
Húsini til vinstru eru tey hjá Julius Clementsen og teimum og síðani Grótvirkið. Á myndini síggjast tveir steinar á vogni klárir at saga sundur á verkstaðnum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá eg sum ungur í 1967 fór í billæru hjá Vilhelmi Nielsen, komst tú at kenna nógv fólk har á leiðini. Tú komst jú av Landavegnum í vesturbýnum. Umframt á verkstaðnum komu vit mangan oman í kaffivognin á bryggjuni, har Margretha og Carl Mouritsen borðreiddu.
Á verkstaðnum hoyrdu vit dagliga serligt ljóð frá sagunum á Grótvirkinum, sum lá skamt frá verkstaðnum. Hetta grótvirkið hevur serliga søgu, og eg kom at kenna nú 85 ára gamla Hans Samuelsen son Sámal á Smyrli, sum arbeiddi á Grótvirkinum. Hans búði/býr hanagleiv frá verkstaðnum. Havi prátað við Hans, men fyrst til upprunan til Føroya Grótvirkið, sum evnaði til gravsteinar og at saga ymisk grótsnið til minnisvarðar og trappur. Læs resten








