Pápasystir mín doyði av tuberklum í 1952 bert 28 ára gomul

Systikini í Tórsgøtu: Beiggjarnir frá vinstru: Vagn Erik, Aage, Helge og Ejler. Systrarnar frá vinstru: Pitte og Minna.
Systikini í Tórsgøtu: Beiggjarnir frá vinstru: Vagn Erik, Aage, Helge og Ejler. Systrarnar frá vinstru: Pitte og Minna.

Tankarnir leita mangan til familjuna hjá pápa okkara Helge Dahl Michelsen, sum var føddur í Tórsgøtu, har barnaheimið var. Lagnan var ógvuliga hørð við familjuna, tí Amanda Michelsen mamma pápa fekk ógvusliga heilabløðing sum 48 ára gomul, og systir pápa Minna doyði av tuberklum bert 28 ára gomul. Mamma plagdi at siga okkum. Skrivað í 2015

Minna og systir mín Chirstin. Minna var lívsglað genta og ung kvinna, sigur mamma.
Minna og systir mín Chirstin. Minna var lívsglað genta og ung kvinna, sigur mamma.

– Systkini í Tórsgøtu vóru seks í tali. Dreingirnir Aage, Helge, Ejler og Vagn Erik, og genturnar Hanna (Pitte) og Poulina (Minna). Nøvnini í klombrum vóru teirra eyknevni og vóru róptar soleiðis. Mamman Amanda Michelsen var 48 ára gomul, tá ið hon fekk heilabløðing, so hon misti førleikan. Hon lá fyrst uttan vit í fimm samdøgur, og tá hon vaknaði, fekk hon ikki tosað og hevði stórar trupulleikar at fóta sær í gerandisdegnum. Læknin Zachariassen segði, at vaknaði Amanda aftur, kundi hon kanska liva í eitt ár, men hon kundi eisini liva langt lív. Ivin var so stórur fyrstu dagarnar og síðani næstu árini.

– Tey skiftust um at sita hjá mammuni, og sætta dagin segði hon fyrsta orðið, tá Helge sat hjá henni. Hon lat knappliga upp eyguni og segði “Helge”, og frøin var stór í familjuni, men tey sóu skjótt, at mamman var illa skadd. Ynskti sonurin Vagn Erik var bara sjey ára gamal, tá mamman gjørdist álvarsliga sjúk. Mamman kom aftur í heimi og livdi 28 ára eftir sjúkratilburðin. Tá hini systkini vóru flutt heiman, var tað næstyngsti pápabeiggin, Ejler, sum enn búði heima, sum kom at ansa mammuni. Onkuntíð høvdu tey tvær arbeiðskonur í húsinum, tí mamman kravdi so nógva hjálp, sigur mamma.

Amanda omma var fødd 23. oktober 1886 og doyði 23. desember 1960. Hon var systir Jens Poulsen, sum hevði smiðjuna á Lítluvík. Eg var tíggju ár, tá omma doyði, og eg minnist heilt væl hana. Síggi hana fyri mær ikki kunnu tosa, men bara mutla og geva ymisk ljóð frá sær. Hon var heilt illa gongd, mest sum skumpaði føturnar, tá hon skuldi flyta seg. Mamma sigur, at systkini vóru ómetaliga góð við mammuna, sum tey vitjaðu hvønn dag.

Pette varð gift donskum verkfrøðingi og flutti til Danmarkar.
Pitte varð gift donskum verkfrøðingi og flutti til Danmarkar.

Amanda og maðurin Hans Jakku í Dalólastóvu vóru virkin í Losjuni, og í bókini Losjan 100 ár er mynd av ommu og abba. Eg havi áður skrivað grein um beiggjarnar í Tórsgøtu, sum vóru fráhaldsmenn og sambandsmenn, men nú spurdi eg mammu um báðar systrarnar Minnu og Pitte. Minna doyði av tuberklum í 1952 bert 28 ára gomul, og Pitte flutti ung til Danmarkar, har hon giftist dana. Og mamma sigur.

– Pitte gjørdist góð við danskan verkfrøðing sum arbeiddi í Føroyum, og endin var, at tey fluttu til Danmarkar, har tey giftust. Maðurin æt Frank Nielsen, og fingu tey tvær døtur Margit og Minnu. Henda Margit hevur búð í Klaksvík í nógv ár, har hon arbeiddi á miðnámsskúlunum í Klaksvík og á Kambsdali. Maðurin Bo Jørgensen arbeiddi eisini sum miðnámslærari í Klaksvík, men er farin frá við vegna aldur.

Hanna Dahl (Pitte) Nielsen fødd Michelsen var fødd 24. februar 1919 í Havn og andaðist 2. mars 2008 í Danmark. Ein mánað seinni kom urnan við Pitte til Føroya, og 3. apríl 2008 var urnan grivin í gravstaðið, har mamman Amanda, pápin Hans Jakku og systurin Minna eru grivin. Frank og Pitte eiga tvær døtur Margit og Minnu. Tað vil siga, at í familjuni vóru og eru tríggjar kvinnur róptar Minna. Fyrst Minna, sum doyði av tuberklum í 1952, sum systurin Pitte kallaði aðra dóttrina upp eftir, og so Minna hjá beiggjanum Vagn Erik og konuni Petru. Minna doyði í fjør eftir vanlukku í Danmark.

Maðurin við tvørsloyfuni er abbi mín Hans Jakku og vinstumegin hann situr Amanda omma. Tey vóru íðin Losjufólk. Myndin er frá 1928.
Maðurin við tvørsloyfuni er abbi mín Hans Jakku og vinstrumegin hann situr Amanda omma. Tey vóru íðin Losjufólk. Myndin er frá 1928.

Søgan um Minnu, sum doyðu bert 28 ára gomul, píndi familjuna ómetaliga nógv, tí Minna var longu smittað av tuberklum sum tjúgu ára gomul og var sjúk í átta ár til hon doyði. Og mamma sigur.

– Minna, sum var doypt Poulina, var fødd 10. juni 1923, og eg minnist hana sum lívsglaða unga gentu og kvinnu. Minnist, at hon sum átjan gomul fekk arbeiði hjá Frants Restorff, sum hon var so ómetaliga fegin um, tí ikki var lætt tá í tíðini at fáa fast arbeiði. Tey rokna við, at Minna um tjúgu ára aldur varð smittað av starvsfelaga hjá Frants Restorff. Vit høvdu eisini tuberklarnar ógvuliga nær, tí eg eri uppvaksin við Landavegin, og har doyði tveir beiggjar í grannalagnum av tuberklum. Tuberklarnir vóru ógvusligari hjá summum, og sum doyðu skjótt eftir, at tey fingu sjúkuna, meðan onnur vóru sjúk í fleiri ár, og nógv blívu eisini frísk.. Summi fólk lógu fleiri ár á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, sigur mamma.

– Minna kom eisini at liggja á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í styttri og longri tíðarskeið, tí hon var jú sjúk í eini átta ár. Ikki øll í familjuni kundu vitja Minnu, tí tað var nakað við “blóðtypini pluss og minus” hjá fólki. Bara tveir av beiggjunum kundu vitja Minnu í Hoydølum, og var Helge annar, og eg haldi Aage eisini. Vagn Erik mátti so ikki vitja Minnu, minnist eg. Familjan gjørdi alt, so Minna kundi gerast frísk, millum annað varð hon send niður til Vejle Fjord Sanatorium, sum var besta sjúkrahúsið av síni slagi í kongaríkinum, men Minna kláraði ikki skerini, sigur mamma at enda.

Minna var á fleiri umførum á Sanatoriinum í Hoydølum.
Minna var í fleiri umførum á Sanatoriinum í Hoydølum.

7. apríl 1952 doyði Minna av hervilgu sjúkuna, og sorgin var øgilig í familjuni. Pápin Hans Jakku í Dalólastovu var føddur 17. november 1878 og doyði 27. februar 1943, og hann upplivdi ikki endaligu lagnuna hjá dóttrini. Sum smádrongur minnist eg nógva prátið um Minnu, og minnist eisini ommu væl. Fyri mína tíð kom eldur í húsini í Tórsgøtu, har húsini fóru illa, men eingin fekk skaða og heldur ikki omma, sum varð borin út í skundi.

Tá læknarnir fingu pencilin ímóti tuberklunum, minkaði tilburðirnir í Føroyum, men tá vóru nógv fólk longu deyð av sjúkuni. Í 1962 vóru sjúklingarnir so fáir í Hoydølum, at tuberklastøðin var flutt í bygda barakk við Landssjúkrahúsið, og Sanatoriið í Hoydølum var brúkt til skúla. Einaferð í vetur hoyrdist, at nøkur ung eru smittað við tuberklum, men nú finst góður heilivágur at basa sjúkuni og er ikki longur deyðilig sjúka. (Vagnur)

Barnaheimið í Tórsgøtu. Húsið hevur upprunaskap, men eru klødd og fingi nýggj vindeygu. (Mynd Vagnur)
Barnaheimið í Tórsgøtu. Húsið hevur upprunaskap, men eru klødd og fingi nýggj vindeygu. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply