Sandur tikin á Hólmanum brúktur til vegir í 1950-árunum

Áhugavert at síggja myndina frá fyrst í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndina omanfyri tók Christian Holm Jacobsen, sáli. Vit síggja tríggjar Bedford lastbilar koyra sand av Hólmanum í Kollafirði, men ein av bilunum er smokkaður í bleyta sandinum. Eg havi prátað við eldri kollfirðing um myndina, og hann sigur mær, at teir tríggjar Bedford lastbilarnar áttu Karl Jensen, Menning Geyti og Hallgrímur Hansen. Myndin er tikin fyrst í 1950-árunum. Áhugavert, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juli í 1966, tá koyrandi var millum Havnina og Kollafjørð. Nógv annað áhugavert er at síggja á myndini.

Fara vit fyrst til teir tríggjar Bedford lastbilarnar, so byrjaðu tey í Onglandi at gera hetta “K-modellið” í 1931. Kann nevna, at fyrsti brandbilurin kom til Føroya í 1948, og hetta var eisini eitt “K-modell”. Henda vakra brandbil hava tey á Brandstøðini í Havn í gjørt í stand og varðveitt. Nevnast kann eisini, at fyrsti líkbilurin kom til Havnar í 1949, og var bilurin eisini eitt “K-modell”. Onglendingar steðgaðu at gera hetta Bedford sniðið í 1950, tó kann nevnast, at undir krígnum vóru hesir lastbilar ikki gjørdir, tí verksmiðjurnar framleiddu vápn.

Á Hólmanum spældu vit hondbólt ímóti Kollfirðingum í 1960-árunum. (Mynd Vagnur)
Á Hólmanum spældu vit hondbólt ímóti Kollfirðingum seinast í 1960-árunum. Myndin tikin í 2015. (Mynd Vagnur)

Fyrst í 1950-árunum vóru vegirnir grúsvegir, og nógvur sandur var koyrdur av Hólmanum til vegin millum Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna. Annars sá eg onkrastaðni, at koyrandi var millum Kollafjørð og Kvívík í 1924 og millum Kollafjørð og Vestmanna í 1944. Í 1950-árunum vóru allir vegir kommunuvegir, og tað var ikki fyrr enn í 1963, at vegirnir millum bygdir gjørdust landsvegir.

Fara vit aftur á Hólman, so spældu vit neistaunglingar mangan hondbólt ímóti kollfirðingum á Hólmanum. Mangan tóku vit til, at á hondbóltsvøllinum á Hólmanum kundi tú detta um síðulinjuna. Tá fløddi, kom sjógvur niðan ímóti vøllinum, og tí var tjúkkur sildatrossi lagdur um vøllin. Hyggja vit at Hólmanum í dag, so er nógv tilfar koyrt inn á økið, og sjálvt um fløðir, er Hólmin turrur. Kollfirðingar spældi fyrst hondbólt á Hólmanum, síðan var farið í skúlagarðin, og nú spæla tey hondbólt í snotuligari ítróttahøll.

Uttast til vinstru gomlu myndini síggja vit húsini hjá Guttormi og Ragnhild Poulsen, húsini, sum nú eru farin at aðrar hendur. Guttorm var systkinabarn mammu mína, so eg kom mangan sum ungur í hesi hús. Ragnhild býr á Ellisheiminum í Havn. Vit síggja eisini gamla skúlan, sum eru húsini við høgu reisingini. Longri til høgru síggjast húsini hjá Claudiu Thomsen, og síðani bóndagarðin á Oyrareingjum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply