Úr myndasavninum – Neistafólk ruddaðu eftir jólaódnina í 1988

Her eru nakrar troyttar, vátar og kendar neistamýs. (Mynd Vagnur)

Tórshavnar kommuna tók í 1989 stig til ein ruddingardag, sum umfataði allan býin. Ítróttafeløg og aðrir felagsskapir fingu sítt øki at rudda. Neistin skuldi rudda frá bilsøluni hjá P/F Wenzel Petersen við Oyggjarvegin og niðan um Hotel Føroyar.

Vit vóru eini fimmogtjúgu fólk, sum møttu við Gundadalshøllina, áðrenn leiðin gekk niðan á ruddingarøkið. Og har var fongur beinanvegin. Gomul prutl, spannir, timbur, pappír, fløskur, ja, har var bara so nógv órudd. Eftir at hava ruddað í tveir tímar, fingu vit okkum ein bita í neistarúminum.

Og fongurin skuldi gerast enn størri eftir matarsteðgin. Jólaódnin í 1988 hevði rivið flagtakið við undirplasti av Hotel Føroyum, og takið var fokið oman í plantasjuna við Oyggjarvegin. Fólk vóru moyr eftir drúgva og minniliga ruddingardagin. Árið eftir og fylgjandi ár var fongurin ikki eins stórur og í 1989. Slíkt tiltak styrkir felagsskapin. (Vagnur)

Vøgg, Ragnar, Rolf, Jan Erik og Johan vóru ógvuliga hugagóðir. (Mynd Vagnur)

 

Bilur hjá Tórshavnar kommunu mátti koyra fleiri ferðir. (Mynd Vagnur)
Vøgg og Rolf við parti av fonginum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply