Í Føroyum liva tit í “Paradís” í mun til okkum í Brasilia

Kvinnan býr í ..

Kvinnan býr í statinum Santa Catarina, og búgva um átta milliónir fólk í statinum. Býurin eitur Joinville.

Fyri nítjan árum árum árum síðani fekk eg mær vangamynd á Facebook, men rúm tíð gekk, til eg gjørdist vinur við nakran. Visti ikki rættiliga, um eg tímdi slíkt. Men so helt eg, at kanska tímdu fólk at lesa tað, eg skrivaði á heimasíðuni, og tí vildi eg gerast vinur við fólk, sum ynsktu at gerast vinur við meg. Segði “ja” til mest sum øll, og nú eru vinirnir á Facebook eini 1200 fólk eisini nakrir útlendskir vinir. Eg kom at fáa samband við eldri brasilska kvinnu, sum hevði áhuga í føroyskum viðurskiftum. Læs resten

Nøkur orð um Niels í Heiðunum og Westward Ho ferðina til Danmarkar í 1968

Niels í Heiðunum (1885 – 1974) og Mia (1887 – 1970) áttu tólv børn, og her eru øll á myndini saman við foreldrunum. Aftast frá vinstru: Bergit, Ásmundur, Nina, Petur, Eirikur, Hans Andreas, Hildur, Leivur og Mimmi. Fremst frá vinstru Niels Jákup, Elly, Mia, Niels og Brynhild.

Sum smádrongur kom eg nógv í Tórsgøtu, tí omma mín Amanda búði har, og tá omma doyði í 1960, tók Eiler pápabeiggi yvir húsini. Nærmasti grannar suðureftir vóru Niels Nielsen róptur Niels í Heiðunum og konan Anna Maria rópt Mia av Argjum. Serliga við húsunum var, at seglvirki var í uppíbygdu húsunum, og tú merkti tjøruangan um næsarnar, hvørjaferð tú komst framvið húsunum ella á gátt. Niels var stórur maður, og eg síggi hann fyri mær á seglvirkinum við nál í hond og segli í fanginum. Læs resten

Faroe Boys spældu í Íslandi í 1964 og 1966 og vóru róptir føroysku beatlarnir

Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Tummas Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorff og Atli Hansen.

Í seinnu greinini um Faroe Boys leita tankarnir fyrst í Sjónleikarhúsið miðskeiðis í 1960-árunum. Stúgvandi fult av fólki inni í Sjónleikarhúsinum og nógv fólk uttanfyri og lýddu á, meðan tey hugdu gjøgnum vindeyguni upp á pallin. Har stóðu Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Kári Mouritsen, Jógvan Sofus Vágsheyg og Jógvan Dahl væl ílatnir og spílaðu seg út. Hetta var seinasta manningin í Faroe Boys, sum góvust at spæla í 1967. Í 1988 fóru teir aftur á pallin í Aftur í 60-árini, og fólk streymaðu úr øll landinum í Høllina á Hálsi. Læs resten

Oldboyslið hjá Neistanum til 25 ára hald hjá Kyndli

Neistamenn í 1981. St.f.v: Hildibjart Johansen, Hansemann Mikkelsen, Bjarni Johansen, Torbjørn Mikkelsen, Johnny Reinert, Henning Eysturoy og Egil Lyngsø. Húkandi f.v: Poul Johannes Johansen, Petur av Sandi og Mortan Mørk. (Mynd Evald Larsen)

Liðmyndin er frá 1981, tá ið Kyndil fylti 25 ár, og 31 ár eru tí liðin, síðani Evald Larsen tók myndina. Neistaspælararnir á myndini spældu flestir í 50-árunum, men spælari sum Mortan Mørk, sáli, spældi eisini í 40-árunum, og Johnny Reinert og Bjarni Johansen spældi eisini fyrst í 60 árunum. So er onkur, sum spyr, hví Torbjørn Mikkelsen, sáli, er á myndini og er farin í bláan búna. Læs resten

Ófatiligt, at ein søgulig perla í Havn var burturbeind í 1975

Skammiligt, at henda søguliga perlan mátti burtur. Og alt grótarbeiðið, sum máttu lúta fyri stórum gravmaskinum.

Tá eg herfyri sá eldri áhugaverda mynd av søguligu húsunum í grannalagnum hjá okkum við Landavegin, gjørdist eg ikki sørt harmur. Talan er um eini gomul hús, sum vóru tikin niður úti á Reyni og í 1835/36 bygd uppaftur úti á Trøðni við Landavegin. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og fólkum í býnum, vildi Tórshavnar kommuna ikki lurta. Ein ússalig avgerð tikin av snævurskygdum persónum. Søgan um perluna á Trøðni er henda: Skrivað í 2016. Læs resten

Sandur tikin á Hólmanum brúktur til vegir í 1950-árunum

Áhugavert at síggja myndina frá fyrst í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndina omanfyri tók Christian Holm Jacobsen, sáli. Vit síggja tríggjar Bedford lastbilar koyra sand av Hólmanum í Kollafirði, men ein av bilunum er smokkaður í bleyta sandinum. Eg havi prátað við eldri kollfirðing um myndina, og hann sigur mær, at teir tríggjar Bedford lastbilarnar áttu Karl Jensen, Menning Geyti og Hallgrímur Hansen. Myndin er tikin fyrst í 1950-árunum. Áhugavert, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juli í 1966, tá koyrandi var millum Havnina og Kollafjørð. Nógv annað áhugavert er at síggja á myndini. Læs resten

Tey settu búgv á Hvítanesi í 1837 – 107 fólk búgva í bygdini

Kollfirðingarnir førdu tilfarið til húsini við árabáti úr Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú spákar millum húsini á Hvítanesi, sæst ikki nógv frá tíðini, tá ið fimm menn í 1837 fingu frá Pløyen amtmanni loyvi at seta seg niður á Hvítanesi. Á Hvítanesi var um tað mundið nógv bátaferðsla framvið, og tað hendi stundum, at bátar máttu seta upp har. Talan vóru um árabátur úr Kalbak, úr Sundalagnum og av Skálafjørðinum ávegis til Havnar. Amtmaðurin Pløyen sá týdningin, at fólk komu at búgva á Hvítanesi, tí long leið var av Hvítanesi til Hoyvíkar og til Havnar, og eingin var at taka ímóti fólki, sum mangan vóru noyddust at seta upp á Hvítanesi. Læs resten

Kollafjørður skuldi ongantíð lagt saman við Tórshavnar kommunu

 

Haldi, at Kollafjørður kom at gjalda høgan kostna at leggja saman við Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at hoyra í Útvarpinum formannin í havnarnevndini i Havn siga, at í skuffu á Vaglinum liggur 25 ára langur leigusáttmáli klárur at skriva undir við estlendsk felag. Talan er um leigu av stórum øki á Oyrareingjum, har móttøkupakkhús skal byggjast til russiska flotan, sum fiska við Føroyar. Tibetur kemur hesin sáttmálin uttan iva at liggja í skuffuni í allar ævir.

Í rúma tíð hava vit hoyrt, at fólkatalið í Kollafirði er minkað nógv, síðani Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu. Serliga nevna fólk vantandi grundøki, men í mínum hugaheima eru sanniliga eisini aðrar orsøkir. Læs resten

Silver Spray frá 1916 bleiv til stuttleikabát – virði 10 milliónir

Silver Spray var í 1929 keypt til Føroya. Fyrst í 1980 – árunum fór báturin til Niðurlond at umvælast til stuttleikabát.

Tá greinin um Fiskasentralin herfyri bleiv skrivað, kom eg at hugsa um Silver Spay, sum Jens av Reyni og Dánjal Jákup í Skipshandlinum í 1929 keyptu úr Niðurlondum. Minnist væl Silver Spray, sum avreiddi til Fiskasentralin. Minnist eisini, tá Silver Spray í nøkur ár lá fyri teymi í Vágsbotni, eftir at vera tikin úr vinnu. Men hvar endaði Silver Spray, eftir at báturin fór úr Føroyum fyrst í 1980-árunum. Silver Spray var í 2016 bygdur sum loðsbátur á skipasmiðjuni Piet Smit í Rotherdam í Niðurlondum. Læs resten

Úr myndasavninum – Fiskasentralurin var frambrot av teimum heilt stóru

Ikki klár men áhugaverd áhugaverd mynd. Mangan var trongligt við flakan, sum lá útfyri Fiskasentralin. (Familjumynd)

Fekk áhugaverdu myndina omanfyri sendandi fáa abbasoni Jens Paula av Reyni, sum 29. august 1942 stovnaði P/F Havnar Fiskasentralur. Í fyrstu nevndini vóru Jens av Reyni, Ebba Müller, Christian í Hvannasundi, Jacob á Trøðni og B. Hussted Andersen, sakførari. Áhugavert eisini, at abbi mín Christian í Hvannasundi er í nevndini, men abbi doyði longu í 1944, og íshúsið ikki liðugtbygt fyrr enn í 1945. Havi áður skrivað nakað um Fiskasentralin, men vil leggja nøkur orð aftrat, tí alt á Vesturu bryggju hevur áhugaverda søgu. Læs resten