
Á Facebook síggjast nakrar ómetaliga góðar og forvitnisligar eldri hondbóltsmyndir úr Sandavági. Hetta eru myndir úr myndasavni hjá Johnfinni og Ragnhild á Plógv. Eg kendi tvær neistakvinnur á eini myndini og fór at kanna málið nærri, tí neistakvinnan Elsa Horn, sum var seytjan ár, tá myndin var tikin, er á myndini, og hana samskifti eg av og á við um hondbólt. Myndin er tikin í 1944 á Valloyrini í Sandavági, og liðini eru Søljan og Neistin. Eg havi spurt Elsu, hvat hon minnist til myndina omanfyri.

– Vit vóru fleiri ferðir í Sandavági og spældu, og kanska blandi eg ymsu ferðirnar saman. Men tá var eingin Oyggjarvegur at ferðast eftir og eingin undirsjóvartunnil. Møguleikin var at sigla úr Havn til Miðvágs ella sigla av Velbastað ella úr Kirkjubø til Miðvágs og síðani til Sandavágs at spæla hondbólt. Eisini var møguleiki at sigla við postbátinum úr Vágsbotni til Kollafjarðar, koyra við bili til Vestmannar og so við báti á Fútaklett. Neistakvinnur og fótbóltsspælarar úr B36 ferðaðust mangan saman, og vit vóru jú eisini í Norra saman.
– Eg minnist serliga eina ferð, tá vit sigldu úr Havn við Róki hjá Skipafelagnum. Fótbóltsspælararnir úr B36 skuldu spæla fótbólt í Miðvági, og vit spæla hondbólt í Sandavági. Veðrið var einki serligt, tað rullaði illa, og vit vóru beind niður í lastina, har fleiri av okkum spýðu og vóru illa fyri. Í Sandavági vóru tey bæði blýð og týð sum altíð, og sum tú sært á myndini ovast, so er gott lag á spælarunum. Vinabond vóru knýtt millum spælarar, og vit fóru eisini heim við spælarum, har vit fingu ein bita.

– Men eg minnist serliga, at í Sandavági var ein “cafe”, sum vit plagdu at vitja. Hetta dámdi okkum sera væl, tí har var so hugnaligt. Annars var lagið betri, tá vit fóru aftur til Havnar, og í lastini á Róki dansaðu vit føroyskan dans. Góð hondbóltsminnir úr Sandavági, sigur Elsa. Á myndini ovast standa neistakvinnur, meðan hondbóltskvinnurnar húka. Tvey neistaandlit kenni eg, og tað er Elisabeth Mikkelsen, sála, sum eg mest minnist sum fimleikavenjara í Havnar Fimleikafelag, og síðani Elsu Horn. Elisabeth er nummar tvey frá vinstru og Elsa nummar trý. Men eg kennist eisini við neistakvinnuna nummar fýra frá vinstru, tí hon líkist manni, eg kendi, og eg spyrji Elsu um spælaran.

– Hatta er Gunnvør Debes systir Niels Debes Yviri við Strond, sum vit kendu frá býráðnum í Havn. Gunnvør var høg kvinna, men hon fekk á ungum árum krabbamein og doyði av sjúkuni. Annars eru fleiri av neistakvinnunum kvinnur, sum komu til Havnar at tæna. Stuttligi at síggja aftur myndina úr Sandavági, sigur Elsa, sum nú er 87 ára gomul og framvegis fylgir væl við í hondbólti. Tú merkir týðuliga á Elsu, hvussu nógv hondbólturin hevur fylgt henni alt lívið, tí umframt, at hon spældi sjálv, so spæla og spældu eisini bæði børn og ommubørn hondbólt.
Eg kann leggja afturat, at lætt er ikki altíð at finna út av eftirnøvninum, tí ungu kvinnurnar eru giftar og hava fingið nýggj eftirnøvn, so talan kann vera um gentueftirnøvnini hjá summum kvinnum. (Vagnur)