
Tá eg sum smádrongur seinast í 1950-árunum kom fyrstu ferð í Álaker, átti Havnar róðrarfelag tríggjar bátar. Havnarbáturin og Ørvur stóðu í Hornaneystinum og Sílið undir hálvtaki skamt frá neystinum. Hyggur tú í hagtølini á Stavnur.fo og fer at leita eftir søguni um 6-mannaførini, gerst søgan ógvuliga áhugaverd. Og vit skulu fyrst aftur í 1970-árini
Fyri 1974 róðu vanliga eisini gomul 6-mannafør á stevnum, og nøvn sum Falkur úr Hósvík, Greivin av Signabø, Smiril og Fiskurin úr Vági og Mýlingur úr Hvalvík ganga aftur ár um ár. Men róðrarárið 1974 verður brotið upp úr nýggjum, tí nú rógva fyri fyrstu ferð tvey nýggj 6-mannafør. Hósvíkingur og Kollfirðingur, bátar, sum Nicals í Koltri smíðaði. Fekk hug at kannað søguna eitt sindur nærri. Havi eisini hitt Øssur Olsen úr Hósvík.

Hugurinr at rógva kapp um landið í 1970 – árunum var stórur, og hesi árini róðu millum seks og tíggju 10-mannafør og eins nógv 8-mannafør. Kann til stuttleika nevna, at á ólavsøku í 1975 róðu átta 10-mannafør: Havnarbáturin, Skálabáturin, Eysturoyingur, Suðuroyingur, Vágbingur, Tívil, Vestmenningur og Klaksvíkingur. 8-mannaførini vóru níggju bátar: Ørvur, Oyndri, Kvívíkingur, Toftabáturin, Gøtu Tróndur, Miðvíngur, Leirvíkingur, Víkarbáturin og Miðvingur.

Tað kann tykjast løgið, at bygdir sum Hósvík, Kollafjørður og Hvalvík ikki valdu heldur at útvega sær 8-mannafar enn nýggj 6-mannafør. Kappingin millum 8-mannaførini var hesi árini ógvuliga hørð, og Øssur Olsen úr Hósvík hevur svarið, hví nýggju 6-mannaførini í 1974 sóu dagsins ljós. Eitt 5-mannafør er 21 føtur langt, 8-mannafar 24 føtur, og nú fór Niclas í Koltri at smíðað 6-mannafør, sum vóru ein fót longri enn 5-mannaførini.
Øssur Olsen sigur, at fólk í Hósvík, Kollafirði og Hvalvík hava heilt vist hildið bygdarnar verið ov smáar til tess at fáa mannað 8-mannafar og enn verri tíggjamannafar. Bygdirnar mannaðu næstan á hvørjum ári gomul 6-mannafør, og tí lá til høgra beinið, at fáa smíðað nýggj 6-mannafør.

Fyrstu trý árini 1974,1975 og 1976 róðu bara Hósvíkingur og Kollfirðingur við monnnum, men í 1977 fingu tey í Hvalvík og Streymnesi Hvessing. Árið eftir í 1978 kom vakurt sjáldsamt róðrarnavn í flotan. 6-mannafarið Norðístovu-Dánjal og árið eftir í 1979 Páll Fangi og Gongurólvur.
Fara vit síðani til 1980 og 1981 síggja vit eisni 6-mannaførini Sólmund og Smyril, og í 1987 Riddaran úr Miðvági. Fyrst í 1990-árini koma so Jarnbardur, Strálan og Lómur og Leirvíksingur, og í 1991 rógva níggju 6-mannafør við monnum um FM- heitið. Sølmundur, Leirvíkingur, Strálan, Gongurólvur, Norðístovu-Dánjal, Kollfirðingur, Hvessingur, Lómur og Jarnbardur.

Fyrstu nógvu árini vóru 6-mannaførini bara mannað við monnum. Men hvussu við 6-mannaførum mannað við kvinnum?
Gekk nakað seint at fáa 6-mannaførini mannað við kvinnum, og ikki fyrr enn í 1983 rógva Gongurólvur og Smyril á norðoyastevnu. Um 1990 kemur knappliga gongd í, og í 1991 rógva átta 6-mannafør við kvinnum. Gongurólvur, Jarnbardur, Leirvíkingur, Sólmundur, Strálan, Norðístovu Dánjal, Riddarin og Lómur.

Vit skriva nú 2021 tretivu á seinni, og tað er á góðari leið at fáa mannað 6-mannaførini við monnum, men striltið at halda tørn at manna kvinnubátarnar. Havi leystliga talt saman 6-mannaførini, sum standa í neystum um landið. Talan er um fleiri enn tjúgu bátar. Omanfyri eru ikki tildømis nevndir Skúgvur úr Sandavági, Heringur og Víkingur úr Havn, Foruna úr Vestmanna, Rádni úr Fuglafirði, Tvørabáturin, Tindur úr Eysturkommunu og Romvlvs úr Nólsoy.
Tú kanst spæla tær við tankarnar. . Um 6-mannaførini ikki sóu dagsins ljós í 1970-árunum, róðu so í 2021 fleiri 8-mannafør, 10-mannafør og fleiri 5-mannafør við kvinnum? (Vagnur)