
Eg minnist, sum var tað í gjár, tá ið brøðurnir Eyðun og FinnBjørn Karbech Mouritsen í 1962 lótu upp málingahandil í kjallaranum hjá Linu Arge. Húsini stóðu á horninum V. U. Hammarshaimbsgøta og J.C. Svabosgøta í Havn. Plássið var ikki stórt, men sølan av máling gekk beinanvegin strálandi.
Tað gingu bara trý ár, so bygdi fyritøkan bygning aftrat niðan ímóti Landavegnum. Hetta var í 1965, men longu í fimm ár seinni í 1970 varð stórur bygningur í trimum hæddum bygdur á horninum Fríðriks Petersensgøta og Landavegin. Tá ið brøðurnir byrjaðu í kjallaranum hjá Linu Arge, var eg tólv ára gamal, og eg minnist væl, hvussu skjótt fyritøkan vaks.Til tess at byggja nýggja stóra bygningin, varð neyðugt at taka trý sethús burtur.
Á horninum stóð trý sethús, sum Málingahandilin keypti, og øll trý húsini vórðu tikin niður. Húsini vóru tey hjá Pól a Landavegnum, Sofusi Jacobsen og hjá Askham pápa Tummas Juul Askham, sum vit kenna úr fjølmiðlunum, og sum einaferð spældi trummur í The Faroe boys. Annar eigarin Eyðun Karbech Mouritsen doyði alt ov ungur. Hann doyði í 1984 bert 49 ára gamal.
Kjallarafyritøkan frá 1962 helt fram at vaksa, og tað gingu ikki nógv ár, so varð stórur málingahandil bygdur uppi í Hoyvík, sum nú er framsýningarhøli hjá Fornminnissavninum. Seinni fór fyritøkan niðan á Hjalla og bygdi aftur stóran bygning, sum vit kenna sum Vøruhúsið á Hjalla. Yngri ættarliðið rekur nú familjufyritøkuna, sum byrjaði i einum kjallara í 1962.(Vagnur)