Jóan Jakku bygdi sær skóbúð í Vágsbotni í 1925

Soleiðis minnist eg Jóan Jakki. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)
Soleiðis minnist eg Jóan Jakku. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg á sinni kom í heimið hjá 90 ára gomlu neistakvinnuni Solveig Dam, sá eg vakran málning av pápanum Jóan Jakku og vakra mynd av skóbúðini hjá pápanum hanga á bróstinum í gongini. Jóan Jakku, sum var av Viðareiði, var skómakara og handilsmaður í Havn. Hann var ein “havnarmynd”, hesin høgi maðurin í føroyskari húgvu altíð fyrikomandi og blíður. Hann lærdi til skósmið og at seyma skógvar í Danmark, og í 1925 bygdi hann sær skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var føddur í 1893 og doyði 97 ára gamal í 1990.

Jóan Jakku keypti eitt neyst í Vágsbotni og bygdi skóbúð á staðnum. (Mynd Vagnur)
Jóan Jakku keypti eitt neyst í Vágsbotni og bygdi skóbúð á staðnum. (Mynd Vagnur)

Søgan um málningin er henda: Jóan Jakku Joensen og Esmar Fuglø vóru báðir av Viðarreiði og vóru vinmenn. Esmar kom mangan oman í handilin í Vágsbotni at práta við Jóan Jakku, og ein dagin gjørdu teir av at fara til Viðareiðis at vitja. Á hesi ferðini tók Esmar mynd at Jóan Jakku sitandandi á einum steini, sum myndin omanfyri vísir. Tvey ár seinni fekk Jóan Jakku málning frá Esmari, sum hevði biðið listamálaran Sigmund Petersen mála málning eftir myndini. Frálíkur og vakur málningur, og tað júst soleiðis, eg minnist Jóan Jakku.

Solveig Dam segði mær, at grein um pápan Jóan Jakku stóð í blaðnum Tingakrossi frá 1983. Ì longu og áhugaverdu blaðgreinini, sum eg fekk á Landsbókasavninum, greiðir Jóan Jakku millum annað soleiðis frá:

– Sjálvur eri eg slektaður av Viðareiði, men pápi mín Lutherus var slektaður úr Hósvík og mamma mín Johanna slektað av Kirkju. Viðareiði var valabygd, og nógv fiskur kom upp á land í bygdini. Eg minnist teir plagdu at seta línu um kvøldið, og so vóru teir aftur fyrrapartin dagin eftir. Teir fingu bara tosk, sum varð borin niðan í bygdina í leypi og vigaður á stórari vekt hjá handilsmanninum. Pápi, sum arbeiddi í handlinum á Brekkumørk, plagdi at flekja fiskin.

Her síggja vit neystið, sum Jóan Jakki keypti. (Mynd Fornminnissavnið)
Her síggja vit neystið, sum Jóan Jakku keypti. (Mynd Fornminnissavnið)

– Pápi fór seinni at handli í bygdini, men tá fyrra kríggið byrjaði, helt hann uppat. Tað gjørdist so trupult hjá honum at bera sekkir og at fáa petroliumtunnur niðan, at hann helt uppat at handli. Eg var um fimtan ára aldur, tá ið eg kom til Havnar. Hetta var í 1908. Eg kom í skómakaralæru hjá Sofusi Christiansen, sum búði í Tórsgøtu beint niðanfyri Frelsunarherin, sum ikki vóru bygt tá.

– Eg var hjá Sofusi Christiansen til mars mánað 1914, tá eg fór til Danmarkar at læra at skera skógvar til, tí eg vildi fegin gera nýggjar skógvar. Skeiðið at læra at skera skógvar til vardi í hálvan fjórða mánað, men so kom eg á ein góðan fakskúla, og har var eg til desember mánað 1915, tá eg fór heimaftur til Føroya.

Her er handilin umbygdur. Myndin er fra fyrst í 1960 árunum. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Her er handilin umbygdur. Myndin er fra fyrst í 1960 árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

– Komin aftur til Føroya var eg ein mánað á Viðareiði, men so gekk leiðin aftur til Havnar at arbeiða sum skómakari hjá Sofusi Christiansen, og har arbeiddi eg til 1917, tá eg byrjaði fyri meg sjálvan.

– Nógvir skómakarar vóru í Havn um hetta mundið, men hóast hetta fekk eg nógv at gera og arbeiddi mangan langt út á kvøldarnar. Í 1921 fór eg undir at byggja mær húsini í Tróndargøtu og ætlaði eisini at hava handil í niðaru hæddini. Grundin varð stoypt, og hetta var óivað fyrsta grund, sum stoypt varð, tí grundir vórðu vanliga laðaðar við gróti, men grót hevði eg einki.

Menn trúði ikki tá, at betong fór at halda í longdini, men grundin varð stoypt, og sandur tikin úr Havnará. Húsini vóru liðug í 1922. Hálvttriðja ár hildu vit til í Tróndargøtu við verkstaði og lítlari skóbúð. Men so kemur Anton Andreasen til mín á verkstaðnum og biður meg heldur flyta skóbúðina oman í Vágsbotn, tí har koma mjólkabátarnir og har koma flestu fólkuni. Longu leiðina niðan í Tróndargøtu kemur ikki eitt menniskja, segði Anton.

Í 1960 árunum varð gamli handil burturbeindur og nýggjur skóhandil í trimum hæddum bygdur. (Mynd Havnin - folk og yrki)
Gamla skóbúðin burturbeind og nýggjur skóhandil í trimum hæddum bygdur í 1963/64. (Mynd Havnin – folk og yrki)

– Ì eina tíð gekk eg og hugsaði um orðini hjá Antoni, og tað endaði við, at eg keypti gamalt neyst og bygdi skóbúð. Tvey ár seinni flutti eg eisini verkstaðið oman í Vágsbotn. Í 1932 keypti eg húsini hjá Johannes Simonsen, sum stóðu aftanfyri skóbúðina, og tá fluttu vit eisini oman í Vágsbotn at búgva. Tó fluttu vit niðan aftur í Tróndargøtu undir krígnum, segði Jóan Jakku millum annað við Tingakross í 1983.

Tá ið Jóan Jakku gavst sum skómakari og handilsmaður, tóku hjúnini Solveig og Jóan Petur Dam yvir skóbúðina. Solveig er dóttur Jóan Jakku. Fyrst í 1960-árunum varð gamla skóbúðin  tikin niður, og nýggj skóbúð í trimum hæddum bygd á staðnum. Meðan hjúnini bygdu nýggju skóbúðina, seldu tey skógvar í Perluni, sum seinni varð tikin niður. Jóan Jakku pápi Solveig doyði í 1990, og maðurin Jóan Petur doyði í 1991. Solveig Dam gavst at selja skógvar í 1996, og tá varð bygningurin í Vágsbotni seldur. (Vagnur)

Jóan Jakki bygdi sær hús í Tróndargøtu, sum vit síggja nærmast til vinstru niðan fyri móttøkuhúsið hjá kommununi. (Mynd Vagnur)
Jóan Jakku bygdi sær hús (nærmast til vinstu í Tróndargøtu í 1922. Solveig og Jóan Petur bygdu upp í húsini suðureftir.  (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply