Úr myndasavninum – nakrar hugleiðingar um mynd frá 1958

Christian Holm Jacobsen tók frálíku myndina í 1958.

Steðgið júst á við myndina omanfyri, og tankarnir og minnini reika beinanvegin. Eri uppvaksin við Landavegin, og so skjótt tú fekst eygu á jólum 1949 og var smádrongur í 1950 – árunum, so víðkaðist sjónarringurin eisini oman í Vágsbotn. Minnist heilt væl júst myndina, tá Reynir, Tróndur ella Sigmundur lógu við bryggju í Vágsbotni. Rubek var avgreiðslumaðurin, sum vit øll kendu. Myndin er heilt serlig, tí vit síggjast ferðafólk og ymsar vørur hvørt um annað umborð á bátinum.

Har eru millum annað ferðafólk, ølkassar, oljutunnur, hegnsteyrar, mjólkadunkar, kolasekkir og annað á dekkinum. Í 1958 kundi tú ikki koyra til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí oyggjarvegurin var ikki samanbundin fyrr á sumri 1966. Vit vitjaðu mangan í Kollafirði, har ein mammubeiggi okkara búði, og tá var siglt við mjólkabátunum fyrst til Kalbak og síðani til Sjógv í Kollafirði. Á myndini sæst so mangt annað enn mjólkabáturin. Súkklan, barnavognurin og ikki minst bilurin FØ 100 er eisini áhugaverdur. Hagtølini siga, at í 1950 búðu 560o fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Í 1960 vóru skrásett 1023 akfør í Føroyum, ja, nú er bilatalið farið upp um 30.000 bilar. Hugaligt at hugsa um og at minnast aftur á. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply