Ein dagin komu mamma, sum tá búði á Ellisheiminum, og eg at tosa um, tá tey bygdu húsini við Landavegin. Mamma og pápi vóru av tí gamla slagnum, tí fyrst byggja hús, síðani giftast og síðani komu børnini. Pápi segði mær, at tey áttu fyri helvtina av húsunum og máttu læna helvtina av peninginum í Sparikassanum, tá tey fóru at byggja húsini. Guttorm Poulsen systkinabarn mammu smíðaði sjálv húsini, men foreldrini komu knappliga í serliga knípu, tí enskir hermenn vóru júst komnir til Føroya, og teir tóku sær rættin at taka hús og bygningar, sum fólk ikki búðu í. Millum annað í Sjónleikarhúsunum í Havn. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Úr myndasavninum – húsini hjá einahandlinum standa framvegis í Vágsbotni

Myndin er frá 1930-árunum, og soleiðis minnist eg Vágsbotn sum smádrongur, og har er lítið broytt. (Mynd Asbjørn Long
Myndirnirnar í hesi greinini eiga Fornminnissavnið og Asbjørn Long sonur Richard Long. Eldra myndin er frá 1890 og yngra myndin frá 1930-árunum. Einahandilin, sum varð tikið av í 1856, átti stóru húsini í Vágsbotni. Danin Martin Christian Restorff kom til Føroya í 1848 at arbeiða sum bakari, og tá ið einahandilin varð avtikin í 1856, byrjaði M. C. Restorff stórt handilsvirksemi í Vágsbotni. Áhugaverda er, at húsini hjá einahandlinum standa enn í Vágsbotni í Havn. Børnini hjá Andreasi Restorff Jacobsen “Andreasi í Vágsbotni” reka framvegis klædnahandil, og í húsinum høgrumegin handilin heldur Miðlahúsið til. Skrivað í 2015. Læs resten
Prátið um líkbrenning í Føroyum tagnaði skjótt aftur
Tá ið eg á sinni skrivaði grein um kirkjugarðin við Velbastaðvegin, greiddi táverandi gravarin Høgni Krossteig mær, at einar hundrað urnur vóru tá grivnar í kirkjugarðinum. Hetta eru urnir, sum eru komnar úr útlondum til Føroya. Í 2009 vitjaði eg vakran kirkjugarð í Ballerup, kirkjugarð, sum er nógv øðrvísi, enn vit síggja í Føroyum. Eg var serliga ovfarin av stóra økinum, sum er lagt av til mongu urnurnar og eisini økið til tey ókendu. Læs resten
Meiningahornið – Parkeringbøturnar í Føroyum eru alt ov lágar
Løgreglan í Føroyum er donsk, men ikki øll lógarbrot vera revsað eins í báðum londunum. Vit hava hoyrt um rúsevnismál, sum verða revsað harðari í Føroyum enn í Danmark. Eg tosaði eftir ólavsøku við klaksvíking, sum eg kenni væl. Hann var komin á ólavsøku, men fann einki parkeringspláss, so hann parkeraði bilin á einum stað, hann ikki hevði loyvi: – Tað kostar ikki allar verðina at parkera bilin her í fýra dagar fyri 200 krónur, segði klaksvíkingurin við einum smíli. Ikki fekk eg at vita, at um hann fekk hvíta seðilin í undir viskaran fyri teir fýra dagarnar. (Skrivað í 2014) Læs resten
Sjónleikarhúsið í Havn frá 1926 vekir altíð góð minni
Eg gangi ella koyri framvið Sjónleikarhúsinum hvønn dag, og av og á sveimað tankarnir um tað ótrúliga virksemið, sum er farið fram í hesum húsi, síðani Hans Andrias Djurhuus formaður í felagnum saman við øðrum tóku stig at byggja húsið. Sjónleikarhúsið frá 1926 kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaða húsinum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív. Læs resten
1. februar komandi hevur fyribilsbarakkin 60 ára føðingardag
Úti við Landssjúkrahúsið stendur barakk. Ljótur, svartur og dapur bygningur, sum slett ikki hóskar í umhvørvið har á leiðini. Í fleiri umførum seinnu árini skuldi húsini barakkin slættast við jørðina, og fyri fimm árum síðani hoydist, at í seinasta lagi í 2021 var bygningurin niðurtikin. Søgan um ljótu, myrku og dapru barakkina er henda. Læs resten
Tórshavnar kommuna eigur at lata klaksvíkingum standmyndina av Nólsoyar Pálli

Skomm, tá Tórshavnar kommuna tók niður standmyndina av Nólsoyar Pálli. Høvdu tey so funnið annað økið beinanvegin, so kundi vit nógvu góðtikið hendingina. Men so var ikki gjørt. (Mynd Vagnur)
Dáragerð eftir býráðsvalið seinast at ikki afturvalda býraðið tók niður standamyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Býráðið tordi ikki at taka niður standmyndina fyri býráðsvalið, tí so gekk tað út yvir valúrslitið, men tað gjørdi tað kortini. Læs resten
Í 1962 skipaði Trygvi Restorff fyri hugnalagari veitslu við Landavegin

Mynd frá 1962 standandi fra vinstru: Kartni Winther (1914-2012, Niels Hallgrím Rein róptur Haggi ( 1911-1984), Trygvi Restorff (1920-2004), Arnold Ludvig (1915-1985), Einar Mikkelsen (1917-1999), Hans Johannes Clementsen (1917-1997), Debes Christiansen (1912-2000), Erling Christiansen (1920-1981), Sven Skarðhamar (1913-1996), Johannes Nicolajsen (1924-1983), Jóhan Petur Dam (1922-1991), Bogi Winther (1921-2007), Charles Bærentsen (1909-1983) og Torstein Askham, sum tíverri ikki er á myndin, men aðrari mynd í greinini.
Miðraðið frá vinstru. Á stólinum situr Archbald Askham (1916-1998), síðani Holgar Bærentsen (1905-1975), Vilhelm Hansen róptur Villi (1904-1992), Thomas Jul Askam róptur Ullaba (1904-1983), Jógvan Mittún (1903-1992), Sverri Mortensen (1906-1979), Erik Mohr (1886-1969), Sámal Christiansen (1881-1974), Símun Askham (1896-1967), Eyðálvur Mikkelsen (1926-2007) og Albin Bærentsen (1898-1980)
Fremst frá vinstru: Cristian Mittún (1906-1983), Frants Mortensen (1937-2001), Knút Lützen (1935-1980), Christian Christiansen, Olaf Ludvig (1938-2019), Torbein Rein (1940-2009) og Jacob Lützen (1930-1998)
Serlig kensla at hugleiða um mynd frá 1962 av monnum, sum allir eru uppvaksnir við Landavegin ella høvdu nært tilknýti til Landavegin. Eri komin fram á áhugaverdar myndir frá veitsluni, myndir, sum mammubeiggin Debes Christiansen átti. Trygvi Restorff skipaði fyri veitsluni í matstovuni IRIS, sum um hetta mundið helt til í postmeistarhúsunum við Landavegin. Thomasia rópt Masa og maðurin Oddvaldur Ørvarodd høvdu matstovuna.
Kenni meira og minni hvønn mann á myndini, og tú kundi skrivað bókling um lívsleiðina hjá hesum monnum, sum var so ymisk. Trygvi hevur uttan iva sett aldarsmarkið til tjúgu ár, tí tá hevði tú valrætt og kundi bíleggja rúsdrekka úr útlondum. Undrunarvert, at tað eydnaðist Trygva at savna saman so nógvar menn. Har eru millum annað jú fýra Askham menn, tríggir Bærentsen brøður, Mikkelsen, Mittún, Lützen brøður, feðgar og systkinabørn. Læs resten
Jóan Jakku bygdi sær skóbúð í Vágsbotni í 1925

Soleiðis minnist eg Jóan Jakku. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)
Tá ið eg á sinni kom í heimið hjá 90 ára gomlu neistakvinnuni Solveig Dam, sá eg vakran málning av pápanum Jóan Jakku og vakra mynd av skóbúðini hjá pápanum hanga á bróstinum í gongini. Jóan Jakku, sum var av Viðareiði, var skómakara og handilsmaður í Havn. Hann var ein “havnarmynd”, hesin høgi maðurin í føroyskari húgvu altíð fyrikomandi og blíður. Hann lærdi til skósmið og at seyma skógvar í Danmark, og í 1925 bygdi hann sær skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var føddur í 1893 og doyði 97 ára gamal í 1990. Læs resten
Úr myndasavninum – Aftur gomul neistamynd undan kavi

Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein
Eg veit, at fleiri gamlar neistamyndir eru í ymsum myndabókum, myndir, sum vit onnur ikki hava sæð. Ein dagin sat eg og hugdi í myndabók, sum mammubeiggi mín Debes Chistiansen og kona Rigmor áttu. Aftast í myndabókini kom eg fram á myndina omanfyri av neistakvinnum.Talan var um ein upprunamynd, tí Rigmor spældi við neistaliðnum og er á myndini. Havi sæð myndina áður, men ikki upprunamyndina. Havi altíð vitað, at myndin er frá 1934, men tað løgna er, at aftanfyri á myndini er skrivað 1935/1936. Talan er um fyrstu mynd av einum neistaliði. Læs resten




