Úr myndasavninum – Teir vóru okkara stóru stjørnur

Fótbóltslandsliðið í 1961. St.f: Torstein Magnussen, B36, Pauli Nolsøe, TB, Brynjer Gregoriussen, HB, Eivind Dam, HB, Oddmar Færø, B36, Steinbjørn Jacobsen, KÍ, Magnus Kjælnes, KÍ og Arne Nolsøe, TB. Fremst f.v: Jákup Luth Joensen, HB, Peter Sigurd Rasmussen, HB og Tórður Holm, B36. (Mynd: Ásmundur Poulsen tók myndina í Gundadali)

Í eldri myndabók eigi eg landsliðsmynd frá 1961, sum Ásmundur Poulsen, sáli, tók. – Hví er henda myndin endað í míni myndabók, hugsaði eg. Jú, tá í tíðini kundi tú keypa ymsar myndir frá myndafólkum, sum vístu myndir fram í sýnisgluggum. – Sjálvandi vildu vit sum ellivu ára gamlir eiga mynd av landsliðsspælarum í fótbólti, sum vóru okkara stjørnur. Tá vóru eingi landslið í hondbólti, flogbólti ella øðrum ítróttagreinum. Eg ringdi tá til Peter Sigurd Rasmussen, sum er málmaðurin á landsliðsmyndini, og hann segði tá við heimasíðuna soleiðis:

– Skjøldrið eg siti við á myndini æt “Sir Adam shield”, sum hetlendingar og føroyingar spældur tíggju ferðir um. Fimm ferðir í Hetlandi og fimm ferðir í Føroyum. Eg spældi á landsliðnum frá 1961 til 1965, og vit vunnu steypið til ognar í 1961, tá ið vit vunnu 6-1 á Hetlandi í Gundadali. Eg kann minnast, at veðrið var ikki gott henda dagin, tí tað regnaði illa, sigur Peter Sigurd í stuttum í telefonini.

Hyggur tú nærri at myndina, so sæst, hvørjar umstøður spælararnir høvdu at spæla fótbólt. Tá spældu teir fótbólt á leirvølli og regnaði, vóru hyljar á vøllinum, og mangan stóð málverjin í einum runudíki. Nógvir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur, men einaferð vóru teir stjørnurnar hjá okkum smádreingjum, sum spentir sóu allar fótbóltsdystir í Gundadali.

Tíðirnar broytast eisini innan fótbóltin, og nú 60 ár seinni er alt broytt í Gundadali. Fótbóltsspælarar, sum fáa pening fyri at spæla, spæla á graslíkisvølli, har møguleikin er heilt ein annar at spæla góðan fótbólt, enn spælararnir á myndini kundu. Vit unglingar í 1961 hildu, at spællararnir á myndini spældu frálíkan fótbólti, men teir vandu ikki eins nógv og teir gera í dag, og teir spældu nógv færri dystir. Teir vóru okkara stjørnur, sum vit minnast aftur á við gleði. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply