Barnaróður má og skal longu næsta ár skiftast í tveir aldursbólkar

Rimmar mynd og finaluróður, sum gula Tjaldrið heldur óvæntað vann. Nummar tvey Sævarmoy, trý Dúgvan og fýra Kollur. Heilt nógvir áskoðarar sóu barnaróðrarnar. (Mynd Erlendur)

Myndatól mítt fylgdi barnaróðrunum í summar, og áhugavert at síggja hagtølini frá teimum sjey FM-róðrunum. Heili 45 bátsmanningar skuldu rógva á norðoyastevnu, sum bleiv útsett, og heili 44 barnamanningar róðu á ólavsøku. 20 gentu – og 24 dreingjamanningar, sum róðu í tveimum riðlum. Hetta er stórsta manningartalið nakrantíð í róðrarári.

Hjá gentunum var tað serliga Drekin úr Havn, Sævarmoy úr Klaksvík og Tistil av Tvøroyri, sum at enda kappaðust um tey trý heiðursmerkini. Drekin við gentum vann gull við 33 stigum, Tistil silvur við 32 stigum og Sævarmoy bronsu við 27. stigum. Sævarmoy við dreingjum vann gull við 33 stigum, Dúgvan silvur við 29 stigum og Kollur bronsu við 28 stigum. Sama stigatal fekk Títlingur, men Kollur var undan Títlingi á ólavsøku. Erlendur Johannessen var so beinasamur at taka nakrar myndir.

Góð róðrarmynd av dreingjamanningum, sum júst eru farnir um mállinjuna. Eisini hugaligt, at gulu báturin at enda bjóðaði av heilt frammi í oddinum. (Mynd Erlendur)

Havi hoyrt frá fleiri, so gekk í summar bara væl at starta barnamanningar. Dómari sigur mær, at tey ungu duga væl at leggja til startin, sjálvt um fleiri rógvarar í summar róðu fyrsta FM-róður. Á ólavsøku hendi tað gleðiliga, at Kringvarpið vísti myndir frá barnaróðrunum. Kann heilsa Kringvarpinum og siga, at fyri meg og stóra fjøld, eru myndir og frásøgn frá barnaróðrunum minst líka gott sjónvarpstilfar, sum myndar av teimum fýra 10-mannaførunum, har tú veitst frammanundan, at Klaksvíkingurin vinnur róðurin.

Stór mannfjøld fylgdu teimum 44 barnamanningunum, og hetta sást bæði á Tinganesi og á bryggjuni. Hetta eru alt foreldur og vinur og kenningar hjá rógvarum og onnur. Mong eru komin til Havnar úr bygd og bý at fylgja “teirra” bátum, og fyri tey mongu er líkamikið um Klaksvíkingur ella Ormurin vinnur, sum tey einki tilknýti hava til.

Tað er breið semja um landið, at tíðin er komin at skifta barnaróðurn longu næsta ár í tveir aldursbólkar. Myndir og hagtølini boða frá hesum. Vit síggja frá fyrsta róðrinum, sum í ár var á fjarðastevnu, at somu bátarnir liggja frammi í oddinum á øllum stevnunum. Tó er okkurt undantak millum annað Tjaldrið við dreingjum, sum óvæntað vann á ólavsøku.

Genturnar rógva innleiðandi í ólavsøku. Vít síggja Sævarmoy, Sílið, Drekan, Havørnina, Havfrúnna, Spógvan og Súlana. (Mynd Erlendur)
Genturnar rógva finaluróður, sum Sævarmoy vann. Drekin nummar tvey, Ingibjørg nummar trý. Siðani, Tistil, Svalan, Sílið, Leikalind, Blikur og Havørnin. (Mynd Erlendur)

Kann endurtaka, at gleðiligt at síggja, at so nógv feløg um landið mannaðu stóra barnamanningarflotan. Torført at spáa um framtíðina, hvussu gongst við korona, tí fara barnamanningarnar kanska at fækka, tá fótbólts-hondbólts-flogbóltslið og aðrar ítróttagreinar aftur sleppa til kappingar uttanlands.

Nøkur hjartasuff í eftirmetingini

Kappróður stingur djúpt í míni sál, og so hevur verið frá barnaárum. Fyri meg er av heilt stórum týdningi, at rógvarar, sum brúka so nógva tíð og venja so nógv til tess at náa málinum, at tey fáa góða viðferð og uppliving í rógvingini. At dømingin er góð og rættvís, at manningar ikki uppliva at sita kaldar í bátinum í alt ov langa tíð, ja, herfyri at sita tveir tímar í bátinum, tí okkurt er galið úti á málinum. Slíkt má og skal ikki koma fyri. Upplýsing og kunning skal vera í hásæti.

Drekagenturnar gjørdust nummar tvey á ólavsøku, og tað var nokk at vinna meistaraheitið. Fegnar gentur, má sigast. (Mynd Erlendur)

Í róðrarkjakið herfyri hoyra vit aftur og aftur, at torført er at fáa mannað nevndina Róðrarsambandinum. Havi ta áskoðan, at Róðrarsambandið er fyrst og fremst felagsskapur fyri føroyskan kappróður, sum skal slóðað  fyri at betra umstøðurnar hjá uttandura kappróðrinum. Tað skurrar í mínu oyrum at lesa og hoyra, at nú skulu vit ansa okkum at finnast at ymsum í RSF, tí talan eru um fólk, sum ólønt gera sjálvboðið arbeiði.

Dreingirnir rógva innleiðandi riðil . Stóru munur á bátinum, tí talan er um aldursmun og harvið kropsstyrki. Vít siggja Dúgvuna, Leikalind, Títling og Roynda Fríðu. (Mynd Erlendur)
Dreingjamanningarnar rógva innleiðandi riðil. Vit síggja Sævarmoy, Tjaldrið, Havfrúnna, Koll, Ternuna og Frúnna. (Mynd Erlendur)

Vit skulu minnast til, at Kringvarpið fylgir kappróðrinum við stórari arbeiðsorku, áskoðarar fylgja við kring landið og á bryggjum. Rógvarar brúka tíð og orku stóran part av árinum, tí má RSF vera felagskapur, megnar at fylgja við. Skilji væl, at torført er at manna nevndir í Róðrarsambandinum, men tað hevur sínar orsøkir.

Róðrarfeløg um landið byrjaðu at fáa sær rógvimaskinur fyri tjúgu árum síðani, sum skuldi vera hjálpitól í venjingini. Havnar Róðrarfelag fór at skipa fyri vælumtóktum innandurakappingum fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani í Eysturskúlanum. Tað sama í Runavík og í Vágum. Stóru áhugi frá byrjan, sum fánaði so líðandi.

Strevið fyri okkum róðraráhuga, at eingin bátur kann geva Jarnbardi, Jannie og vinkonum kapping. Alt ov stórur munur. Nummar tvey bleiv Víkingur og trý Sølmundur. (Mynd Erlendur)

Hesar kappingar endaðu við, at nú skuldi RSF taka sær av innandurarógvingini. Seinni eisini at senda innandurarógvarar uttanlands, ja, eisini eldri rógvarar. Havnar Róðrarfelag fór at skipa fyri vælumtóktum snarróðrum og síðan ódnartøkum, sum eisini endaðu í RSF. Alt hetta kom at geva nevndini í RSF stórt eyka arbeiði, og hvør sigur, at fólk tíma í nevnd, sum elska føroyskan kappróður, og nú skulu eisini taka sær av ódnartøku, inniróðri og og senda rógvarar uttanlands. Tað eru bar kanska 5% av føroysku rógvarunum, sum hava áhuga í innandurarógving sum kapping. Hví í Harrans navnið skal RSF gera hetta arbeiðið.

Róðrarsambandið kann seta á stovn deild, sum tekur sær av inniróðrinum. Tað er púra vilt, at samstundis, sum tað torført at manna nevndina í RSF, so at brúka hundrað túsundtals krónur til innróður til tey fáu, sum tíma hesa ítróttagrein. Inntøkurnar og arbeiðsorkan í RSF skulu sjálvandi brúkast til føroyskan kappróðurin. Verður tað gjørt, so gongst kanska betur at fáa fólk í nevndina í RSF.

Kappróður er serlig ítróttagrein, og rógvari segði mær einaferð, at tað er so leingi at bíða í tíggju mánaðir, til tú aftur skalt rógva FM-róður á norðoyastevnu. Róðrarárið er júst byrja, so endar tað. Niðanfyri nakrar myndir frá róðrunum 5-mannafør við kvinnum og 6-mannførum við monnum. Ársins róðrarfelag mátti verið lætt at kosið. Klaksvíkar róðrarfelag vann fimm róðrar á ólavsøku og fleiri meistaraheiti? (Vagnur)

Firvaldur Erla kongsdóttur, Blikur og Tjaldrið. (Mynd Erlendur)
Altíð áhugavert við broytingum. Og endaliga fekk Erla kongsdóttir mótstøðu, men óvart kom á, at mótstøðan skuldi koma av Tvøroyri. Firvaldur vann róðurin.  (Mynd Erlendur)
Vøkur sjón. Har frammi kappast Sundabáturin og Páll Fangi. Eisini sæst Víkingur, Hósvíkingur, Smyril og Fortuna. (Mynd Erlendur)
Heilt ótrúligt, at teir umborð á Páll Fanga bara kunnu “rista” ein sigur úr ermuni á ólavsøku. Hetta má óvart á. (Mynd Erlendur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply