Úr myndasavninum – Vøkru “Fysikuhúsini” máttu lúta fyri nýggjum sjómansheimi

Kundi verið hugaligt, at vit varðveittu læknahúsini og Perluna. Minni í Pisshúsini eru ikki nakað serlig, tí har var mangan skitið og óhumska. Hugaligt at síggja bátarnar og sandin. Har var bátadráttur, tá vit fyrstu ferð komu í Vágsbotn fyrst í 1950-árunum. (Myndin Havn -fólk og yrki)

Nógv áhugavert er at síggja á eldri myndum úr gomlu Havnini. Støðgaði við mynd úr Vágsbotni, sum er tikin umleið 1930. Har standa vøkur hús, har Sjómansheimið nú stendur, vit enn rópa húsini. Sjómansheimið stórur betong bygningur bygdur í 1951, tá neyðugt var at víðka um virksemið hjá Sjómansheiminum. Síggi, at gomlu húsini vóru rópt “Fysikuhúsini”, har fyrsti kommunulæknin í Havn Hilmar Fridricia virkaði. Hann var settur lækni í  1903.

Løgið at hugsa sær, at tey byrjaðu at taka niður vøkru húsini, sama árið, sum tú ert føddur. Annars minnast vit væl Perluna, Pisshúsið, húsini hjá einahandlinum, bátadráttin og gamla Kommunuskúlan. Áhugavert at síggja smíðaðu bátarnar, nú vit eru í glastrevjatíðini, har føroyskur báturin er sjáldsom mynd við sjóvarmálan. Vegur sæst ikki av Vaglinum oman í Vágsbotn ei heldur áin, sum rann av Vaglinum oman Mylnugøtu oman í Vágsbotn. Friðsælt á myndini at spáka í Vágsbotni. Eingir bilar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply