturbeindar og millum annað Heilsufrøðilig starvsstova og garaga til líkbil bygd á staðnum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply