8-mannafarið Oyndri rendi á ólavsøku 1982 á bryggjuna og vann FM-heitið

Oyndri vinnur meistaraheitið í 1976. Aftara rað frá vinstru: Hilmar Petersen, Sigtór Andreasen, Petur H. Gaard og Elibert Kerá. Fremra rað frá vinstru: Hjørleif Gaard, Súni Abrahamsen, Marni Gaard, Jónhard Gaard og Atli Johannesen. (Myndaeigari: Súni Abrahamsen)

Nú, vit fara inn í jólamánaðin, liggur føroyski kappróðurin enn í dvala. Mær hevur altíð dámað væl at skrivað um føroyska kappróðrarsøgu. Lítið skal til, so gerist eg forvitin. Havi júst lisið og kagað í bókina Úr Oyndafjarðar søgu, sum Freydis Poulsen skrivaði og gav út í 2004. Seinast í bókini er søgulig mynd frá 1976 av manningini umborð á 8-mannafarinum Oyndra. Ja, hetta minniliga snotuliga 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði oyndfirðingum, og sum veruliga gjørdi um seg frá 1975 og langt upp í 1980-árini. Báturin vann nógvar róðrar og fleiri meistaraheiti. Havi hitt Hjørleif Gaard, sum í 1976 róði við Oyndra. Og hann sigur.

– Í 1975 vóru nógvir ungdómar í bygdini, og nógvir av okkum róðu við bátum aðrastaðni. Sjálvur róði eg við Skálabátinum og menn róðu eisini við 8-mannafarinum Gøtu Trónda. Vit spurdu mangan okkum sjálvar, hví vit ikki fingu okkum egnan bát, og í 1975 gjørdist ætlanin veruleiki. Niclas í Koltri var klárur beinanvegin at smíða okkum bátin, og í 1975 var Oyndarfjarðar Ítróttafelag eisini stovnað.

Nógv eru góðu minnini um 8-mannafarið Oyndra. Góðar venjingarumstøður vóru í Oyndarfirðir at venja. (Mynd Marita Gulklett)

– Vit kundu valt 6-mannafar, men tá vóru bara Kollfirðingur og Hvessingur, og tað hildu vit vera ov lítið at kappast ímóti. 8-mannaførini vóru nógv fleiri. Menn vóru hugagóðir, spentir og ágrýtnir frá byrjarn. Ikki bara rógvarar úr Oyndafirði, tí ein kom av Hellunum, og næstu árini komu rógvarar eisini úr øðrum plássum tildømis í Elduvík og Funningsfirði.

– Oyndri fekk góða byrjan í 1975, har vit gjørdust nummar tvey í FM-kappingini. Besta úrslitið var annað pláss í vestanstevnu. Í 1976 vunnu vit fyrsta FM-heitið. Taptu fyri Ørvi á norðoyastevnu, men so vann Oyndri restandi fýra stevnurnar. Ì 1977 vann Oyndri allar róðrarnar. Tá vóru fimm FM-stevnur, meðan nú rógva tey á sjey stevnum, sigur Hjørleif.

Hugaligt at síggja myndina frá 1982 av manningunum umborð á 8-mannafarinum Oyndra og 5-mannafarinum Bylgjuni. (Mynd bókin)

Síggi í hagtølunum á Stavnur.fo, at Oyndri er eftir 1977 við heilt har frammi í oddinum, og í 1982 og 1983 vinnur Oyndri aftur FM-heitið. Síðani gongst verri og verri at manna Oyndra. Hjørleif sigur, at menn gjørdust eldri, og fólkatalið í bygdini var minkað. Eisini hevði ungdómur fleiri tilboð at velja ímillum. Spurdi at enda Hjørleif, hvussu annars gekst at venja í Oyndafirði.

– Vit høvdu frálíkt neyst, og gott var at venja í Oyndarfirði, men so funnu vit uppá at venja á Skála, tí har eru betri umstøður, tá talan er um streym og veður. Men hetta gjørdu vit bara tað eina árið, tí vit hildu, at vit máttu eisini venja í skiftandi veðurlagi eisini í havaldu. Ikki nógmikið bara at venja á deyðavatni í Skálafjørðinum.

Nærmast Oyndri á ólavsøku. (Mynd bókin)

– Kann eisini nevna, at fleiri rógvarar, sum vóru sjómenn og leysir, løgdu seg heima at rógva kapp. Vit byrjaðu at venja í apríl mánað, og menn løgdu nógv fyri. Tú spyrt meg um hendingina, tá Oyndri skrædnaði, tá báturin rendi á ferguleguna við Skipafelagið.

– Oyndri lá á ólavsøku hetta árið næstur Molanum í kapping við Kvívíking. Hetta var í 1982. Ungi róðursdrongurin hugdi bara eftir Kvívíkingi í endaspurtinum, sum lá næstur okkum, og gloymdi alt um fergulegu og bryggju. So brast og báturin skrædnaði, so vatn fossaði inn í bátin har frammi. Alt spældi tó væl av, og báturin var beinanvegin drigin upp á bryggjuna, og Niclas í Koltri gjørdi okkum bátin aftur, sigur Hjørleif at enda.

Leggjast kann aftrat, at Oyndarfjarðar ítróttarfelag fekk seinni 5-mannafarið Bylgjuna, og meg minnist, at genturnar vunnu róðrar og meistaraheiti. Eldri bátastøddirnar eru nóg fækkaðar í tali seinastu tjúgu árini, men á ólavsøku ár 2000 róðu trettan 8-mannafør á ólavsøku: Argjabáturin, Toftabáturin, Nevið Reyða, Gullbrandur, Húsavíkingur, Heiðabáturin, Oyndri, Kvívíkingur, Miðvingur, Sjóriddarin, Víkabáturin, Knørrur og Ørvur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply