Úr myndasavninum – Foreldrini máttu giftast í skundi undir krígnum

Ása og Helge Michelsen gift í Havnar kirkju 3. august 1941
Ása og Helge Michelsen gift í Havnar kirkju 3. august 1941

Ein dagin komu mamma, sum tá búði á Ellisheiminum, og eg at tosa um, tá tey bygdu húsini við Landavegin. Mamma og pápi vóru av tí gamla slagnum, tí fyrst byggja hús, síðani giftast og síðani komu børnini. Pápi segði mær, at tey áttu fyri helvtina av húsunum og máttu læna helvtina av peninginum  í Sparikassanum, tá tey fóru at byggja húsini. Guttorm Poulsen systkinabarn mammu smíðaði sjálv húsini, men foreldrini komu knappliga í serliga knípu, tí enskir hermenn vóru júst komnir til Føroya, og teir tóku sær rættin at taka hús og bygningar, sum fólk ikki búðu í. Millum annað í Sjónleikarhúsunum í Havn.

Húsini hjá foreldrunum vóru um at vera liðug, men enn var einki brúdleyp fyrireikað. Hans Jacob Michelsen abbi segði, at mamma og pápi kundu væntað, at hervaldið fór við húsunum við Landavegin, men hann legði afturat, at fluttu tey beinanvegin í húsini, so vóru húsini kanska ikki tikin. Abbi kendi enska herovastan, og hann segði abba, at giftist unga partið og vóru flutt í húsini, so komu teir ikki at taka húsini. Og so var gjørt og fyririekað varð til lítið brúdleyp.

Her síggja vit stóra holið frá bumbubrestinum. Nógv fólk komu úr Havn at hyggja at báðum holunum.
Eitt av stóru holunum frá bumbubrestinum. Nógv fólk komu heiman úr Havn at hyggja at báðum holunum.

Longu næsta sunnudag var lýst fyri mammu og pápa í Havnar kirkju, og tvær vikur seinni vórðu tey gift. Lýsingartíðin er minst fjúrtan dagar. Í dag eru barndómshúsini mest sum mitt í býnum, men í 1941 var langt út á Landavegin hjá pápa mínum, sum búði í Tórsgøtu. Mamma búði longri niðri við Landavegin. Pápi treivst ikki væl fyrstu tíðina í nýggju húsunum, og hann longdist heim í Tórsgøtu. Men Helge koma at trívast, sum tíðin leið, sigur mamma. Mammu longdist eisini oman til mamma sína, og orsøkin var óivað, húsini máttu myrkaleggjast longu tíðliga um kvøldið, so týsku flogførini ikki sóu at bumba. Ikki var óvanligt at hoyra týsk flogfør yvir Havnini, og krígsóttin var í unga parinum.

Ása og Helge á Landavegnum í 1955. Tá vóru vegirnir grúsvegir.
Ása og Helge á Landavegnum í 1955. Tá vóru vegirnir grúsvegir.

Vit børn vistu fyrst í 1950 árunum um tvey stór hol í Mattalág, har týskur flúgvari kastaði tvær bumbur. Eg havi spurt mammu um hendingina, og hon minnist hendingina væl. – Systkinabarn mammu Guttormur Poulsen var altíð bangin, tá hann hoyrdi bumbulúðurin ýla. Henda dagin var Guttorm inni hjá okkum, og tá hann hoyrdi lúðurin og flúgvaran, sprakk hann á dyr og helt leiðina vestureftir út eftir Landavegnum, har fá hús tá vóru. Men Guttormur kom ikki so langt, tí flúgvarin kom í sama rættning, sum Guttorm rann og kastaði bumburnar í Mattalág tætt við Íslandsvegin. Tá báðar bumburnar brustu, goymdi Guttorm seg undir eini brúgv um Rættará.

Bretsku hermenninir tóku sær eisini Sjónleikarhúsið at húsast i. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Bretsku hermenninir tóku sær eisini Sjónleikarhúsið at húsast i. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Mamma minnist eisini, at eitt kvøldið bankar á dyrnar hjá teimum, og í durinum standa tvey fólk frá sivilu loftverjuni í Havn. Boðini vóru, at ljós sást í einum vindeyga, og tað mátti fáast í rættlag beinanvegin, tí øll Havnin mátti vera myrkaløgd. Orsøkin til ljósið bara, at hornið í einum lakið í vindeyganum var loysnað . Alt hetta var óivað orsøkin, at foreldrini fyrstu tíðina ikki trivust væl í húsunum. Eg eri føddur í 1949 og minnist, at sentralhiti var eingin, einki ws og bara ein bukka. Húsini vóru heldur ikki heilt liðug smíðað, tá tey fluttu í tey í 1941. Óivað høvdu tey bæði ungu ikki nógmikið í kærleikanum sum nýgift par í nýggjum húsum, men sum fráleið gjørdist alt betri, og serliga tá kríggið endaði broyttist alt, segði mamma. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply