Úr myndasavninum – Ógloymandi hondbóltsferð í Íslandi í 1957

Manningin á Íslandsferðini í 1957. Fr.v: Jastrid Hansen, VÍF, Mona Simonsen, Søljan, Jenny Simonsen, Søljan, Elita Falkvard, Søljan, Kristina Dam, VÍF, Sigurd Petersen, venjari, Malvina á Dunga, Neistin, Hjalma Simonsen, Søljan, Lisbeth Johannessen, VÍF, Sylvia Djurhuus, Søljan, Anna Petersen, VÍF og Johild Djurhuus, VÍF.

Søljan í bestu kvinnudeildini hevur vunnið FM-heitið fimm ferðir. Í 1957, 1959, 1960 og 1961 og í 1965. Tá ið eg fekk eina mynd sendandi úr Vestmanna av samansettum kvinnuliði úr Søljuni, VÍF og einum neistamálverja, fór eg at kanna nærri upprunan til myndina. Vakra myndin frá 1957 er av samansetta liðnum júst afturkomin av hondbóltsferð í Íslandi. Eftir at hava spurt meg fyri hjá ymiskum, endaði eg í heiminum hjá Sylviu Djurhuus, sum saman við Malvinu á Dunga var málverji á Íslandsferðini. Og Sylvia sigur soleiðis um ógloymand Íslandsferðina í 1957: (Skrivað í 2015)

– Søljan hevði frálíkt kvinnulið, men tá ið vit fóru longu hondbóltsferðina til Íslands í 1957, máttu vit styrkja liðið við spælarum úr Vestmanna, tí onkur kom ikki við, og vit spældu vanliga ikki við eykaspælarum. Eisini kom málverjin úr Neisanum Malvina á Dunga við til Íslands, og Sigurd Petersen var venjari og ferðaleiðari á ferðini.

Sylvia Djurhuus vann trý FM-heitið á rað. (Mynd Vagnur)
Sylvia Djurhuus vann trý FM-heitið á rað. (Mynd Vagnur)

– Vit fóru til Íslands við Drotningini, sum var ferðaskip hjá D.F.D.S, og hetta skuldi gerast ein ógloymandi hondbóltsferð. Vit búðu fyrst í einum skúla í Reykjavík, har vit spældu ímóti Armann og Vali. Síðani gekk leiðin til Akureyrar at spæla ímóti KR, har vit búðu heima privat hjá spælarunum. Vit vóru á Akureyri í fleiri dagar. Eg kann minnast, at vit fingu nógvar sjóverk á ferðini til Íslands, og at vit flugu annan vegin úr Reykjavík til Akureyrar og koyrdi í bussi annan vegin..

– Samanbera vit okkara lið við íslendsku liðini, so stóðu vit einki aftanfyri, tí vit taptu bara við einum máli fyri íslendsmeistarunum. Og tá ið Sigurd errin á heimferðini taldi saman, høvdu vit pluss málmun samanlagt í øllum dystunum. Í Íslandi var eg óheppin at bráka ein fingur, men Sigurd vildi hava meg at spæla, og við skinnara um fingurin helt eg fram at standa í málinum. Annars høvdu vit annan málverja í Malvinu á Dunga úr Neistanum. Og vit upplivdu eisini at spæla hondbólt innandura í ítróttahøll, sum vit ikki høvdu roynt áður.

Vit flugu annan vegin úr Reykjavík til Akureyrar.(Myndeigari: Sylvia)
Vit flugu annan vegin úr Reykjavík til Akureyrar.(Myndeigari: Sylvia)

– Vit vóru allar ungar, og Sigurd hevði sjálvandi stóra ábyrgd at ansa okkum á ferðini. Í skúlanum í Reykjavík búðu eisini russiskir ítróttamenn, og vit vóru bangnar fyri russum, men har hendi einki. Vit vóru annars í dansi í Íslandi, og man ikki onkur av okkum hava skeitt eftir onkrum íslendskum dreingi?

– Tú spyrt meg, hvussu leingi eg spældi hondbólt í Sandavági. Eg spældi eini fimm ár, áðrenn leiðin gekk til Havnar at arbeiða. Tá hevði eg verið við at vunnið FM-heitið trý ár á rað í bestu deildini 1959, 1960 og í 1961. Komin til Havnar fór eg at arbeiða á Hotel Hafnia, sigur Sylvia

Lagnan var hørð við Sylviu

Tá í tíðini góvust ungar kvinnur at spæla hondbólt, tá ið tær giftust og fingu børn, og soleiðis var eisini hjá Sylviu. Sylvia bleiv gift Jógvani Djurhuus son Hákun og Hjørdis Djurhuus. Jógvan sigldi sum stýrimaður við skipi hjá A.P.Møller, men í 1973 hendi spreingivanlukka umborð á skipinum, sum førdi til, at Sylvia misti mannin. Jógvan og Sylvia áttu trý smábørn, og Sylvia var í sætta mánaði við fjórða barninum. – Eg kom at uppliva djúpa sorg, tí knappliga stóð eg einsamøll við trimum smábørnum og fjórða barnið var á veg.

Søljan vinnur FM-steypið til ognar í 1962. St.f.v: Jana Haraldsen, Ása Petersen, Ásvør Heinese og Erla Olsen. Fremst fr.v: Jenny Simonsen, Sylvia Djurhuus og Hildibjørg Henriksen. (Myndaeigari: Sylvia.
Søljan vinnur FM-steypið til ognar í 196o. St.f.v: Jana Haraldsen, Ása Petersen, Ásvør Heinesen og Erla Olsen. Fremst fr.v: Jenny Simonsen, Sylvia Djurhuus og Hildibjørg Henriksen. (Myndaeigari: Sylvia.

 

– Skipið, Jógvan sigldi við, hevði júst verið í dokk í Portugal og var ávegis til miðeystur eftir olju. Eftirlitið var ógvuliga strangt umborð, og tveir eftirlitismenn vóru umborð júst at kanna, um alt var í lagi. Jógvan og teir tveir eftirlitmenninir fóru niður í stóran tanga at kanna, um nakað av olju var eftir í tanganum, men har var eingin olja at síggja. Men av einari ella aðrari orsøk var tó onkur oljulummi, og ein stór spreingin var knappliga í tanganum, meðan teir vóru í honum. Jógvan doyði av speiningini.

Á ferðin í Íslandi var eisini stundir at spáka í náttúruni. (Myndeigari: Sylvia)
Á ferðin í Íslandi var eisini stundir at spáka í náttúruni. (Myndeigari: Sylvia)

– Tað kann ikki sigast frá, hvussu djúp sorgin var, tá ið Jógvan doyði, sum eg var so góð við. Eg var í so djúpari sorg, at eg kom ikki út millum fólk í langa tíð, men vildi heldur vera heima. Tað lættnaði nakað, tá eg fekk dóttrina, tí eg mátti fyrst taka mær av teimum trimum børnunum og so síðani av nýfødda barninum. Eg haldi, at nógvu túrarnir við barnavogninum lætti um sorgini, sigur Sylvia at enda.

Eg takki Sylviu fyri hugnaliga prátið og drekkamunnin, og aftur her merki eg, hvussu góð hondbóltsárini hava verið hjá nú eldri konu. Sylvia og maðurin, sum hon hevur hildið saman við í 24 ár, búgva í nýggjari hugnaligari íbúð í Eysturbýnum. Kvinnuliðið hjá Søljuni var eisini hondbóltsferð í Íslandi í 1960, men tá var liðið bara mannað við spælarum úr Søljuni. Og eldsálin Sigurd Petersen, sum nú er 87 ára gamal, var eisini tá venjari hjá liðnum á ferðini í Íslandi. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply