
Nú heldur onkur, at Vagnur er vorðin í ørviti á heimasíðuni, men alt er við tað gamla. Eg var komin hartil, at tað gerst alt ov snævurt bara at skriva um hondbólt. Tí ætli eg mær umframt ítrótt eisini at leggja annað áhugavert tilfar á heimasíðuna. Kanska kann hetta víðka um sjónarringin hjá heimasíðulesarum.
Tá ið eg var smádrongur við Landavegnum, vóru fólk, sum høvdu hønur og dunnur, men nú er hetta sjálvsom mynd. Umstøðurnar í hvørfall í Havn og størri plássunum eru ikki til hønur ella dunnur, uttan tú umframt sethúsini eisini hevur eina trøð. Kemur tú út um býarlívið, so sært tú mangan hønur og dunnur. (Skrivað í 2015)

Í fyrraárið kom eg í úthús á Oyrareingjum í Kollafirði, har maður, eg kenni, gav hønu og sjey dunnuungum. Ein ótrúliga vøkur mynd at sjá. Eg spurdi mannin, hví hann hevði lagt sjey villdunnuegg undir hønuna. Hann segði, at nógvar villdunnur høvdu reiður við áarbakkan, og nú var hann troyttir at síggja likkur og krákur fara av stað við øllum dunnuungunum. Tí gjørdi hann royndir at leggja villdunnuegg undir hønur, og hetta eydnaðist sera væl. Hønan dugur eins og gásin nógv betur at ansa ungunum enn dunnan, og dunnusteggin ger einki til nyttu. Likkur og krákur hava góðar dagar í ánni, tá ið dunnuungarnir koma úr reiðrinum. Og dunnuungarnir fækkast ógvuliga skjótt, segði maðurin. (Vagnur)