Úr myndasavninum – Nøkur hugalig góð minni um grótvirkið Yviri við Strónd

Húsini til vinstru eru tey hjá Julius Clementsen og teimum og síðani Grótvirkið. Á myndini síggjast tveir steinar á vogni klárir at saga sundur á verkstaðnum.  (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg sum ungur í 1967 fór í billæru hjá Vilhelmi Nielsen, komst tú at kenna nógv fólk har á leiðini. Tú komst jú av Landavegnum í vesturbýnum. Umframt á verkstaðnum komu vit mangan oman í kaffivognin á bryggjuni, har Margretha og Carl  Mouritsen borðreiddu.

Á verkstaðnum hoyrdu vit dagliga serligt ljóð frá sagunum á Grótvirkinum, sum lá skamt frá verkstaðnum. Hetta grótvirkið hevur serliga søgu, og eg kom at kenna nú 85 ára gamla Hans Samuelsen son Sámal á Smyrli, sum arbeiddi á Grótvirkinum. Hans búði/býr hanagleiv frá verkstaðnum. Havi prátað við Hans, men fyrst til upprunan til Føroya Grótvirkið, sum evnaði til gravsteinar og at saga ymisk grótsnið til minnisvarðar og trappur.

Nógv av grótinum fingu teir á Boðanesi. Onkuntíð boraðu og kílaðu teir grótið sundur, aðrar tíðir sprongdu teir. (Mynd Vagnur)

Tað var í 1930, at Føroya Grótvirkið var stovnað. Í nevndina komu Hjalmar Heerup, lækni, Johannes Djurhuus apotekari og Sigmund Arge smiður. Teir leitaðu sær hjálp til Danmarkar eftir dananum Lars Larsen at leiða virkið.

Í 1935 fór virkið tó av knóranum, og kommunan keypti húsini. Havnar Arbeiðsmannafelag leigaði húsini í nøkur ár, men eftir kríggið um 1948 komu feðgarnir Lars Larsen sonurin Helmuth Larsen til Føroya, og teir saman við øðrum fingu aftur gongd í Føroya Grótvirki.

Danin Lars Larsen ( 1884-1975) kom í 1930 til Føroya at leiða Grótvirkið. Fór aftur til Danmarkar, men eftir kríggið var Lars aftur í Føroyum og hevði sonin Helmut við sær. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Lars var í millumbilum í Føroyum og í Danmark, og Helmuth arbeiddi á grótvirkinum, tá eg fór í læru í 1967. Longu í 1966 gavst Helmuth á grótvirkinum og fekk sær egið virkið, har hann seldi og evnaði til gravsteinar. Pápin Lars var tá vorðin einkjumaður og kom aftur til Føroya, har hann búði hjá Helmuth og teimum. Lars bleiv 91 ára gamal.

Fingu nýggjar nýtímans maskinur

Minnist enn serliga ljóðið frá sagimaskinuni, sum sagaði sundur stóru klettarnar. Hans Samuelsen sigur mær, at hann arbeiddi á grótvirkinum í tíggju ár. Hetta vóru tíggju strevin ár, tí tú kundi arbeiða fýrati tímar út í eitt, tá nógv var at saga. Minnist, tá vit sagaðu til allar steinpláturnar, tá tey bygdu upp í Føroya Sparikassa í miðbýunum, sigur Hans og heldur fram.

– Mesta grótið fingu vit úr grótbroti á Boðanesi, og har var nógv gott grót. Vit fingu nýggja stálwire bandsag úr Noregi, sum ikki larmaði eins og gamla maskinan. Eisini fingu vit nýtt tól at skera út stavirnar á gravsteinunum. Sjálvur fekk eg trupulleikar við eina lunganum, og tí mátti eg eftir tíggju ár gevast á grótvirkinum. Kann nevna menn sum Helmuth Larsen, Árna Ziska, Richard Nybo og Ole Nielsen, sum eg arbeiddi saman við, sigur Hans at enda.

Havi eisini hitt Ole Nielsen, sum sigur, at grót fingu teir eisini úr “berginum”, har pylsuvognurin og kioskin stóðu. Føroyskur mekaniski grótíðnaðurin, sum fyritøkan æt, bar seg at enda ikki. Um 1990 endaði søgan hjá virkinum, sigur Ole. Magnus Petersen keypti allar maskinurnar, og teir hildu fyrst til uppi á Hjalla, men so var alt virksemið flutt til Skopunar. (Vagnur)

Føroyski mekaniski grótíðnaður fekk eisini grót, har pylsuvognur og kioskin einaferð stóð. Hart gott grót mátti brúkast til gravsteinar og steinplátur. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply