
Tá vit vóru ung við Landavegin, høvdu vit stór spælipláss, sum strektu seg frá okkum oman Debesartrøð, sjóvarmálan við Skálatrøð, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna, Álaker og út í Sandagerð. Vit vóru útibørn og komu einans í lítla sovukamarið, tá vit skuldu sova. Minnst, at niðri í Rættará stóðu vøkur laðað gróthús, sum líktust í sniði eins húsum í Doktar Jacobsensgøtu og Kommunuskúlanum/Býráðshúsnum á Vaglinum. Vit hoyrdu, at ein Arge hevði staðið fyri arbeiðinum men ikki meira enn tað
Lesi í løtuni áhugaverdu bókina Úr Vágs søgu frá 1977 eftir Poul Andeasen. Kom fram á navnið Mourits Joensen í Toftalíð á Marknoyri, sum var lærlingur hjá Jákup Andreas Arge róptur Jampan grótlaðari úr Havn. Hann bygdi húsini hjá Mariusi í Vági. Gjørdist forvitin, tí hesin Jákup Andreas Arge bygdi jú fleiri søguligar bygningar í Havn, sum eru laðaðir upp við gróti.
Jákup Andreas Arge føddur 1854 og kendur grótlagari. Húsini hjá Ingibjørg Lützen í Rætará frá 1883 eru fyrstu húsini sum er bygd eru úr føroyskum gróti. Her búði Jampan, sum hevur sett nógv fingramerki eftir seg. Hann var tó ikki einsamallur, tí hann fekk góðar handverkarar millum annað Mortensen og Arge menn at hjálpa sær.

Mær vitandi laðaði Jampan húsini hjá Ingibjørg Lütsen í Rættará í1883, kommunuskúlan/Býráðshúsini á Vaglinum í1893, Føroya Sparikassa í 1905 og húsini frá 1901 hjá Nemus Napoleon og Rúnu Mortensen, sum standa í Doktar Jacobsensgøtu. Eisini evnaði Jampan og teir Kongaminni frá 1882.
Í 1902 vóru trappustreinar til Cristiansborg høgdir til í Rættará við heimið hjá Jampani, og grótið var fraktað til Danmarkar og sett upp. Eyka steinur var høgdur, um nú steinur brotnaði, men allir steinarnir komu heilir á trappuna. Eyka steinurin kom aftur til Føroya, og Ingibjørg Lützen sigur mær, at hon bukar fisk á steininum, sum liggur í garðinum.

Í 1893 var grundarsteinurin lagdur til Kommunuskúlan/Býráðshúsini á Vaglinum. Borgararnir í kommununi vóru bangnir fyri, at útreiðslurnar fóru tøma kommukassan. Stórt arbeiði at fáa høgt allar steinarnar eins stórar klárir at laða. Síggi, at Jampan og teir brúktu meitlar og jarnkýlar til tess at fáa sprongd grótið.
Komi at hugsa um hending, tá vit ungu prátaðu við tveir menn, sum í 1960-árunum dagliga høgdu slíkar steinar á plássi millum Býráðshúsið og Sjómansheimið. Teir høvdu goymslu uppi á Hálsi, har tilhøgdu steinarnir lógu í stórum dunga. Søgan segði einki um, hvat hesir steinar skuldu brúkast til, og hvar teir endaðu.

Vit ungu frá 1950-árunum sóu leivdir frá heimsbardaga, tí enn stóðu fýra barakkir og aðrar húsatoftir við Ellisheimið og har á leiðini. Gamla landsbókasavnið, sum er ein av vakrastu bygningum í Havn, er ikki betongkassi, sum vit síggja nógvastaðni í býnum, men laðaður bygningur úr gróti. H.C. W. Tórgarð teknaði bókasavnið, og Johannes Simonsen “Johannes murer” stóð fyri laðingini. Skifertakið kom úr Noregi, og tveir norðmenn løgdu á takið. 3. mai 1931 varð Landsbókasavnið vígt.

Gamla Bókasavnið er laðað í sama stíli, sum Andreas Jákup Arge slóðaði fyri, tá hann stóð fyri at byggja grótbygningin á Vaglinum, Føroya Sparikassa, húsini hjá Nemusi og Rúnu og húsini hjá Ingibjørg Lützen við Rættará. (Vagnur)