Úr myndasavninum – nakrar hugleiðingar um mynd frá 1958

Christian Holm Jacobsen tók frálíku myndina í 1958.

Steðgið júst á við myndina omanfyri, og tankarnir og minnini reika beinanvegin. Eri uppvaksin við Landavegin, og so skjótt tú fekst eygu á jólum 1949 og var smádrongur í 1950 – árunum, so víðkaðist sjónarringurin eisini oman í Vágsbotn. Minnist heilt væl júst myndina, tá Reynir, Tróndur ella Sigmundur lógu við bryggju í Vágsbotni. Rubek var avgreiðslumaðurin, sum vit øll kendu. Myndin er heilt serlig, tí vit síggjast ferðafólk og ymsar vørur hvørt um annað umborð á bátinum.

Har eru millum annað ferðafólk, ølkassar, oljutunnur, hegnsteyrar, mjólkadunkar, kolasekkir og annað á dekkinum. Í 1958 kundi tú ikki koyra til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí oyggjarvegurin var ikki samanbundin fyrr á sumri 1966. Vit vitjaðu mangan í Kollafirði, har ein mammubeiggi okkara búði, og tá var siglt við mjólkabátunum fyrst til Kalbak og síðani til Sjógv í Kollafirði. Á myndini sæst so mangt annað enn mjólkabáturin. Súkklan, barnavognurin og ikki minst bilurin FØ 100 er eisini áhugaverdur. Hagtølini siga, at í 1950 búðu 560o fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Í 1960 vóru skrásett 1023 akfør í Føroyum, ja, nú er bilatalið farið upp um 30.000 bilar. Hugaligt at hugsa um og at minnast aftur á. (Vagnur)

Úr myndasavninum – 75 ára gomul forvitnislig hondbóltsmynd

hghghg

Mynd av Søljuni og Neistanum eftir hondbóltsdyst á Valloyruni í 1944. Søljan fremst frá vinstru: 1 Aslaj Nielsen, 2 Paula Davidsen, 3 Fía Nielsen, 4 Nicolina Thomsen, 5 Jenhild Danielsen 6 Raghild á Plógv og 7 Anly Joensen. Neistin aftast frá vinstru: 8 Jacobina Poulsen, 9 Elisabeth Mikkelsen, 10 Elsa Horn, 11 Gunnvør Debes, 12 Hervør, 13 Ida Hansen og 14 Helga Magnussen. Myndaeigari: Johnfinn og Ragnhild á Plógv myndasavn)

Á Facebook síggjast nakrar ómetaliga góðar og forvitnisligar eldri hondbóltsmyndir úr Sandavági. Hetta eru myndir úr myndasavni hjá Johnfinni og Ragnhild á Plógv. Eg kendi tvær neistakvinnur á eini myndini og fór at kanna málið nærri, tí neistakvinnan Elsa Horn, sum var seytjan ár, tá myndin var tikin, er á myndini, og hana samskifti eg av og á við um hondbólt. Myndin er tikin í 1944 á Valloyrini í Sandavági, og liðini eru Søljan og Neistin. Eg havi spurt Elsu, hvat hon minnist til myndina omanfyri. Læs resten →

Pápasystir mín doyði av tuberklum í 1952 bert 28 ára gomul

Systikini í Tórsgøtu: Beiggjarnir frá vinstru: Vagn Erik, Aage, Helge og Ejler. Systrarnar frá vinstru: Pitte og Minna.

Systikini í Tórsgøtu: Beiggjarnir frá vinstru: Vagn Erik, Aage, Helge og Ejler. Systrarnar frá vinstru: Pitte og Minna.

Tankarnir leita mangan til familjuna hjá pápa okkara Helge Dahl Michelsen, sum var føddur í Tórsgøtu, har barnaheimið var. Lagnan var ógvuliga hørð við familjuna, tí Amanda Michelsen mamma pápa fekk ógvusliga heilabløðing sum 48 ára gomul, og systir pápa Minna doyði av tuberklum bert 28 ára gomul. Mamma plagdi at siga okkum. Skrivað í 2015 Læs resten →

Statsraad Lehmkuhl varð bygt sum skúlaskip í Týsklandi í 1914

Statraad Lehmkuhl er vakurt seglskip. (Mynd Vagnur)

Statraad Lehmkuhl er vakurt seglskip. (Mynd Vagnur)

Tað er altíð áhugavert at síggja stór seglskip, og eisini er spennandi at finna út av, hvar hesi snotulig før stava og eru bygd. Statsraad Lehmkuhl er verðins størsti fullriggari, sum í 1914 varð bygt sum skúlaskip til týska handilsflotan. Tá æt skipið “Grossherzog Friedrich August. Norskur reiðari keypti skipið í 1923, men skipið varð nakrar mánaðir seinni selt til samtakið “Skúlaskipini í Bergen”. Skrivað í 2013 Læs resten →

Úr myndasavninum – Havnin fekk fyrsta líkbilin í 1949

Mynd frá 1957 uppi í Hoydølum. Líkbilurin er frá 1949. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Nú er Birgar Johannessen farin, men nógv virðismikið søguligt tilfar liggur eftir Birgari. Bøkurnar Havnin – fólk og yrki eru bara eitt dømi. Í 1935 var nýggi kirkjugarðurin undir Heygnum ella sum vit søgdu við Velbastaðvegin vígdur, kirkjugarður langt frá býnum. Gamli skikkurin at bera kistuna úr Havnar kirkju niðan í kirkjugarðin á Svínaryggi datt nú burtur, tí langt var út í nýggja kirkjugarðin.

Fyrstu tíðina varð antin lastbilur ella hestavognur brúktur til líkkoyring. Í 1941 heitti Jacob Dahl próstur á havnarfólk at savna inn pening at keypa líkbil. Tá kríggið var av gingu nøkur ár, so fekk Havnin fyrsta líkbilin ein Bedford, sum vit síggja á myndini. Um havnarfólk savnaðu inn pening ella kommunan sjálv útvegaði líkbilin sigur søga einki um.

Myndin er frá 1957. Líkbilurin fer av Santaoriinum í Hoydølum. Í 1948 kom fyrsti brandbilurin til Føroya ein Bedford sum er varðveittur á Brandstøðini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Gulir skótar í 1957 á altjóða skótalegu í Onglandi

Skótarnir á skótalegu í 1957. Frá vinstru Rolf Guttesen, Arni Rein, Jens Petur Hansen, Karl Johansen, Bjarni Johansen, Jens Petur Gregoriussen, Kári Mouritsen, Tórður Debes Jóansson, Olaf Magnusen, Bjarni Rein, Jákup Sali Olsen og Heðin Samuelsen. (Mynd Bjarni)

Fekk hesa skótamynd frá Bjarna Johansen, sum er serlig, tí flestu kendu skótarnir á myndini eru ikki millum okkum longur. Í 1957 gekk leiðin fyrst til Hetlands við Tjaldrinum, har skótarnir lógu nátt, til teir hildu leiðina til Orkunoyggjar. Næsta dag við skipi til Aberdeen, so koyrandi í bussi í tíggju tímar til London.

Skótalegan var hildin í Sutton Coldfield nær býnum Birmingham. Á leguni vóru 40.000 skótar úr 80 ymsum londum. (Vagnur)

 

Hans Birgir Hansen, Biggi, er spennandi persónur at tosa við

Biggi hevur lisið nógv og veit eina rúgvu. (Mynd Vagnur)

 

10 juli í ár fylti Biggi 72 ár, og í 2014 skrivaði eg niðanfyri grein, sum nú verður løgd fram í oddin aftur við loyvi frá Hans Birgiri.

Biggi er havnarmynd, er glaður persónur, men følir seg mangan happaðan. Hann spennir víða, lesur nógv, gongur túrar og rennur, er hjálparmaður hjá B36 og AB, og í  summar rann hann Tórshavn marathon fyri 12. ferð. Hann er einasti rennarin, sum hevur verið við øll árini. Eg hitti Bigga í SMS í januar mánað í 2013, har vit tóku saman um lívið hjá hesum kenda havnarmanni. Biggi hevur uppiborið at koma á forsíðuna á heimasíðuni enn einaferð.

Biggi er sonur Borghild og Hans M. Hansen, róptur Hansimann. Familjan búði fyrst í Stephanssons húsi á Kongabrúnni, síðani fluttu tey niðan í Krókabrekkuna. Tey vóru átta systkin, seks dreingir og tvær systrar: Oddmar, Nick, Ragnar, Eyðbjørn, Snæbjørn, Hans Birgir, Mildrið og Elinborg. Biggi býr í íbúð í Lon. Læs resten →

245 fólk búgva í Rituvík – Tey fyrstu settu búgv í 1873

Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)

Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)

Eg haldi meg hava verið einar tríggjar fýra ferðir í Rituvík, men so havi eg serliga uppliving á Rituvíkini, tá ið eg gjørdi kvetti í bátinum. Ein dag í oktober mánað í 2013 stóð eg har, Eggvirkið í Rituvík einaferð stóð, og eygleiddi húsini í Rituvík. Ikki er løgið, at Nikolina og Per Højgaard valdu at seta búgv á staðnum í 1873. Staðið er frálíkt, og nú eru bara fimm minuttir at koyra eftir góðum vegi til Runavíkar. Men húsini eru ógvuliga spjadd í bygdini. (Skrivað 10. juli 2014. Fólkatalið í Rituvík 1. juni 2021 var 302 fólk, so munandi fólkavøkstur) Læs resten →

Tá grønlendingurin Benjamin kom at búgva við Landavegin

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstu Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstru Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Í 1961 kom ein ellivu ára gamal grønlendingur at búgva við Landavegin, sum fyri okkum smádreingir tá var nakað heilt serligt. Tá í tíðini sóu vit eingi myrk fólk, sum ikki vóru eins litt og vit onnur. Drongurin æt Benjamin, mamman æt Gurli Restorff, sum júst var vorðin gift við Niels Restorff. Gurli og Benjamin vóru komin av Tvøroyri, har Gurli hevði arbeitt sum sjúkrasystir á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani 1955. Benjamin var ein fittur og sjarmerandi drongur, sum kom at trívast væl saman við okkum ungu við Landavegin. Men Benjamin hevði havt serliga lagnu frá fyrsta degi, og tú kanst spyrja, hvussu bar til, at ein donsk sjúkrasystir kom at búgva við Landavegin og hevði við sær ein grønlendskan drong. Søgan er henda, og vit skulu fyrst aftur til januar mánað í 1950. (Greinin skrivað í 2016) Læs resten →

Forvitnislig og áhugaverd framsýning umborð á Jákupi Sverra

Jákup Sverri við bryggju í Havn. Vælútgjørt og væl frágingið rannsóknarskip. (Mynd Vagnur)

Fyri viku síðuni slapp almenningurin at síggja framkomna rannsóknarskipið Jákup Sverra, og hetta skuldi gerast stór uppliving, tí framsýningin var væl fyriskipið. Tú komst umborð gjøgnum eina landgongubrúgv, har leiðin gekk fyrst inn á dekkið síðani leiðin gjøgnum alt skipið. Ferðin endaði uppi á brúnni, har leiðin gekk niður á dekkið og í land gjøgnum aðra landgongubrúgv.

Eitt at síggja tað vanliga umborð á skipi sum fiskireiðskapur, messa, maskina og alt uppi á brúnni, men so stóðu fólk frá Havstovuni á ymsum postum á leiðini, sum áhugavert greiddu okkum frá ymsum kanningum, har ymisk tól eisini vóru á at síggja. Læs resten →